Tað var við tógvið stríð, at VÍF/Tjaldur knúgvaði VB í Runavík. Væl gekst hjá VÍF/Tjaldri frá byrjan, og tá ið korter var spælt, var VÍF/Tjaldur á odda 8-6 eftir at hava verið á odda bæði 4-1 og 6-3. Men so steðgaði upp hjá samansetta liðnum, tí VÍF/Tjaldur skeyt bara tvey mál seinastu fimtan minuttirnar í fyrra hálvleiki. Orsøkin var, at bæði Adina Petrea og Lilja Djurhuus vóru mansvardar. Tað átti at verið lætt spæl hjá VÍF/Tjaldur at spælt fýra ímóti fýra spælarum, men hetta megnaðu tær ikki. Tí kom VB framum og kundi fara til hálvleiks við 13-10 leiðslu.
Í seinna hálveleiki bragdaði aftur hjá VÍF/Tjaldur, og tá ið seytjan minuttir vóru spældir var javnleikur 17-17. Liðini fylgdust síðani líka til dystarenda, og fleiri ferðir seinasta korterið var javnleikur, 17-17, 18-18, 19-19, 21-21 og 22-22. Og eins ímóti Kyndli, so tryggjaði VÍF/Tjaldur sær sigurin í seinastu minutti, tá Eilin Hansen skeyt sigursmálið til 23-22.
Støðan er Sunset-deildini er, at Kyndil og VÍF/Tjaldur kappast um at spæla ímóti Neistanum í FM-finalunum. Tað kann hugsast, at Kyndil og VÍF/Tjaldur enda javnar í stigum í grundspældinum, men so kemur Kyndil í finaluna. Tí siga vit, at VÍF/Tjaldur vinnur heimadystin ímóti Kyndli, so hava Kyndil og VÍF/Tjaldur vunnið tveir dystir hvør ímóti øðrum. Men Kyndil hevur nógv betri málmun, tí liðið vann stórsigur í Vestmanna. Møguleikin hjá VÍF/Tjaldri er, at Kyndil hevur tveir dystir eftir at spæla ímóti Neistanum, meðan VÍF/Tjaldur bara hevur ein dyst. Hannis Wardum og Uni Wardum dømdu dystin. (Vagnur)
Málskjúttar VÍF/Tjaldur: Liljan Djurhuus 6, Eilin Hansen 4, Adina Petrea 4, Heidi Sevdal 3, Amanda Kristensen 3, Tóra Seloy 2 og Barbara Nygaard 1
Málskjúttar VB: Rannvá Johannesen 6, Marijana Trbojevic 4, Bára Krosslá Mortensen 3, Helga Eyðunsdóttr 3, Gurið Mortensen 2, Tamara Radic 2 og Andrea Nielsen 2
StÍF-Neistin 25-31(15-17) Neistan tók leiðsluna í 47. minuttir
Neistakvinnur fingu vánaliga byrjan í dystinum ímóti StÍF. Eftir tíggju minuttir spæl var StÍF á odda 8-3 og var á odda líka til hálvleiks. Neistin roynda nýggja 4-2 verju, men henda verjan riggaði ikki væl. Eisini royndi Neistin ymsar uppstillingar í bakkeduni, men tað sá út, sum eingin broddur var í neistaliðnum allan fyrra hálvleik. Heldur var tað StÍF, sum spældi væl. StÍF hevur spælt nógvar góðar dystir í vetur, men liðið megnar ikki at halda “støðið” allar trýs minuttirnar, og soleiðis var eisini í dag.

Bára Hansen hevur spælt nógvar góðar dystir í vetur. Hon kann gerast framtíðar spælstýrarin hjá neistakvinnum.
Tjúgu minuttir spældir av fyrra hálvleiki, og StÍF á odda13-10, men Neistin fær tvey skjót mál, og so er støðan knappliga 13-12 til StÍF. Neistin hevði framvegis trupulleikar at skjóta mál, og tí var StÍF á odda 17-15 við hálvleik.
Ì seinna hálvleiki gekk javnt á, og tá ið tíggju minuttir vóru spældir var javnleikur 20-20. Støðan var eisini 21-21 og 22-22, men so misti StÍF knappliga takið á dystinum, og við eitt var Neistin á odda 27-23 eftir tjúgu minuttir spæl. Neistin setir meira ferð á spælið og vísti, hví liðið vinnur steypakappingina og ongan dyst hevur tapt í landskappingini. Neistavenjararnir hava møguleikar at gera ymsar royndir bæði í verju og álopi, men tá ið so stendur á, hevur liðið orkuna og yvirskotið at venda dystinum. Hetta hava tær víst í fleiri dystum eftir nýggjár.
Tú kundi spurt, hví StÍF bara skýtur tvey mál seinastu seytjan minuttirnar í seinna hálvleiki eftir at hava spælt higaril frálíkan dyst. Eingin ivi er um, at breiddin á liðnum er ov lítil, og venjararnir kunnu tí ikki geva fleiri lyklaspælarum hvíld á beinkinum. Hetta kann hugsast, tí vit hava sæð fleiri ferðir, at StÍF knappliga steðgar upp í millumbilum. Kann StíF halda góða stiman í allar trýs minuttirnar, so vóru heilt vist fleiri stig í stigskjáttuni. (Vagnur)
Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 7, Paula Høgnesen 6, Bára Berthelsen 4, Oddrún Danielsen 3, Fríðrún Danielsen 3, Birtan Tummasardóttir 1 og Erla Petersen 1
Málskjúttar Neistans: Barbara Brauer 9, Marjun Danberg 5, Nicoleta R. Hansen 5, Jacklin Durhuus 5, Eir Berg 3, Bára Hansen 3 og Rakul Augustinssen
Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 14 | 444 | 330 | 114 | 28 |
| 2 | Kyndil | 14 | 316 | 307 | 9 | 16 |
| 3 | VÍF/Tjaldur | 14 | 338 | 357 | -19 | 14 |
| 4 | VB | 15 | 355 | 384 | -29 | 10 |
| 5 | StÍF | 14 | 350 | 395 | -45 | 9 |
| 6 | Stjørnan | 13 | 300 | 330 | -30 | 7 |
