Tá ið eg hoyrdi, at neistamenn vunnu við einum málið á VÍF í Vestmanna, ringdi eg fyrst til formannin í VÍF Áka Olsen, og so til Eirik Magnsussen liðleiðaran hjá neistakvinnum. Og Áki var sjálvandi vónsvikin eftir dystin. – Tá sá ógvuliga gott út í fyrra hálvleiki, og eg ivaðist ikki í, at VÍF fór at vinna dystin. Men í seinna hálvleiki gjørdi VÍF liðið alt ov nógvar villur, og Neistin kom bara nærri og nærri. Nú er tað so dysturin ímóti Kyndli í Havn mikukvøldið, sum er ógvuliga týdningarmikið fyri VÍF liðið, segði Àki.
Tá var betri lag á Eriki Magnusson, sum var ovurfegin um sigurin á VÍF. Ein arbeiðssigur, har neistamenn stríddu “reyvina” úr sær allan dystin á tamb. At síggja Bein og Herbjørn á linjuni og Bartal í málinum og allar hinar, hetta var fragd at síggja, Eg havi kanska ongantíð sæð eitt neistalið bart so nógv fyri einum sigri sum júst í dag, sigur Eirikur. Eg eri veruliga stóltur av neistamonnum, sum stríddust í allar 60 minuttirnar, sjálvt um teir vóru aftanfyri allan fyrra hálvleik og inn í seinna hálvleik. Serliga verjuspælið var til “ug”, og so eydaðist eisini væl í álopsspælinum, sigur Eirkur í stuttum.
Dystargongdin var henda: Javnt gongur á frá byrjan, og tá ið tíggju minuttir eru spældir, er VÍF á odda 6-5. VIF dregur eitt sindur meira frá næstu tíggju minuttirnar og er tá á odda 12-8. Neistin kemur til støðana 16-14 til VÍF, og hálvleikstøðan er 18-15 leiðsla til VÍF.
VÍF byrjar fyrstu minuttirnar í seinna hálvleiki best og kemur á odda 21-17, men so fær Neistin seks mál á rað og leggur seg á odda 23-21. Tá eru fjúrtan minuttir spældir. Nú kemur veruligur spenningur í dystin , har javnt gongur á til dystarenda. Javnleikur 25-25, 26-26, 27-27, 28-28, 29-29 og 30-30. Tá eru vit í seinasta minutti. Neistin fær brotskast, sum Teitur Magnussen skjýtur í málið, og Neistin vinnur dystin 31-30. Neista eru sjálvandi ovurfegnir.
Hóast tap, so er VÍF framvegis við í FM-stríðnum, og liðið spælir mikukvøldið ímóti Kyndli í Havn. Tveir veruligir toppskjúttar vóru í dystinum í dag. Filip Jojic hjá VÍF skjýtur fjúrtan mál, og Jugoslav Djumic, sum ikki hevur gjørt so nógv um seg í vetur, skjýtur tólv mál fyri Neistan. Thomas Juul Thomsen og Arnar Dam dømdu dystin. (Vagnur)
Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 14, Joen Pauli Høgnesen 3, Andrias Eriksen 3, Martin Ritto 3, Sámal Hansen 2, Regin Joensen 2, Agnar Joensen 1, Høgni W. Høgnesen 1 og Sámal Jákup Djurhuus 1
Málskjúttar Neistans: Jugoslav Djumic 12, Rógvi Nolsøe 5, Beinur Davidsen 4, Terji Mørk 3, Teitur Magnusson 3, Herbjørn Lava 2, Torstein Balle 1 og Ári Rouch 1
KÍF-StÍF 29-21(14-11) Sveinur skaddur eftir tíggju minuttir
StÍF fylgdi væl við KÍF í fyrra hálvleiki í Kollafirði, men tíverri bleiv Sveinur hjá StÍF skaddur eftir tíggju minuttir spæl og kundi tí ikki spæla restina av dystinum. Fyrri hálvleikur var javnur frá byrjan, tí tí eftir tíggju minuttir var javnleikur 5-5, og eftir góðar tjúgu minuttir var KÍF á odda 10-8. StÍF fekk bara eitt mál seinastu sjey minuttirnar, og tí kundi KÍF fara til hálvleik við 14-11 leiðslu.
Í seinna hálvleiki var sami munur til tíggju minuttir eru eftir at spæla. Tíggju minuttir spældir og 18-13 til KÍF, men eftir tjúgu minuttir var KÍF bara á odda við tveimum málum 22-20. Men so fær StÍF bara eitt mál í níggju minuttir, og KÍF fær sjey mál mál. KÍF vinnur tí greiðan sigur 29-21. VÍF og StÍF tapa í dag, og so bíða vit eftir dystinum mikukvøldið millum Kyndil og VÍF í Havn. Framvegis torført at siga, hvat lið spælir ímóti KÍF í FM-finalunum. Kyndil og H71 kunnu vera fegin um, at VÍF og StÍF snávaði, tí so gerast møguleikarnir betir hjá teimum á koma í FM-finalurnar. (Vagnur)
Málskjúttar KÍF: Niclas Selvig 8, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Andrias Nielsen 5, Tony Weihe 4, Rógvi Weihe 3, Rúni Joensen 3 og Ási Dam 1
Málskjúttar StÍF: Pætur Joensen 6, Allan Norðberg 5, Jón Rasmussen 3, Marius Joensen 3, Borgar Danielsen 2, Teitur Nilssen 1 og Jákup Berthelsen 1
Dómarar: Uni Wardum og Hannis Wardum
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | KÍF | 17 | 502 | 386 | 116 | 27 |
| 2 | H71 | 16 | 444 | 402 | 42 | 20 |
| 3 | VÍF | 16 | 449 | 398 | 51 | 19 |
| 4 | Kyndil | 16 | 411 | 393 | 18 | 19 |
| 5 | StÍF | 17 | 418 | 397 | 21 | 17 |
| 6 | Neistin | 16 | 382 | 411 | -29 | 12 |
| 7 | Team Klaksvík | 16 | 311 | 530 | -219 | 0 |

