Tað búgva ikki nógv ung fólk í grannalagnum, og tí koma ikki nógv børn í fastalávintsklæðum á gátt. Tó so, abbabørnini koma og einstøk onnur. Í gjárkvøldið bankaði á hurðini, og í hurðini stóðu tveir fittir blíðir dreingir, sum ikki búðu í grannalagnum. Hugflogið vantaði ikki, tí annar drongurin hevði funnið sær eina undirbuksur og klipt hol í tær, so hann fekk brúkt eygu og nøs. Um búkin hevði hann eina kurv, og so høvdu báðir dreingirnir ymsar pakkar hangandi niður við síðuni. Hin drongurin var í posa til húsarhaldsburturkast. – Hava tit verið í nógvum húsum, tí eg síggi, at posarnir er um at vera fullir við góðgæti, spurdi eg. – Hálvhundrað húsum, og vit eru ikki lidnir er, segði hin drongurin. Tá ið vit sóu alt góðgæti í posunum góvu vit teimum fyrst eina banan hvør, og glaðir vóru teir og ótu bananinar beinanvegin. Síðani fingu teir nakað av góðgæti at koyra í fulla posan. – Takk fyri og góða nátt, søgdu dreingirnir og fóru glaðir víðari. Fastalávint merkir “fyri føstina”, og at ganga grýla er aldargamal siður. (Vagnur)
