Hevur tú íðkað ítrótt langt lív, so eru hendingar, sum standa klárari í minninum enn aðrar. Eitt eru vanligir landskappingardystir, annað er, tá ið vit í 1968 spældu allar fyrsta dystin í nýggju høllini í Klaksvík í fullsettari høll, og vit spældu fyrsta landsdystin í Høllini á Hálsi ímóti dønum í 1971, ella vóru uttanlands við hondbóltinum og vunnu FM heiti sum spælarar og venjarar. Hetta eru alt serlig ítróttaminni, sum sita djúpt í sálini. Seinasta leygardag spældu lið í bestu deildini steypafinalur, og sunnudagin áttu ungir hondbóltsspælarar tørn. Komandi vikuskifti verður Høllin á Hálsi fullsett við flogbóltsáskoðarum, tá tey eldru spæla steypafinalur í flogbólti leygardag og tey yngru liðini sunnudag. Men hví eru steypafinalurnar serligar?
Steypafinalurnar eru serligar, tí bara einaferð um árið verður gjørt so nógv burturúr. Steypafinaludagarnir eru hátíðardagar hjá ítróttagreinunum. Serligt hondbóltsgólv og flogbóltsgólv verður løgd á gólvið í høllini, har fyrst bara hondbóltsstrikurnar eru á vøllinum, og viku seinni bara flogbóltsstrikur eru á vøllinum. Harnæst verða finalurnar hjá teimum vaksnu sendar beinleiðis í sjónvarpi, har fólk kring landið og uttanlands kunnu fylgja finaludystunum. Og allar steypafinalurnar hjá teimum ungu verða dømdar av A-dómarum, sum vanliga døma í bestu deildini.
Mong eru fólkini, sum ongantíð koma í hallirnar at hyggja at hondbólti og flogbólti, men tey sita klistraði til sjónvarpstólið og fylgja dystunum. Hetta hoyrist allastaðni millum manna. Beinleiðis sendu dystirnir seta veruliga ljós á ítróttagreinirnar hesar dagar, og hondbóltur og flogbóltur er ótrúliga vælegnaðar ítróttagreinar at senda í sjónvarpi, tí spælið gongur skjótt og er spennandi.
Tað stuttliga við steypafinalunum er, at serlig støð í Føroyum koma í andglettin hesar dagarnar. Sørvágur, Kollafjørður, Fuglafjørður, Tvøroyri, Strendur, Vágur ella hvussu bygdirnar ella býirnir eita. Eg hoyrdi einaferð bygdaráðsformann í Sørvági siga við í útvarpinum, at flogbólturin í bygdina setti Sørvág á Føroyakortið.
Og tað allar týdningarmiklasta eru tey ungu, sum nú eisini fáa møguleikan at spæla steypafinalur undir eins góðum umstøðum og tey vaksnu. Tó verða dystirnir ikki sendir beinleiðis í sjónvarpi, men nógvir áskoðarar og góða lagið í høllini er upplivingar fyri lívið hjá teimum ungu.
Í morgun hugdi eg á heimasíðuna hjá Hondbóltssambandinum www.hsf.fo, og har vóru at síggja myndir av øllum teimum ungu steypavinnarunum. Myndir eru eisini av liðunum, sum taptu steypafinalurnar. Frálíkt avrik av HSF og sera góð “reklama” fyri hondbóltsspælinum. (Vagnur)

