Team Klaksvík-Kyndil 26-28(10-13) Tað stóð á hjá Kyndli

Bárður Johannessen venjur kyndilsmenn saman við Finni Hansson. Mikukvøldið spælir Kyndil ímóti VÍF í Havn.

Bárður Johannessen venur kyndilsmenn saman við Finni Hansson. Mikukvøldið spælir Kyndil týdningamiklan dyst ímóti VÍF í Havn.

Eg tosaði við spælandi venjaran hjá Kyndli Finn Hansson hósdagin, og eg føldi á honum, at hann stúrdi fyri dystinum ímóti Team Klaksvík, tí Hans Áki og Julian vóru í Noregi, og nakrir kyndilsspælarar vóru meira ella minni skaddir. Og nú Zorko er komin aftur á liðið hjá Team Klaksvík, so roknaði eg við, at Kyndil fór at fáa trupulleikar í Klaksvík, og so var. Kyndil byrjaði betur og kom á odda 5-2, tá ið tíggju minuttir vóru spældir. Team Klaksvík nærkast Kyndli næstu minuttirnar, og tá ið tjúgu minuttir eru spældir, er Kyndil á odda 9-8. Men Team Klaksvík fær bara tvey mál seinastu tíggju minuttir av hálvleikinum, og tí er Kyndil á odda 13-10 við hálvleik. Fyrri hálvleikur var ógvuliga rótutur í løtum.

Í seinna hálvleiki byrjar Team Klaksvík best, og eftir ellivu minuttir er javnleikur 18-18. Tá ið átjan minuttir eru spældir er aftur javnleikur nú 21-21, men næstu minuttirnar leggur Kyndil seg á odda 26-22. Team Klaksvík kemur afturíaftur og í seinasta minutti er Kyndil á odda við einum máli 27-26. Team Klaksvík brennur upplagdan møguleika í seinasta minutti, og Kyndil fær brotskast í seinasta minutti, so dysturin endar 28-26 til Kyndil.

Fríðin Ziskason segði eftir dystin, at teir vóru nøgdir við dystin ímóti Kyndli, sjálvt um tað var keðiligt ikki at fáa javnleik í seinasta minutti. Zorko Pejovic er komin aftur sum spælandi venjari, og nú hava spælarar fingið mótið aftur. Menn tíma betur at venja, og Team Klaksvík ætlar at vinna onkran av teimum níggju dystunum, sum eftir eru, sigur Fríðin. Kyndil er framvegis við í FM-stríðnum, næsta stóra uppgávan hjá Kyndli er mikukvøldið ímóti VÍF í Havn. Ragnar Simonsen og Regin M. Peteresen dømdu dystin.

Tá man situr og skrivar eitt sindur um dystin í Klaksvík, sveima tankarnir um manskappingina í bestu deildini. Team Klaksvík hevur einki stig fingið higartil, tí tað hevur skortað við nóg mikið av spælarum. So kemur Zorko aftur til Klaksvíkar, og so bjóðar Team Klaksvík veruliga einum av liðnum av, sum kappast um at koma í FM-finalurnar. Liðini standa og falla við ávísum spælarum, og øll liðini uttan KÍF hava verið óstøðug í vetur. Tey hava mist stig, sum tey ikki roknaðu við at missa. Tí eru H71, VÍF, StÍF og Kyndil í harðari kapping um koma í FM-finalurnar. (Vagnur)

Málskjúttar Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 8, Zorko Pejovic 6, Beinur Heðinsson 5, Vilhelm Vilhelmsen 3, Jón Jacobsen 3 og Dánjal Kjærbo 1

Málskjúttar Kyndils: Finnur Hansson 9, Ludvík Súnason 7, Andrias Sólsker 4, Rógvi Dal Christiansen 3, Høgni Klein Olsen 1, Frank Askildsen 1, Thorvald Abrahamsen 1 og Josef Abrahamsen 1

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 16 473 365 108 25
2 H71 16 444 402 42 20
3 VÍF 15 419 367 52 19
4 Kyndil 16 410 393 17 19
5 StÍF 16 397 368 29 17
6 Neistin 15 351 381 -30 10
7 Team Klaksvík 16 311 529 -218 0

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *