Tað var við tógvið stríð, at VÍF/Tjaldur knúgvaði VB í Runavík. Væl gekst hjá VÍF/Tjaldri frá byrjan, og tá ið korter var spælt, var VÍF/Tjaldur á odda 8-6 eftir at hava verið á odda bæði 4-1 og 6-3. Men so steðgaði upp hjá samansetta liðnum, tí VÍF/Tjaldur skeyt bara tvey mál seinastu fimtan minuttirnar í fyrra hálvleiki. Orsøkin var, at bæði Adina Petrea og Lilja Djurhuus vóru mansvardar. Tað átti at verið lætt spæl hjá VÍF/Tjaldur at spælt fýra ímóti fýra spælarum, men hetta megnaðu tær ikki. Tí kom VB framum og kundi fara til hálvleiks við 13-10 leiðslu. Læs resten
Kategoriarkiv: Óbólkað
Kyndil-VÍF 31-44(14-20) Hørð kapping um at náa FM-finalurnar
Ikki veit eg um, at nakað VÍF lið í bestu deildini nakrantíð áður hevur skotið 44 mál ímóti Kyndli, men tað hendi í mikukvøldið, tá ið Kyndil merkti lemjandi ósigurin á VÍF. Kanska fingu vit ábendingina í Klaksvík, tá ið Kyndil ímóti Team Klaksvík við tógvið stríð fekk sigurin í hús. Ímóti VÍF fekk Kyndil mønustingin beint fyri hálvleik, tí seinastu seks minuttirnar fekk Kyndil bara eitt mál, meðan VÍF fekk seks mál og legði seg á odda 20-14 við hálvleik. Serliga var tað kyndilsverjan, sum næstan ikki er sæð verri í søgu felagsins, var sagt úr høllini á Hálsi. Læs resten
Kyndil-VÍF/Tjaldur 23-24(10-13) VÍF/Tjaldur er framvegis við
Eg spurdi heimamildamannin hjá heimarsíðuni, hvat hann helt avgjørdi kvinnudystin, og hann sigur: – Kyndilskvinnur hava óivað fyrireikað seg til at mansverja Liljuna, men nú spælir Adina Petrea aftur, og hon dregur einar tveir kyndilsspælarar til sín, og so er spælari hjá VÍF/Tjaldur púra fríur á linjuni. Og so høvdu kvinnurnar hjá VÍF/Tjaldur nógv meira stríðsvilja enn kyndilskvinnur, og tað var, sum samansetta vildi meira. Læs resten
VÍF-Neistin 30-31(18-15) Neistamenn vunnu arbeiðssigur í Vestmanna KÍF-StÍF 29-21(14-11) Sveinur skaddur eftir tíggju minuttir
Tá ið eg hoyrdi, at neistamenn vunnu við einum málið á VÍF í Vestmanna, ringdi eg fyrst til formannin í VÍF Áka Olsen, og so til Eirik Magnsussen liðleiðaran hjá neistakvinnum. Og Áki var sjálvandi vónsvikin eftir dystin. – Tá sá ógvuliga gott út í fyrra hálvleiki, og eg ivaðist ikki í, at VÍF fór at vinna dystin. Men í seinna hálvleiki gjørdi VÍF liðið alt ov nógvar villur, og Neistin kom bara nærri og nærri. Nú er tað so dysturin ímóti Kyndli í Havn mikukvøldið, sum er ógvuliga týdningarmikið fyri VÍF liðið, segði Àki. Læs resten
VÍF/Tjaldur-Neistin 26-31(15-16) Dysturin javnur í 50 minuttir VB-StÍF 36-29 (17-16) Frálíkur dystur í Vági

Spell, at Adina nr 8 ikki kann spæla vegna skaða. Liljan, sum vit eisini síggja á myndini skeyt fjúrtan mál. (Mynd Álvur)
Eftir kvinnudystin í Vestmanna fekk eg orðið á Jákup Hanusson hjálparvenjara hjá Neistanum, og eg spurdi hann, um neistakvinnur høvdu trupulleikar at vinna dystin, tí dysturin var ógvuliga javnur frá byrjan. Og Jákup sigur soleiðis:
– Neistakvinnur høvdu tað strevið ímóti VÍF/Tjaldur til tíggju minuttir vóru eftir av dystinum. Tá vístu neistakvinnur, at liðið hevur størri breidd enn VÍF/Tjaldur, og tær hava orkuna og spælararnar, sum kunnu avgera dystin.
Vit vistu fyri dystin, at tað kann vera torført at koma í gongd aftur eftir steypafinaluna og alt tað, sum er rundan um steypafinaluna. At fáa spælararnar niður á jørðina aftur og “fokusera” á landskappingina.
– Eingin ivi um, at Neistin hevði tað strevið í Vestmanna ímóti VÍF/Tjaldur til tíggju minuttir vóru eftir at spæla. Læs resten
Team Klaksvík-Kyndil 26-28(10-13) Tað stóð á hjá Kyndli

Bárður Johannessen venur kyndilsmenn saman við Finni Hansson. Mikukvøldið spælir Kyndil týdningamiklan dyst ímóti VÍF í Havn.
Eg tosaði við spælandi venjaran hjá Kyndli Finn Hansson hósdagin, og eg føldi á honum, at hann stúrdi fyri dystinum ímóti Team Klaksvík, tí Hans Áki og Julian vóru í Noregi, og nakrir kyndilsspælarar vóru meira ella minni skaddir. Og nú Zorko er komin aftur á liðið hjá Team Klaksvík, so roknaði eg við, at Kyndil fór at fáa trupulleikar í Klaksvík, og so var. Kyndil byrjaði betur og kom á odda 5-2, tá ið tíggju minuttir vóru spældir. Team Klaksvík nærkast Kyndli næstu minuttirnar, og tá ið tjúgu minuttir eru spældir, er Kyndil á odda 9-8. Men Team Klaksvík fær bara tvey mál seinastu tíggju minuttir av hálvleikinum, og tí er Kyndil á odda 13-10 við hálvleik. Fyrri hálvleikur var ógvuliga rótutur í løtum. Læs resten
Kappingin um FM-plássini kanska avgjørd innan fjúrtan dagar
Steðgur hevur verið í landskappingini í hondbólti í bestu deildunum, tí millum annað hálvfinalur og finalur eru spældar í steypakappingini. Nú koma vit til endaspurtin, hvørji lið skulu spæla FM-finaludystirnar, og har er kappingin ógvuliga spennandi. Eingin ivi eru um, at kvinnuliðið hjá Neistanum er annað liðið í FM-finalunum og KÍF annað liðið hjá monnunum. Taka vit fyrst kappingina hjá monnunum, so eru tað fýra lið H71, VÍF, StÍF og Kyndil, sum hava møguleikan at spæla ímóti KÍF í FM-finalunum. Men hvussu eitur seinna mansliðið? Læs resten
Steypafinalurnar í hondbólti og flogbólti eru meistarlig avrik
Hevur tú íðkað ítrótt langt lív, so eru hendingar, sum standa klárari í minninum enn aðrar. Eitt eru vanligir landskappingardystir, annað er, tá ið vit í 1968 spældu allar fyrsta dystin í nýggju høllini í Klaksvík í fullsettari høll, og vit spældu fyrsta landsdystin í Høllini á Hálsi ímóti dønum í 1971, ella vóru uttanlands við hondbóltinum og vunnu FM heiti sum spælarar og venjarar. Hetta eru alt serlig ítróttaminni, sum sita djúpt í sálini. Seinasta leygardag spældu lið í bestu deildini steypafinalur, og sunnudagin áttu ungir hondbóltsspælarar tørn. Komandi vikuskifti verður Høllin á Hálsi fullsett við flogbóltsáskoðarum, tá tey eldru spæla steypafinalur í flogbólti leygardag og tey yngru liðini sunnudag. Men hví eru steypafinalurnar serligar? Læs resten
Ókendir fittir fastalávintsgestir komu á gátt
Tað búgva ikki nógv ung fólk í grannalagnum, og tí koma ikki nógv børn í fastalávintsklæðum á gátt. Tó so, abbabørnini koma og einstøk onnur. Í gjárkvøldið bankaði á hurðini, og í hurðini stóðu tveir fittir blíðir dreingir, sum ikki búðu í grannalagnum. Hugflogið vantaði ikki, tí annar drongurin hevði funnið sær eina undirbuksur og klipt hol í tær, so hann fekk brúkt eygu og nøs. Um búkin hevði hann eina kurv, og so høvdu báðir dreingirnir ymsar pakkar hangandi niður við síðuni. Hin drongurin var í posa til húsarhaldsburturkast. – Hava tit verið í nógvum húsum, tí eg síggi, at posarnir er um at vera fullir við góðgæti, spurdi eg. – Hálvhundrað húsum, og vit eru ikki lidnir er, segði hin drongurin. Tá ið vit sóu alt góðgæti í posunum góvu vit teimum fyrst eina banan hvør, og glaðir vóru teir og ótu bananinar beinanvegin. Síðani fingu teir nakað av góðgæti at koyra í fulla posan. – Takk fyri og góða nátt, søgdu dreingirnir og fóru glaðir víðari. Fastalávint merkir “fyri føstina”, og at ganga grýla er aldargamal siður. (Vagnur)
Átta vikur farnar – allir fýra hvølparnir fingið nýggjan eigara
Í dag og í morgin eru steypafinalur í hondbólti, men tá ið Rás 2 og Kringvarpið gera nógv burturúr steypafinalunum, skrivi eg einki um steypafinalurnar, sum eru hátíðardagar í føroyskum hondbólti.
Dystirnir verða beinleiðis sendir í sjónvarpi leygardag, og nógvir áskoðarar koma eisini til steypafinalurnar hjá teimum ungu sunnudag. Heldur fari eg við sorgblídni at skriva nakrar reglur um trý ára gomlu tíkina hjá abbabørnunum í Havnardali, sum fyri átta vikum síðani fekk fýra smáar, blindar og fittar hvølpur.
Tað var stórt upplivilsi at fylgja tíkini, tá ið hon var kviðin, tí hon broytti medferð. Upplivilsið var enn størri og lívsgevandi, tá ið hvølparnir komu. Áhugavert at hava fylgt tíkini og teimum fýra hvølpunum, sum broyttust hvønn dag í hesar átta vikurnar. Hvølparnir verða vanliga latnir eftir átta vikur, og nú hava hvølparnir fingið nýggjar eigarar. Læs resten







