Sigert Patursson bóndi á Vatnaskørðum er uppkallaður eftir oldurabbabeiggja sínum Sigert Patursson úr Kirkjubø, sum nítjan ára gamal í 1889 fór úr Føroyum og endaði á langari ferð í Sibiriu, har hann í seks ár livdi og ferðaðist millum upprunafólkið.
Sigert, sum í bókum sínum rópar seg Sigurd O. Patursson, var ævintýrari, rithøvundur, fjølmiðlamaður og tjóðskaparmaður um ein háls.
Sigert droymdi um eitt veraldarríkið, har allir heimspartar og øll fólkasløg í heiminum eiga at sameinast. Í 1994 kom út forvitnislig bók um Sigert, sum Turið Sigurðardóttir skrivaði.
Tá ið eg las forvitnisligu bókina um Sigert Patursson úr Kirkjubø, hugsaði eg fleiri ferðir, at tað er ikki bara í 2013, at føroyingar flyta av landinum og fara í allar heimskrókar, hetta hava føroyingar altíð gjørt. Útferðarlongsul hava vit øll, summi meira og summi minni, men at taka so dýran til, sum Sigert Patursson gjørdi í 1889, má vera eindømi.Greinin skrivað í august mánað í 2015 Læs resten









