VÍF/Tjaldur-Neistin 26-31(15-16) Dysturin javnur í 50 minuttir VB-StÍF 36-29 (17-16) Frálíkur dystur í Vági

Spell, at Adina nr 8 ikki kann spæla vegna skaða. Liljan, sum vit eisin síggja á myndini skeyt fjúrtan mál. (Mynd Álvur)

Spell, at Adina nr 8 ikki kann spæla vegna skaða. Liljan, sum vit eisini síggja á myndini skeyt fjúrtan mál. (Mynd Álvur)

Eftir kvinnudystin í Vestmanna fekk eg orðið á Jákup Hanusson hjálparvenjara hjá Neistanum, og eg spurdi hann, um neistakvinnur høvdu trupulleikar at vinna dystin, tí dysturin var ógvuliga javnur frá byrjan. Og Jákup sigur soleiðis:

– Neistakvinnur høvdu tað strevið ímóti VÍF/Tjaldur til tíggju minuttir vóru eftir av dystinum. Tá vístu neistakvinnur, at liðið hevur størri breidd enn VÍF/Tjaldur, og tær hava orkuna og spælararnar, sum kunnu avgera dystin.

Vit vistu fyri dystin, at tað kann vera torført at koma í gongd aftur eftir steypafinaluna og alt tað, sum er rundan um steypafinaluna. At fáa spælararnar niður á jørðina aftur og “fokusera” á landskappingina.

– Eingin ivi um, at Neistin hevði tað strevið í Vestmanna ímóti VÍF/Tjaldur til tíggju minuttir vóru eftir at spæla.

–  Liljan Djurhuus, sum skeyt fjúrtan mál í dag, helt VÍF/Tjaldur inni í dystinum, men tá ið tíggju minuttir vóru eftir, gekk orkan undan hjá VÍF/Tjaldur. Liljan slapp alt ov lætt, og okkara spælarar megnaðu ikki at verja hana rætt. Neistaspælararnir vóru alt ov passivir í verjuspælinum, tí heldur at fara fram at takla, stóðu spælarar ov nógv aftur á linjuni, sigur Jákup í stuttum úr Vestmanna.

Dystargongdin var henda: Javnt gekk á fyrst í dystinum, og tá ið ellivu minuttir vóru spældir var javnleikur 4-4. Neistin fær meira við viðvind næstu tíggju minuttirnar, tí eftir tjúgu minuttir er Neistin á odda 11-7. Seinastu tíggju minuttirnar av hálvleikinum gongur betur hjá VÍF/Tjaldur, har VÍF/Tjaldur kemur nærri og nærri, meðan tað haltar hjá Neistanum at fáa mál. Við hálvleik er bara eitt mál á muni 16-15 til Neistan.

Fyrsta korterið er´spælt í seinna hálvleiki, og liðini fylgjast framvegis. Fjúrtan minuttir spældir, og støðan er 21-21. Tjúgu minuttir spældir, og Neistin á odda 25-24, men so megnar VÍF/Tjaldur ikki at fyljga við, tí meðan VÍF/Tjaldur bara fær tvey mál seinastu nýggju minuttirnar, so fær Neistin seks mál og vinnur dystin 31-26. VÍF/Tjaldur spælir lagnudyst ímóti Kyndli í Havn mikukvøldið, og tapir VÍF/Tjaldur dystin, so er Kyndil mest sum í FM-finalunum. Daniel Rapa og Niclas Niclassen dømdu dystin. (Vagnur)

Málskjúttar VÍF/Tjaldur: Liljan Djurhuus 14, Tóra Seloy 4, Eilin Hansen 2, Sarah Hansen 2, Heidi Sevdal 1, Ansy Sevdal 1 og Barbara Nygaard 1 og Amanda Kristensen 1

Málskjúttar Neistans: Bára Hansen 6, Jacklin Durhuus 6, Barbara Brauer 6, Nicoleta R. Hansen 5, Eir Berg 3, Marjun Danberg 3, Unnur Danielsen 1 og Rakul Agustinussen 1

VB-StÍF 36-29 (17-16) Frálíkur dystur í Vági

VB spældi óivað besta dystin á vetrinum í Vági seinnapartin. Eg spurdi Egil Steintórsson, formannin í VB, hví júst hesin dysturin gjørdist so málríkur, og hann segði mær, at verjurnar vóru kanska ikki so góðar, men harafturímóti spældu liðini skjótt við nógvum skjótálopum, sum góvu mál. Frálíkt álopsspæl at síggja. StÍF kvinnurnar stríddust sum altíð ógvuliga væl, men liðið hevur ikki stóra breidd og hevði ikki vápnið at basa VB kvinnum, sum spældu væl í dag, segði Egil. Dystargongdin var henda:

VB var flúgvandi í álopsspælinum.

VB var flúgvandi í álopsspælinum.

VB fekk betri byrjan og kom á odda 8-4 eftir tíggju minuttir spæl. Tjúgu minuttir spældir, og VB á odda 14-11, men til hálvleiks liggur væl fyri hjá StÍF, sum kemur nærri og nærri. Hálvleikstøðan 17-16 til VB.

Í seinna hálvleiki hevur VB munin frá byrjan, tí eftir tíggju minuttir spæl, er VB á odda 22-19, og VB økir enn meira næstu tíggju minuttirnar, tá støðan er 28-23 til VB. Og tað er eisini VB, sum endar málríka dystin best. Endaliga støðan 37-29 til VB.

Eg havi ikki rætttiliga fingið skil á VB liðið í vetur, tí liðið er ótrúliga óstøðugt, tí í summum dystum er torført at koma yvir tey tjúgu málini, men so í dag verða 37 mál skotin. Tað er, sum um lyklasspælararnir hjá VB ikki megna at halda “støðið” hvønn dyst, og tí er VB ikki longur við í kappingini um FM-heitið. (Vagnur)

Málskjúttar VB: Gurið Mortensen 10, Tamara Radic 7, Marijana Trbojevic 6, Bára Krosslá Mortensen 4, Rannvá Johannessen 3, Rúna M. Jacobsen 3, Bjarta Hergirsdóttir 1, Helja Eyðunsdóttir 1 og Laila Jespersen 1

Málskjúttar StÍF: Oddrún Danielsen 7, Rebekka Justinussen 6, Paula Høgnesen 6, Fríðrún Danielsen 5, Bára Berthelsen 3 og Birna Tummasardóttir 2

Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 13 408 310 98 24
2 Kyndil 13 293 283 10 16
3 VÍF/Tjaldur 12 296 307 -11 12
4 VB 14 332 361 -29 10
5 StÍF 13 325 363 -38 9
6 Stjørnan 13 300 330 -30 7

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *