Átta vikur farnar – allir fýra hvølparnir fingið nýggjan eigara

Átta vikur gamal fittur hvølpur, sum altíð var blíður og lívsglaður. (Mynd Vagnur)

Átta vikur gamal fittur hvølpur, sum altíð var blíður og lívsglaður. (Mynd Vagnur)

Í dag og í morgin eru steypafinalur í hondbólti, men tá ið Rás 2 og Kringvarpið gera nógv burturúr steypafinalunum, skrivi eg einki um steypafinalurnar, sum eru hátíðardagar í føroyskum hondbólti.

Dystirnir verða beinleiðis sendir í sjónvarpi leygardag, og nógvir áskoðarar koma eisini til steypafinalurnar hjá teimum ungu sunnudag. Heldur fari eg við sorgblídni at skriva nakrar reglur um trý ára gomlu tíkina hjá abbabørnunum í Havnardali, sum fyri átta vikum síðani fekk fýra smáar, blindar og fittar hvølpur.

Tað var stórt upplivilsi at fylgja tíkini, tá ið hon var kviðin, tí hon broytti medferð. Upplivilsið var enn størri og lívsgevandi, tá ið hvølparnir komu. Áhugavert at hava fylgt tíkini og teimum fýra hvølpunum, sum broyttust hvønn dag í hesar átta vikurnar. Hvølparnir verða vanliga latnir eftir átta vikur, og nú hava hvølparnir fingið nýggjar eigarar.

Ein hvølpur er farin til Skúvoyar, ein til Æðuvíkar, ein til Oyndafjarðar og ein til Klaksvíkar. Ikki sørt av sorg er at hóma hjá húskinum í Havnardali, men hetta er lívsins gongd, tí tú kanst ikki hava allar hvølparnar. Fólkini, sum fingu hvølp, hava annan hund ella hava havt hund áður, so hvølparnir eru í góðum hondum. Niña, sum tíkin eitur, hevur ikki gingið til føðifyrireiking, men kláraði uppgávuna til “ug” allar átta vikurnar.

Teir fýra hvølparnir eru her bara nakrar dagar gamlir. (Mynd Vagnur)

Teir fýra hvølparnir eru her bara nakrar dagar gamlir. (Mynd Vagnur)

Og eg fekk nógv at vita um hund, sum eg slett ikki visti áður. Eg visti ikki, at tíkin etur lortin hjá hvølpunum, slikkar upp landið á gólvinum og heldur hvølparnar reinar. Hetta gjørdi Niña sjálvt seinasta dagin, áðrenn fólk komu eftir hundunum. Ótrúliga áhugavert at fylgja við, hvussu ymist sinnalag hvølparnir hava. Ein av hvølpunum var eins róligur og mamman, meðan aðrir vóru meira buldrutur. Stuttligt at síggja hvølparnar spæla á gólvinum, og hvussu tíkin hegnisliga var um teir.

Løgið at hugsa sær, at nú hevur Niña fyrst gingið við hvølpunum einar sjey vikur, og so verið um teir í átta vikur. Nú er hon aftur einsamøll. Hjá menniskjum fara tey ungu eisini einferð úr “reiðrinum”, men tey eru ikki so langt burturi. Niña sær ongantíð hvølparnar aftur, tó kanska hvølpin, sum fór til Skúvoyar, tí tað var har, Niña varð kviðin. Alt fær ein enda á hesi folk, eisini upplivilsini at fylgja teimum ótrúliga fittu hvølpunum í Havnardali. (Vagnur)

Stuttliga at síggja hvølparnar og tíkina hugna sær á gólvinum. (Mynd Vagnur)

Stuttliga at síggja hvølparnar og tíkina hugna sær á gólvinum. (Mynd Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *