Árnfirðingar vildu hava kirkju í 1932 – 50 fólk búgva í bygdini

Árnafjarðar kirkja mann vera tann minsta kirkjan í Føroyum. (Mynd Vagnur)
Árnafjarðar kirkja mann vera tann minsta kirkjan í Føroyum. (Mynd Vagnur)

Tá ið tú koyrir úr Klaksvík til Norðdepils, kemur tú fyrst úr fyrsta tunlinum, har tú sært lítlu bygdina Árnafjørð, áðrenn tú fert inn í seinna tunnilin. Árnafjørður varð fyri 1967 ein fjarskotin bygd, men tunlarnir góvu bygdini nýggjar møguleikar. Tó so, at bygdin er í fólkatali minkað 50%, síðani tunlarnir komu í 1967. Í bygdini stendur óivað minsta kirkja í Føroyum, sum rúmar hundrað fólkum. Greinin skrivað í 2014.

Árnafjørður er vakur stórur og vakur fjørður. (Mynd Vagnur)
Árnafjørður er stórur og vakur fjørður. (Mynd Vagnur)

Árnafjørður fyllir ikki nógv í hugaheiminum á kontórinum í Klaksvikar kommunu, tí tá eg ringdi á skrivstovuna í morgun, visti kvinnan í hinum endanum ikki, hvussu nógv fólk búðu í bygdini, og hvat vinnuligt virksemið var í bygdini. Løtu seinni tók maður telefonina og segði mær, at tað búðu hálvthundrað fólk í Árnafirði. Tíbetur fekk eg fatur á tí 72 ára gamla Mikkjali Mikkelsen úr Árnafirði, og tá bar til. Eg spurdi fyrst Mikkjal, hvat vinnuligt virksemi er í bygdini.

– Bakkafrost eigur øll aliloyvini í norðoyggjum, og í Árnafirði er eisini alivirksemi hjá fyritøkuni. Síðani eru tvey hummaraloyvi á fjørðinum, og eg plaga at fara oman at støðna at vita, hvussu vignast, og teir fáa fimtan kilo og í besta lagi fjøruti kilo av hummara, tá ið teir draga. Hummarin verður fluttur livandi úr Føroyum. Tú spýrt um flakavirkið? Flakavirkið í Árnafirði var fyrsta flakavirkið í norðoyggjum. Virkið kom í 1958, men tað munnu vera eini fimtan ár síðani, at virkið læt aftur, sigur Mikkjal.

Húsini er ógvuliga spadd í Árnafirði. (Mynd Vagnur)
Húsini er ógvuliga spjadd í Árnafirði. (Mynd Vagnur)

Í skrivið til Løgtingið í august mánað í 1932 sendu 46 árnfirðingar skriv, har sagt var, at hin langi og torføri vegurin til sóknarkirkjuna í Klaksvík var fresmta orsøkin, at árnfirðingar sendu løgtinginum umsókn um stuðul at byggja nýggja kirkju. Umbønin varð eftirlíkað, og 10. oktober 1937 stóð kirkjan liðug  og varð vígd av Jákup Dahl prósti. – Ja, síðani er tað kirkjan, sum tú nevnir, og sum varð vígd í 1937. Í kirjuni kunnu 80 fólk sita, men hon rúmar um 100 fólk, um vit taka loftið við. Hetta nøktar dagliga tørvin, men til jarðarferðir er kikjan ov lítil, sum í nógvum øðrum kirkjum í Føroyum. Tað munnu vera eini seks ár síðani, at skúlin í bygdini var niðurlagdur, og børnini fóru til Klaksvíkar at ganga í skúla. Tað eru bara eini seks skúlabørn í bygdini, sigur Mikkjal.

Tey bygdu vælútgjørt kappróðrarneyst í bygdini, men strilti gongur at manna bátarnar. (Mynd Vagnur)
Tey bygdu frálíkt kappróðrarneyst í bygdini, men striltið gongur at manna bátarnar. (Mynd Vagnur)

Í hugnaligum telefonpráti koma Mikkjal og eg eisini á tal um tunlarnar, sum vóru gjørdir í 1967. Vit tosaðu um stóra kappróðrarneystið, sum varð bygt fyri nøkrum árum síðani, um høgguslokkin, sum var nógvur í Árnafirði í 1980 – árunum. Og Mikkjal heldur lítið um tunlarnar, sum slett ikki eru tíðarhóskandi. Tí sum hann sigur, tað eru nógv fólk, sum slett ikki tora at koyra í gjøgnum myrk og trongu tunlarnar. Og Mikkjal heldur fram.

– Í hesum døgum verður nógv tosað um bygdarmenning, og at útjaðarin minkar í fólkatali. Beint eftir at tunlarnir komu í 1967 búðu umleið hundrað fólk í Árnafirði, og tað tekur bara nakrar minuttir at koyra til Klaksvíkar. Men bygdin er ikki voksin síðani í 1967, men minkað við 50 %, tí nú búgva bara hálvhundrað fólk í bygdini. Eg haldi mann kann siga, at tá ið tunlarnir komu, sluppu fólkini lættari burtur úr bygdini. Nýggja kappróðrarneystið verður mest sum brúkt sum eitt bygdarhús, og har eru ymist fyritakssemi, so sum veitslur og annað. Sjálvur róði eg kapp við 8-mannafarinum Árnfirðingi í 1960-árunum, og vit vunnu eisni FM-heitið trý ár á rað hesi árini, og báturin var bara mannaður við árnfirðingum.

Árnafjørður er umgyrdur av høgum fjøllum sum nógva aðrastaðni í Norðoyggjum. (Mynd Vagnur)
Árnafjørður er umgyrdur av høgum fjøllum sum nógva aðrastaðni í norðoyggjum. (Mynd Vagnur)

– Tú spyrt um høgguslokkin. Eingin høgguslokkur hevur verið á fjørðinum síðani í 1980 árunum, men tá var eisini nógvur høgguslokkur í nøkur ár. Annars hava vit í ár havt frálíkt summar í Árnafirði, her hevur verið lýtt og nógv sól, so vit skulu ikki klaga, tá ið vit hugsa um nógva mjørkan aðrastaðni í Føroyum, sigur Mikkjal at enda.

Eitt minihús varð bygt undir seinna heimsbardaga í Árnafirði. (Mynd Vagnur)
Eitt minihús varð bygt undir seinna heimsbardaga í Árnafirði. (Mynd Vagnur)

Í skrivið til Løgtingið í august mánað í 1932 sendu 46 árnfirðingar skrivi, har sagt var, at langi og torføri vegurin til sóknarkirkjuna í Klaksvík var fresmta orsøkin, at árnfirðingar sendu løgtinginum umsókn um stuðul at byggja nýggja kirkju. Umbønin varð eftirlíka, og 10. oktober 1937 stóð kirkjan liðug  og varð vígd av Jákup Dahl prósti.

Tað búgva ikki fleiri enn hálvhundrað fólk í Árnafirði. Bygdin er sjáldsom við stórum fjørði og umgyrd av høgum fjøllum. Árnafjørður verður mett at vera elsta bygdin í Norðuroyggjum, hetta er sjón fyri søgn, tí tann gamli Tingstaðurin er uppi á Køtlum í Árnafirði. Árnafjørður hevur síðani í 1908 verið uppi í Klaksvíkar kommunu, men bara í tvey tíðarskeið hevur bygdin havt umboð í kommununi. Frá 1924 til 1932 sat Guttorm Olsen í kommuni, og síðani í 2004 hevur Atli. S. Justinussen siti í kommununi.

Tað búgva ikki meira enn hálvthundrað fólk í bygdini. (Mynd Vagnur)
Tað búgva ikki meira enn hálvthundrað fólk í bygdini. (Mynd Vagnur)

Tað var eisini Atli, sum slóðaði fyri at byggja snotuligt róðrarneyst í bygdini, sum eisini kann nýtast sum eitt slags bygdahús. Árnafjarðar Róðarfelag eigur 8-mannafarið Árnfirðing og 5-mannafarið Katlu, men hevur eisini varðveitt gamlar kappróðrarbátar. Eg havi lisið onkrastaðni, at undir seinna heimsbardaga bygdu tey minuhús í Árnafirði., tí bygdin liggur so nær sjónum, at vandi var, at minur róku á land. Tá ið ættin lá inneftir víkini fóru fólk úr bygdini og niðan í minuhúsið at búgva. Í húsinum var køkur, matarstað og fleiri sovirúm við koyggjum, og sagt verður, at barn er føtt í minihúsinum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply