StÍF-Neistin 20-24(11-9) StÍF kemur ikki í Fm-finalurnar

Rógv Nolsøe skjýtur her eitt av sínum seks málum
Rógvi Nolsøe skjýtur her eitt av sínum seks málum

Eitt StìF lið uttan Svein Justinussen og ein hálvskaddan Marius Joensen misti í dag møguleikan at koma í Fm-finalurnar. StÍF tolir ikki at missa so royndar spælarar, tí nógvir spælarar á StÍF-liðnum eru ungir. Tað gekk annars frálíkt hjá StÍF fyrstu tjúgu minttirnar í dystinum, tí StÍF var bæði á odda 5-1, 9-3 og 10-4. Neistaliðið hevði hesa løtuna spælt ógvuliga trilvandi, og einki talaði fyri, at liðið kundi venda ringu gongdini. Men so knappliga fer neistaverjan at standa sum ein múrur, og StÍF fær bara eitt mál seinastu trettan minuttirnar í fyrra hálvleiki. Tó er StÍF á odda 11-9 við hálvleik.

Longu eftir fimm minuttir í seinna hálveleik leggur Neistin seg á odda 13-12, men løtu seinna er javnleikur 14-14. Tá ið trettan minuttir eru spældir, er Neistin á odda 17-14, men tað er serliga seinastu seks minuttirnar í dystinum, at Neistin fer frá StIF og vinnur hampuliga tryggan sigur 24-20. Eg hitti neistavenjaran Áka Mørk í telefonini eftir dystin og spurdi hann, um tað aftur var góða verjuspælið, sum tyggjaði Neistanum sigurin.

– Tað kann man gott siga, men neistamenn spældu alt annað enn væl hvørki í verju ella álopi fyrsta korterið í dystinum. Síðan tóku menn seg saman í verjuspælinum, og verjan bleiv tøtt sum tunnan. Sjálvandi er StÍF viknað, tá ið Sveinur ikki spælir, og Marius vegna skaða bara spælir seinast í dystin, men vit vinna tó dystin, sigur ein væl nøgdur Áki.

Nógv hondbóltsáhuga tosa um frálíka stríðsandan hjá neistamonnum, góða verjuspælið og frálíka málmansspælið. Eg spyrji Áka, um tað eru  nakrir serligir spælarar, sum fáa henda stríðsandan í neistaliðið. – Serliga Beinur Davidsen og Kristian Dulavík hava mannað miðverjuna, og tað hava teir klárað uppgávuna ótrúliga væl. Og so hava vit tveir frálíkar málverjar. Bartal Kamban, sum hevur staðið væl, spældi ikki í dag vegna skaða, men so traðkar Mikkjal Hansen enn einaferð til og spælir ein frálíka dyst í neistamálinum. Lagið er gott á monnum á vøllinum og úti á beinkinum, sigur Áki at enda í stuttari viðmerking.

Eg síggi, at eitt nýtt navn er farið at gera um seg á neistaliðnum, og tað er Rógvi Nolsøe, sum skeyt seks mál í dag. Um StÍF er stutt at siga, at í dag misti liðið møguleikan í kappingini um at koma í FM-finalurnar. Óivað kemur kappingin at standa millum H71 og VÍF, men Kyndil er framvegis við, sjálvt um liðið hevur verið trilvandi seinastu tveir dystirnar.

Eg havi eingi skrivað um mansdystin leygarkvøldið millum H71 og Team Klaksvík. Orsøkin er ógvuliga einfald, eg havi ikki enn fingið dómaraseðilin frá dystinum, sjálvt um eg havi ringt til bæði “Per og Poul” (Vagnur)

Málskjúttar StÍF: Steinar Prestá 5, Allan Norðberg 4, Borgar Danielsen 4, Marius Joensen 3, Jógvan G. Joensen 2, Pætur Joensen 1 og Jákup Berthelsen 1

Málskjúttar Neistans: Rógvi Nolsøe 6, Jugoslav Djumic 4, Teitur Magnusson 4, Terji Mørk 3, Kristjan Dulavík 2, Beinur Davidsen 2, Ári Rouch, Andras Joensen 1 og Torstein Balle 1

Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 17 502 386 116 27
2 H71 17 469 421 48 22
3 VÍF 17 493 429 64 21
4 Kyndil 17 442 437 5 19
5 StÍF 18 438 421 17 17
6 Neistin 17 406 431 -25 14
7 Team Klaksvík 17 330 555 -225 0

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply