Kyndil-VÍF 31-44(14-20) Hørð kapping um at náa FM-finalurnar

VÍF spælari fegin um sigurin. 3. mars spæla VÍF og H71 í Vestmanna.

VÍF spælari fegin um sigurin. 3. mars spæla VÍF og H71 í Vestmanna.

Ikki veit eg um, at nakað VÍF lið í bestu deildini nakrantíð áður hevur skotið 44 mál ímóti Kyndli, men tað hendi í mikukvøldið, tá ið Kyndil merkti lemjandi ósigurin á VÍF. Kanska fingu vit ábendingina í Klaksvík, tá ið Kyndil ímóti Team Klaksvík við tógvið stríð fekk sigurin í hús. Ímóti VÍF fekk Kyndil mønustingin beint fyri hálvleik, tí seinastu seks minuttirnar fekk Kyndil bara eitt mál, meðan VÍF fekk seks mál og legði seg á odda 20-14 við hálvleik. Serliga var tað kyndilsverjan, sum næstan ikki er sæð verri í søgu felagsins, var sagt úr høllini á Hálsi.

Nú harðnar stríðið um at koma í FM-finalurnar, men tað løgna er, at tað eru kanska KÍF og Neistin, sum koma at hava stóra leiklutin, um tað verður H71, VÍF, StÍF ella Kyndil, sum koma í FM-finalurnar. Neistin hevur veruliga “drillað” serliga Kyndil og H71 og kann taka stig frá øllum fýra liðunum, og so kann henda, at okkurt av teimum fýra liðunum vinna á KÍF, sum bara bíðar eftir FM-finalunum.

Hyggja vit eftir innanhýsis stigum, um tvey lið koma at standa á jøvnum við kappingarenda, so er H71 best fyri, tá ið talan er um VÍF. H71 hevur vunnið báðar dystirnar ímóti VÍF, men so skal H71 til Vestmannar at spæla 3. mars, sum er avgerandi dystur serliga fyri VÍF. So er dystur H71 og Kyndil 10. mars í Hoyvíkshøllini, og tað kann gerast ein “farvæl” dystur hjá Kyndli.

StÍF er í tí støðu, at liðið á pappírinum er fýra stig eftir H71, men hevur vunnið tveir dystir ímóti H71 og tapt ein dyst. Stutta av tí langa er, at H71 er í løtuni á odda av teimum fýra liðunum um at koma í FM-finalurnar, tí liðið liggur best fyri í stigum og eisini innanhýsis stigum, tá ið talan er um VÍF. Kanska skulu vit bíða heilt til kappingarenda til tess at finna liðið, sum skal spæla ímóti KÍF í FM-finalunum.

Eyðun Samulsen og Tummas Juul Thomsen dømdu dystirnar mikukvøldið, og tað gekk væl. Frálíkt, at ein royndur dómari sum Eyðun Samuelsen dømir saman við Tummas Juul, sum er ungur dómari. Hetta skuldu Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen gjørt meira av. Tí minni royndu dómararnir læra nógv at døma saman við teimum royndu dómarunum. (Vagnur) 

Málskjúttar Kyndils: Josef Abrahamsen 11, Andrias Sólsker 6, Finnur Hansson 5, Høgni Klein Olsen 2, Birgir Poulsen 2, Rógvi Dal Christiansen 2, Ludvík Súnason 2 og Høgni Klein 1

Málskjúttar VÍF: Andrias Eriksen 7, Joen Pauli Høgnesen 6, Agnar Joensen 6, Filip Jojic 6, Sámal Joensen 4, Magnus Müller 4, Sámal Jákup Djurhuus 4, Regin Joensen 3, Jákup Suni Andreasen 1 og Høgni W. Høgnesen 1

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Tummas Juul Thomsen

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 17 502 386 116 27
2 VÍF 17 493 429 64 21
3 H71 16 444 402 42 20
4 Kyndil 17 442 437 5 19
5 StÍF 17 418 397 21 17
6 Neistin 16 382 411 -29 12
7 Team Klaksvík 16 311 530 -219 0

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *