Sjáldsamur fuglur uttanfyri í garðinum

Myndin tikin gjøgnum køksvindeyga. Tað vóru tvær sevhønur uttan iva eitt par. 

Gangi mest sum hvønn dag við hundinum í Plantasjuni, har áhugaverd talva stendur við fuglum sæddir í Plantasjuni. Umframt vanligar fuglar síggja vit onkuntíð ókendar fuglur í garðinum hjá okkum, sum vit ikki áður hava sæð. Nú ein morgun hendi tað, og so at hyggja í bókina Fuglar í Norðurhøvum, og vit komu til niðurstøðu, at hetta var sevhøna. Fingu hetta váttað at skriva til savn.fo

Sevhøna kann vera átøk heilt lítlar tamari hønu í háttarlagi, velið upp í rógv, nikkandi, og setur høvdið fram úr sær. Hesin kropsburður er eykendari, tá hon svimur. Sevhøna hevur hvítan lit undir velinum.

Flestu sevhønur í Vestureuropa eru støðufuglur ella strokfuglur. Norðurmarkið er kvinkað eitt sindur norður eftir seinastu øld. Nakrar eru at síggja í Hetlandi, Noregi og Svøríki. Sevhønur eru sæddar í Føroyum og Íslandi seint á heysti, stendur at lesa í fuglabólkini. (Vagnur)

Árnfirðingar vildu hava kirkju í 1932 – 50 fólk búgva í bygdini

Árnafjarðar kirkja mann vera tann minsta kirkjan í Føroyum. (Mynd Vagnur)

Árnafjarðar kirkja mann vera tann minsta kirkjan í Føroyum. (Mynd Vagnur)

Tá ið tú koyrir úr Klaksvík til Norðdepils, kemur tú fyrst úr fyrsta tunlinum, har tú sært lítlu bygdina Árnafjørð, áðrenn tú fert inn í seinna tunnilin. Árnafjørður varð fyri 1967 ein fjarskotin bygd, men tunlarnir góvu bygdini nýggjar møguleikar. Tó so, at bygdin er í fólkatali minkað 50%, síðani tunlarnir komu í 1967. Í bygdini stendur óivað minsta kirkja í Føroyum, sum rúmar hundrað fólkum. Greinin skrivað í 2014. Læs resten

Ruth var fyrstu báturin hjá Meiarínum, sum sigldi eftir ferðaætlan

Tók myndina á vitjan á savninum hjá Birgari. Áhugavert eisini at síggja mjólkardunkarnar á dekkinum. Ja, tá áttu vit einki føroyskt flag. (Mynd Vagnur)

Tá vit vóru unglingar, hoyrdu við mangan tey eldru tosa um mjólkarbátin Ruth. Hetta í sambandi mjólkarbátarnar hjá Meiarínum. Ruth var søguligur og fyrsti báturin hjá Meiarínum, sum tá æt Thorshavns mælkaforsyning og margarinfabrik. Ruth var bygdur í 1906 á skipasmiðju í Noregi. Báturin var bygdur sum sleipabátur, men Meiaríið skrásetti bátin sum ferðamannaskip við loyvi til sjeyti ferðafólk.

Ruth stevndi 11. juni 1908 úr Stavanger inn á Havnina, og 1. august fór Ruth sum fyrsta skip at sigla við fastari ferðaætlan norður í Sundalagið, á Hvalvík og Oyri og inn í Sundalagið. Millum manna var bátarin róptur Mjólkarbáturin. Meiaríið seldi Ruth í 1929. Vit eldru kenna jú mjólkarbátarnar Sigmund, Trónd og Reynir, sum høvdu heimstað í Vágsbotni. Hetta er alt søga og góð minni. (Vagnur)

Ruth fyri teym á Havnarvág í 1910. Tá var eingin Moli og Havnin tí brimpláss. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Vit kunnu ikki takka Birgar Johannessen, sála, ov nógv

Myndin tikin í 1895 og niðan Skansabrekku. Húsini ovast eru tey hjá Jens Mohr, sum var ættaður heiman av Garði í Hoyvík. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Vit, sum eru fødd og uppvaksin í Havn og onnur við, hava so nógv at takka Birgar Johannessen, sála, fyri. Birgar savnaði tilfar um Havnina, sum ikki kann virðismetast nokk og ikki kann roknast út í peningi. Tað er bara at hyggja í báðar bøkurnar Havnin – fólk og yrki. Hvussu Birgar hevur borið seg at at útvega so nógvar virðismiklar myndir og savnað tilfar um Havnini, er torført at ímynda okkum. Birgar hevði eginleika sum savnari, ein eginleiki, sum vit onnur fáa gleði av. Stóra hjálp fekk hann frá konuni Elsu, sum heldur kki er millum okkum longur.

Myndin omanfyri er tikin umleið í 1895, tað vil siga “bara” fyri 125 árum síðani. Vit síggja Skansabrekkuna og húsini, sum Jens Mohr bygdi sær í 1887. Jens Mohr undirvísti navigatørum heima hjá sær sjálvum. Nógv er broytt við Eystaruvág síðani 1895, og 125 ár er ikki so nógv ár, tá hugsað verður um, at nøkur fólk í Havn eru farin um tey 100 árini. Húsahagi heilt oman í klettin. Nevnast kann, at í 1901 búðu 1656 fólk í Havn og 15.230 fólk í Føroyum. Um hetta mundið góð 10% av fólkatalinum búðu í Havn, nú búgva útvið 40% av fólkunum í Føroyum í Havn. Jens Mohr livdi frá 1855-1931. Hugnalig mynd og friðarligt, eingir bilar og eingir motorbátar. Haldi, at tíðin er komin. Saknur er í Birgari.  (Vagnur)

 

Fimm kend reiðfólk á Velbastaðvegnum fyrst í 1960-árunum

Í 1960-árunum á Velbastaðvegnum. Frá vinstru Tommy Arge, Helga Hermansen, Tórstein Holm, Edvard Niclasen og Kalmar Lindenskov. Vegurin er ikki enn asfalteraður.

Fekk um dagarnar áhugaverda og forvitnisliga mynd frá reiðmanni, mynd sum vekir góð minni um persónar, sum tú kendi og kenni. Vit eru stødd úti á Velbastaðvegnum, og á myndini eru Tommy Arge, Helga Hermansen, Tórstein Holm, Edvard Niclasen og Kalmar Lindenskov.

Hjá okkum mongu unglingum við Landavegin vóru hæddarpunktini á ólavsøku kappróðurin ólavsøkuaftan og kappríðingin ólavsøkudag úti á Velbastaðvegnum. Við Landavegin bíðaðu vit eftir skrúðgonguni við nógvu rossunum, sum vóru ávegis av Vaglinum út á Velbastaðvegin. Tommy Arge og Edvard Niclasen eru farnir, og fari eg at hugleiða nøkur orð um teir báðar. Læs resten

Rúnasteinur reistur við grøv Havgríms – høvding føroyinga

Vakri rúnasteinurin til minnis um Havgrím, høvding Føroya. Nikro Hermansen hevur høkt rúnurnar í steinin.

Vakri rúnasteinurin til minnis um Havgrím høvding føroyinga. Nigro Hermansen hevur høgt rúnurnar í steinin.

Havi fingið sendandi myndir úr Hovi í sambandi við, at tey reistu rúnastein til minnis um Havgrím – høvding føroyinga. Í Hovi eru einastu beytasteinar, reistir í miðøldini, sum finnast í Føroyum. Søgnin sigur, at steinurin, sum stendur uppi, er reistur yvir Havgrím, tí hann fall í bardaga. Steinurin, sum liggur niðri, er reistur yvir Leiv Øssursson, sum leið strádeyðan. Hesir steinar verða nevndir grásteinar, og staðið eitur Fámjinshól. Tú kanst niðanfyri lesa áhugaverdu røðuna, Hergeir Nielsen helt, tá rúnasteinurin varð avdúkaður. Greinin skrivað í 2015 Læs resten

Úr myndasavninum – Góð ungdómsminni í Konradsbrekku

Konradsbrekkan er einki broytt, síðani myndin varð tikin fyrst í 1950-árunum. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Eg kann sita góða løtu og hyggja at myndini omanfyri í bókini Havnin – fólk og yrki. Havi so nógv góð vetrarminni í hesi gøtu, tí Konradsbrekka var skræddaraseymað at skreiða á. Sjálvt um vit vóru uppvaksnir uppi við Landavegin, so leitaðu vit um veturin oman í Konradsbrekku ella Sigmundargøtu at skreiða. Har savnaðust nógvur ungdómur. Serligt við Konradsbrekku var, at hon hevði hetta serliga “svingið”, og tú fekst nógva ferð á sparkaran ella stýrisletuna. Ja, so var kioskin hjá Eileri Dam beint við hondina. Fantastisk mynd og góð minni. Læs resten

Sá einsamalt litfagurt hundaland í Plantasjuni í Havn

Eg setti eina fløsku víð síðuna av hundalandinum, so fólk síggja, hvussu størt hundalandið er. (Mynd Vagnur)

Tá eg fyri nú tjúgu árum árum síðani var í farloyvi sum lærari í eitt ár, arbeiddi eg í Plantajuni í Havn. Áhugvert arbeiði, sum eg minnist aftur á við gleði. Partur av arbeiðinum var hvønn mogun at rudda millum trøini og framvið gøtunum.. Nógvar vóru fløskurnar, vit funnu, eisini fullar ølfløskur og einstakar brennvínsfløskur. Har vóru eini trý hasjstøð, og vit funnu av og á hasjpípur ella rættari sagt hasjfløskur, har slanga var í bjølginum. Tá gav eg mær ikki far um nógvu hundalondini millum trøini, men í morgun rópti maður frá Skógrøkt meg. Vit fóru inn millum nøkur trø, og har visti hann mær stórt litfagurt hundaland. Læs resten

Úr myndasavninum – Áhugaverd skrúðgongumynd frá 1963

Neistafólk og onnur ganga ólavsøkuskrúðgongu í 1963. (Mynd Chistian Holm Jacobsen myndasavn)

Altíð áhugavert at síggja hondbóltsmynd sum hana omanfyri. Myndin er frá ólavsøkuaftan í 1963. Fremst við neistaflagginum gongur málverjin Christian Jørgensen í reyðum málmansbúna, hann sum stóð fyri at byggja Neistahúsið um hetta mundið. Christian var í nevnd neistans og stóð í málinum á besta neistaliði. Síðani koma mansspælararnir Jákup Dahl (Bass), Gunnar Ihlen og Johnny Reinert. Gunnar var kassameistari í Neistanum í nógv ár. Kendi og góði neistamálverjin Anna dóttir Nigga undir Kletti gongur aftanfyri Johnny, og síðani kemur Rannvá Hanusardóttir, sum er trettan ára gomul á myndini. Minnist væl Onnu í neistamálinum, hesin lívsglaði málverjin altíð í góðum lag. Læs resten

Hvussu langt aftur í barnarárini minnast vit í veruleikanum?

Mynd av mær frá 1951 og eri millum eitt og tvey ár gamal. Minnist einki frá hesi tíð.

1951 eri eg millum eitt og tvey ár gamal. Minnist einki frá hesi tíð.

Tá eg ein dagin í myndagoymsluna hjá mammu sá nakrar myndir frá barnaárunum, kom eg at hugsa um, hvussu langt aftur í tíðina vit veruliga minnast.

Ikki havi eg gott barnaminni, tí eg minnist tildømis ikki, hvørjar næmingar eg gekk í fyrsta flokki saman við í Nonnuskúlanum. Jú, kanska nakrar heilt fáar. Kenni fólk, sum minnast alt millum himmal og jørð frá barnaárnum sjálvt ymsar smálutir. Men hvat siga serfrøðingar á økinum.

Í veruleikanum er ikki tann stóri munurin, hvussu langt aftur vit minnast. Kanningar vísa, at vit í miðal minnast aftur til vit vóru 3,5 ár í miðal. Tó minnast summi aftur, tá tey vóru 2,5 ára gomul, meðan onnur minnast bara aftur til um 4 ára aldur. Evnini at minnast og hugsa eru ikki ment hjá børnum fyrr enn um henda aldur. Læs resten