Claus Rasmussen gitir, hvørji lið spæla FM-finalurnar

Claus er ein av teimum, sum sær flestar hondbóltsdystir. (Mynd Vagnur)
Claus er ein av teimum, sum sær flestar hondbóltsdystir. (Mynd Vagnur)

Claus man vera ein teimum, sum sær flestar dystir í bestu deildini. Nú fara vit undir endaspurtin í endaspælinum, og enn er ikki gjørt av, hvørji lið koma í FM-finalurnar. Ellar rættari sagt, hvat kvinnulið spælir ímóti Neistanum í FM-finalunum, og hvat manslið spælir ímóti KÍF í FM-finalunum.

 Eg havi spurt Claus, hvørjir lið hann heldur spæla FM-finalurnar. Og Claus sigur:

 – Byrja vit við mansdeildini, so er einki at ivast í, at KÍF er annað liðið í finalunum. Møguleikin hjá StÍF má sigast at vera farin, Kyndil hongur í klønum tráði, og so er talan um VÍF og H71, har H71 í løtuni er eitt stig framman fyri VÍF.

– Eg sá VÍF spæla ímóti Kyndli, og har sóu vit eitt heilt annað VÍF-lið við spæligleði og stríðsandi, enn vit hava sæð í langa tíð. Tú sært á kropsmálinum á spælarum, um teir eru 100% við í dystinum, og tað sóu vit VÍF-spælararnar ímóti Kyndli bæði á vøllinum og á beinkinum. Alllur hópurin var felags um at fáa gott úrslit, og tað fekk VÍF-liðið í ríkiligan mát ímóti Kyndli.

– VÍF venjarin er farin at brúka fleiri spælarar í dystunum, tí áður varð ikki skift nógv út, men nú brúkar venjarin eina tíggju, tólv spælarar, sum allir arbeiða fyri liðið. Jú, eg rokni við, at spælir VÍF við eins stórari gleði og stríðsvilja sum ímóti Kyndli, so kann liðið koma heilt upp á toppin.

Vestmenningar spældu ótrúliga væl ímóti Kyndli.
Vestmenningar spældu ótrúliga væl ímóti Kyndli.

– H71 er sjálvandi eisini gott boð at spæla FM-finalur, og sunnudagin spæla  VÍF og H71 í Vestmanna, og tá er umráðandi hjá VÍF júst at vinna dystin, tí vinnur H71, so er H71 trý stig framman fyri VÍF.

– Kyndil og H71 spæla 10. mars, og tað kann gerast “farvæl” dysturin hjá Kyndli. Eftir dystin sunnudagin millum VÍF og H71 í Vestmanna eru vit klókari. Um Kyndil er stutt at siga, at liðið má taka ein dyst í senn, tí tapir Kyndil fyri Neistanum sunnudagin, so er líkamikið, um liðið viku seinni vinnur á H71 í høllini á Hálsi, sigur Claus at enda um Atlantic Airways liðini.

Kvinnuliðunum vantar langskjúttar

Eg havi eisini spurt Claus, hvat lið spælir FM-finalur ímóti Neistanum, og Claus sigur soleiðis.

– Kvinnuliðunum vantar langskjúttar, og tað eru bara nakrir heilt fáir veruligir føroyskir langskjúttar, tí mugu feløgini innflyta útlendskar langskjúttar. Liðini dúva alt ov nógv á at spæla seg í gjøgnum, og tá ið góðu langskjúttarnir eru so fáir, eru vit vitni til allar mansverjurnar, sum vit nú síggja í hvørjum kvinnudysti.

Tá ið Simona fer í grønu troyggjuna, hevur hon spælt í fimm ymiskum feløgum. Søljuni, Stjørnuni, Neistanum, Tjaldri og nú Kyndli. (Mynd Álvur)
Tá ið Simona fer í grønu troyggjuna, hevur hon spælt í fimm ymiskum feløgum. Søljuni, Stjørnuni, Neistanum, Tjaldri og nú Kyndli. (Mynd Álvur)

– Í løtuni hevur Kyndil bestan møguleikan at koma í FM-finalurnar at spæla ímóti Neistanum, men Kyndil hevur ikki lætt “program” eftir at spæla. Millum annað skal Kyndil spæla tveir dystir ímóti Neistanum, meðan VÍF/Tjaldur hevur ein dyst eftir ímóti Neistanum. Tað eru bara Kyndil og VÍF/Tjaldur, sum eru eftir at kappast um at møta Neistanum í FM-finalunum.

– Og sunnudagin spæla Neistin og Kyndil í høllini á Hálsi, og sagt verður, at nú hevur Simona Petersen, sum spældi við Stjørnuni,  loyvi at spæla við Kyndli. Spennandi, um Simona styrkir kyndilsliðið. Simona er ein teimum fáu  spælarunum,  sum veruliga kann skjóti útifrá.

– Sunnudagin spælir VÍF/Tjaldur á heimavøllin ímóti Stjørnuni, og so er spurningur, hvussu stjørnuliðið er fyri, nú einki er at spæla fyri, tí Stjørnan hevur ongan møguleika at náa FM-finalurnar.  Sunnudagin spæla Kyndil og Neistin. Eg rokni við, at vit mugu bíða líka til 20. apríl til tess at finna liðið, sum skal spæla ímóti Neistinum í FM-finalunum. 20. apríl spæla Kyndil og Neistin seinasta dystin í grundspælinum, sigur Claus at enda. (Vagnur)  

 

 

 

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply