Úr myndasavninum – Ólavur Hátún í Álakeri í vakra róðrarbátinum

Ólavur Hátún (1931-2018) í vakra róðrarbátinum. Gomlu neystini skulu varðveitast, sjálvt um bátahavnin kemur. Har bilarnir standa er ætlanin, at Róðrarfelagið Knørrur skal byggja neyst. (Mynd Vagnur)

Tá eg í 1974 kom at ganga á Læraraskúlanum, komu vit skjótt at kenna væl Ólav Hátún, sum vit høvdu í sangi og spæli. Eins og vit nógvu, var Ólavur áhugaður í kappróðri. Hjalmar pápi Ólav var bátasmiður, og Ólavur var ein av teimum, sum fyrst í 1950-árunum slóðaði fyri 10-mannafarinum Studentinum. Símun Hammer smíðaði studenta – og læraraskúlanæmingum bátin, og næmingarnir við ymsum tiltøkum savnaðu inn pening til bátin. Studenturin róði fyrstu ferð a ólavsøku í 1955 og sæst í hagtølunum rógva seinastu ferð á ólavsøku í 1966.

Kom fram á myndina omanfyri, sum eg tók av Ólavi í Álakeri, har Ólavur átti neyst og maskinbát og so henda vakra róðrarbát, sum Ólavur elskaði at rógva við. Hann róði eisini langar teinar einsamallur, ja, úr Havn til Haldarsvíkar. Ólavur var sonur Hjalmar ættaður úr Bø og Brynhild ættað úr Vestmanna. Síggi, at Ólavur hevði á Heygum sum millumnavn. Seinni kom Ólavur og undirritaði at tosa nógv um kappróður, tá vit hittust, tí synirnir Heini og Hjálmar róðu eisini kapp, og Ólavur fylgdi væl við. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply