Havi fingið sendandi myndir úr Hovi í sambandi við, at tey reistu rúnastein til minnis um Havgrím – høvding føroyinga. Í Hovi eru einastu beytasteinar, reistir í miðøldini, sum finnast í Føroyum. Søgnin sigur, at steinurin, sum stendur uppi, er reistur yvir Havgrím, tí hann fall í bardaga. Steinurin, sum liggur niðri, er reistur yvir Leiv Øssursson, sum leið strádeyðan. Hesir steinar verða nevndir grásteinar, og staðið eitur Fámjinshól. Tú kanst niðanfyri lesa áhugaverdu røðuna, Hergeir Nielsen helt, tá rúnasteinurin varð avdúkaður. Greinin skrivað í 2015
Havgríms grøv í Hovi
Tað er hátíðardagur í Hovi í dag, nú hovbingar fara at seta upp ein rúnastein við grøv Havgríms, høvding Føroya, sum búði her í høvuðsstaðnum Hovi fyri túsund árum síðan. Her liggur hann grivin, og her liggur einasta høvdingagrøv føroyinga, sum vísast kann á. Fátækar eru skrivligu keldur okkara úr søgunar tíðarhvarvi, har flest øll viðurskifti vóru borin víðari munn av munni – frá einum ættarliði til annað.
Nógv er tíverrri, sum ikki er skrivað niður, og noyðast tí tey, ið søguna siga, skriva og granska í nógvum førum at meta um dagsins viðurskifti fyri øldum síðan og síðani at seta brotini saman í eina størri heild. Meginfrásøgnin er søgd í Føroyingasøgu, sum hevur heimildir sínar úr Flateyarbók, sum so aftur er eitt elligamalt handrit úr Heimskringlu íslendinga niðurskrivað um 1200 ára skiftið – ella eini 200 ár eftir, at leikur fór fram.
Og dagurin við sviðnaeldar í Hovi fekk so størri søguligar avleiðingar, enn nakar hevði droymt um, tá sól rann úr havi henda dag. Hugsandi er, at onkur hevur hildið seg vera við sviðusoð við sviðnaeldar, og stóðst tí orðadráttur, har orð ókst av orði, og tveir teirra, ið við eldin sótu, brustu saman. Annar, Eldjarn Kambhøtt, sló hin, Einar Suðring, við einum træi, og hesin sló aftur við øks í hendi, soleiðis at Eldjarn fall í óvit.
Einar leitaði sær verju hjá Brestir og Beini, sum ráddu fyri aðrari helvt av oyggjunum, sum teir høvdu fingið í len frá norska jallinum, Hákuni Sjúrðasyni, meðan Havgrímur hevði sína helvt av Føroyum í len frá norska konginum, Haraldi Gráfeld. Ósemjan var tá komin á hægsta stig, heiður og æra skuldu verjast, og høvdingarnir yvir Føroyum stóðu hvør sínu megin teir báðar høvuðkambarnar.
Lagt varð í eldin til eitt eljustríð sum samstundis skuldi gerast keldan til ta fyrstu tingsetuna, vit hoyra um í Norðurhøvum yvirhøvur. Skúvoyarbrøðurnir kravdu “teir bestu menn at døma,” meðan hovbingurin vildu hava eina avgerð “har hann eina slapp at ráða” – so sum hann málbar seg. Ósemjan endaði so við, at Havgrímur stevndi Einari inn fyri “Streymoyar -Ting” har eingin semja spurdist burturúr, annað enn, at Einar Suðringur varð dømdur “eftir fornum landslógum” fyri at hava sligið sakleysan mann.
Hesum úrskurði á tingi letur høvdingurin í Hovi, sær ikki lyndað og fyrsta ósemjan, har ein tingviðger verður nevnd í skrivligum søguligum keldum flutti seg nú út í blóðuga stríðið úti í Dímun umleið ár 970. Søguligar heimildir váttað her, at ting hevur verið í Føroyum, áðrenn ósemjuna við svidnaeldar í Hovi. Grundað á hesa ósemju millum høvdingarnar í Hovi og Skúgvi, sum varð løgd fyri eitt verandi ting til viðgerðar og grundað á aðra gransking, verður hildið, at føroyska tingið er tað elsta yvirhøvur – eldri enn bæði ting íslendinga á Tingvøllum og eldri enn tingið, Tynwald Hill, á Isle of Man.
Hóast sorgarleikin, tá høvdingarnir høgdu hvønn annan niður í vápnaðum bardaga úti í Dímun, so kunnu vit frøðast um, at ósemjan gav okkum skrivligar keldur, ið váttað, at elsta ting í heiminum hevur ligið í Føroyum.
Bardagin har úti var øðiligur, og ein serligan dám fær hann við orðum Mikkjals á Ryggi, tá Havgrímur legði til Brestir við spjóti sínum.
Spjótið gleið í miðju inn,
stál í indrum lendi;
Brestir gjørdi eitt avreks bragd,
hann banasár sær kendi.
- og víðari hoyra vit í Brestis kvæði:
Trýsti hann seg á stungu fram,
blóð úr beni oysti,
høgdi so til Havgrím sterka,
øksl og arm hann loysti.
Líkið av Havgrími varð so flutt til Hovs, og takk fái tit hovbingar, at tit halda søguni hátt, og at tit virðismeta søguligu dýrgripirnar, tit eiga her í bygdini, so at tíðarinnar tonn ikki heilt ger av við teir. Ting føroyinga verður nevnt ellivu ferðir í Føroyingasøgu, men søgufrøðingar hava einki ávíst árstal fyri sjálva stovningina av føroyska tinginum annað enn, at tað var stovnsett nakað væl undan árinum 970, tá ósemjan í Hovi tók seg upp.
Íslendingar siga sítt ting stava frá 930, tá Altingið varð sett á stovn á Tingvøllum, og teir hátíðarhildu tað so eisini túsundáradagin í 1030. Havandi í huga, at norðbúgvar komu til Føroya stutt eftir ár 800 og til Íslands 73 ár seinni, so er tað eisini rættiliga sannlíkt, at íslendska tingið er væl yngri enn tað føroyska.
Tynwald, tingið á Isle of Man, varð stovnað í 979, men sjálv søgugongdin har tekur ikki við fyrrenn í einum eljustríði um ensku krúnuna á Stamford Bridge í 1066, sum so eisini gjørdi enda á víkingatíðini í Onglandi. Stamford Bridge er annars í dag betri kend sum heimavøllurin hjá bretska Premier League fótbóltsfelagnum, Chelsea, sum ivaleyst eisini hevur onkran fjepparan her um Hovsleiðina.
Lat okkum sláa fast her í Hovi í dag við nýggja rúnasteinin við grøv Havgríms, sum er einasta høvdingagrøvin í Føroyum, tað sama sum granskingin á økinum sigur, at føroyingar eiga tað elsta tingið, síðani íslendingar og síðani Isle of Man búgvar. Fleiri tingstaðir hava annars verið her í Norðurhøvum í fornari tíð. Gulating í Noregi, Thingvellir í Íslandi, , Tingwall í Hetlandi, Tingwalla í Orknoyum, Dingwall í Skotlandi, Tynwald Hill á Isle of Man eru kend meginting í so máta. Tingið í Føroyum varð lagt á einum oyðnum nesi miðskeiðis í oyggjunum, ið var lætt at koma til og fara frá, og fekk tí navnið Tinganes.
Onnur ting, har smærri mál vóru viðgjørd, vóru so hildin úti um oyggjarnar, og lá eitt teirra uppi millum Stovur, í einum landafrøðiligum miðpunktið í Suðuroynni miðskeiðis millum Hov, Øravík og Fámjin. Hetta serliga fyribrigdið, sum vit hoyra um í stríðnum millum Eldjarn og Einar, har skúvoyarbrøðurnir krevja, at lata “teir bestu menn at døma,” kemur fyri fýra ferðir í Føroyingasøgu. Aðru ferð vit hoyra tað, er tá Øssur Havgrímsson ber tað fram, eftir at Sigmundur hevur gjørt seg inn á hann úti í Skúgvi.
Triðju ferð er tá Tróndur í Gøtu ber tað fram vegna Leiv Øssurson, tí Sigmundur hevði dripið pápa hansara Øssur. Og fjórðu ferð, hugtakið um at lata “teir bestu menn at døma,” er tá Tróndur í Gøtu setur hetta tilboðið fram vegna einkjuna Turid, eftir deyða Sigmund Brestissonar. Í øllum hesum fýra dømum, sum vit kenna úr Føroyingasøguni, verður tilboðið um at lata “teir bestu menn døma,” havnað av mótpartinum, og eru tey tí løgd fyri Streymoyar ting til viðgerðar.
Hvørjir hesu “bestu menn” eru, vita vit ikki, men hugsandi er, at partarnir í eini ósemju hava hava valt eina nevnd av “bestu monnum,” sum teir hava givið mál upp í hendi til viðgerðar og avgerðar. Vildu teir so ikki ganga undir hesa skipan við “bestu monnum,” ja, so vildu teir gomlu høvdingarnir sleppa at “ráða eina – ella sjálvir” – soleiðis sum vit hoyra Havgrím í Hovi vilja tað í stríðnum við Brestir og Beinir, fyri at verja ættina, so at eingin ósnikkaður kom at ganga teimum heiðuri og æru ov nær.
Hóast rættarligu viðurskiftini kunna tykjast óskipaði, so vóru kortini skipaði politisk viðurskifti í Føroyum á øðrum økjum, sum fevndu bæði um alting, heimating og eitt nú dómsnevndir. Føroyar vóru eitt sjálvstøðugt løgdømi á sama hátt sum norsku tingini vóru tað í 800 talinum, landslógir vóru til og lógsøgumaður segði upp lógina. Alt bendir eisini á, at landið hevur verið stjórnað av egnum stjórnarstovnum við bæði lóggevandi og dømandi myndugleika.
Eingin yvir og eingin við síðuna av tingsins vilja er ein yndisstøða hjá fleiri okkara í dag, men hon er líka so rong nú, sum fyri túsund árum síðan, tá høvdingarnir settu seg yvir tingsins vilja og yvir tingsins fyriskipanum. Høvdingarnir gjørdu nevniliga sjálvir av, um teir tóku við tingsins avgerðum, so sum vit síggja tað í blóðugu orrustuni millum høvdingarnar, har tingsins endaliga avgerð varð avgjørd við vápnamegi úti í Lítlu Dímun.
Stutt kanna sigast, at tingið hevði lóggevandi og dømandi vald, meðan høvdingarnir høvdu útinnandi valdið. Tað var ein onnur tíð bæði so og so, og forvitnið eftir at kenna hana er sera stórt her suðuri um okkara leiðir.
Serliga nú, ið tøknin tekur fleiri og fleiri fløg oman av tí farna, so at vit í moldini, og serliga í teimum gomlu køstunum, so at siga kunnu lesa gamlar øldir sum eina opna bók. Okkum nýtist annars ikki at fara undir heilt fyri at avdúka tíðarinnar tonn. Hon sæst eisini aftur í teimum “tíðindafróðu” plantunum, sum vaksa oman á. Fleiri krydd- og lekjandi urtir eru fluttar landanna millum, og pollenkanningar í Tjørnuvík og í Mykinesi siga okkum, at har hava tey velt korn í 600 talinum.
Hvør støða Føroya er í altjóðasamfelagnum fara vit ikki at røða um á hesum sinni, bert í longum lopum nevna, at fólk settust niður í Føroyum í landnámstíðini. Søgufrøðingar halda, at írar, helst írskir munkar, hava búð her.
Eftir náttúrunnar gongd fjølgast hesir ikki nevnivert, men havast skal í huga at vanliga fylgdi eitt síðuleypandi samfelag við munkunum, tá teir í roynd síni at nærkast hinum almáttuga, leitaðu til so høg, fjar og knortliga atkomulig pláss sum gjørligt.Dømi er um, at írskir munkar leitaðu heilt út á Sceilg Mhichl, (Skellig Michael) ein naknan klett við ongum vatni, átta fjórðingar úr írsku strondini, ella nakað tað sama sum úr Hovi norður í Lítlu Dímun, til at granska halgar skriftir, og har dyrka Gud í einsemi sínum.
Meðan munkarnir hildu lív í sambandinum við Várharra, so helt samfelagið lív í munkunum, so leingi tað vardi, til hesir at enda ikki fingu frið longur fyri norskum ránsmonnum. Ein heimildarmaðurin er samtíðarmaðurin hjá Karlamagnusi, Dicuil, sum í 825 skrivar, at írar rýmdu undan norskum ránsmonnum, eftir at hava livað her í hundrað ár. Her í Hovi finna vit írsku bønarkráðirnar úti í Soyði, ið eru tær einastu í Føroyum, og vit kunna eisini leita inn í Ergidal, har ískir munkar búðu í forðum. Víða hvar verður granskað í fortíðini við teirri nýggjast tøknini, og stak áhugaverdur er teksturin í teimum bløðum, ið blaðað verður í.
Úr súrevnisisotopum í kúfiski síggja vit, at veðurlagið gjørdist eini 6 stig kaldari, fá ár eftir at víkingarnir komu til Íslands og Grønlands um ár 870, og tosað verður um eina lítla ístíð úti í 1300 talinum. “Tú ert tað tú etur” – er eitt slagorðið úr dagsins kostkyrvum, og hesi vitan kunnu granskarar gera sær dælt av serliga í teimum fyrr nevndu køstunum, har allar leivdir frá mati og matgerð endaðu.
Teir fystu norðbúgvarni í Grønlandi dyrkaðu bygg, og kundu tí eta greyt, bakað breyð, bryggja øl, og gera mjøð við gering av hunangi, vatni og korni. Einastaðni síggja vit isotopanalysir av strontiumisotopum í tannemaljuni siga nakað um mobilitet, hvussu tú flytur teg, hvar tú ert uppvaksin ella um tú ert tilflytari, nær tú ert jarðaður, hvat tú hevur etið, og kost og heilsu tína annars Aðrastaðni síggja vit fossilt DNA siga nakað um ættarbond og genetiskt upphav, og isotopini C13, og køvievni N15, siga nakað um kostin, og ójavnan í livihátti, har menn ferðaðust, meðan kvinnur og børn vóru heima.
Uppaftur aðrastaðni síggja vit, at høvdið varð høgt av trælum, áðrenn teir vóru grivnir saman við høvdinga sínum, og í onkrum útgrevstri sæst eisini, at høvuðleys fólk, sum vóru trælir og sum mistu høvdið, áðrenn tey fóru í grøvina saman við høvdinga sínum, ótu meira fisk, meðan hini ótu meira kjøt. Lat tað tí vera eitt ynski okkara her við grøv Hovgríms undir Homrum í Hovi, at leita verður í teimum jarðfestu friðaðu fornminnunum, ið her liggja, og soleiðis lata framkomna tøkni siga okkum nakað um lívið her í oyggjunum í fornum døgum.
Liggur nakar undir liðini á hesum elsta hovbinginum, vit vita um, er ein spurningurin, meðan annar spurningurin kundi verið, um beinagrind Havgríms er høgd sundur við deyða hansara, soleiðis sum Mikkjal á Ryggi sigur tað í Brestis kvæði. Fyri fótum hovbinga liggja stórir mentanargripir, ið vátta og sameina norrøna og keltiska upprunan her í útnorði, og sum bara liggja og bíða eftir at verða avdúkaðir. “Leikum fagurt á foldum, eingin treður dans undir moldum,” verður ofta havt fyri munni, og hesum kunnu vit skjótt verða samd í.
Gransking í ílegum hjá livandi føroyingum hevur nú loyst okkum fleiri gátur um uppruna føroyinga hesi seinastu árini, enn tær vit finna undir moldum. Í “European Journal on Human Genetics” síggja vit, at kvinnur og menn í Føroyum eru ættaði úr hvørt sínum herðashorni. Ílegurnar siga okkum, at fleiri enn 80% av monnunum hava felags ílegur við íslendingar, normenn og sviar, meðan restin er av keltiskum uppruna.
Einans 13% av kvinnunum eru av skandinaviskum uppruna, meðan tann stóri parturin er av keltiskum uppruna. Bróðurparturin av føroyskum monnum eru eftir ílegunum skyldir við menn úr Íslandi, Noregi og Svøríki, meðan danskir menn í ílegum sínum als ikki líkjast hesum. Henda nýggja vitan setur føroyingar og Føroyar í eitt nýtt áhugavert søguligt ljós, sum ivaleyst fleiri hava áhuga í at granska nærri.
Hjartaliga tillukku hovbingar við hesi víkingastevnu tykkara, og við skilvísi tykkara í at seta fyrsta høvdingi okkara ein rúnastein til minnis um ta styrki og tað vald, ið lá her í Hovi fyri túsund árum síðan. Og hjartaliga takk fyri, at tit eisini í verki tykkara minna okkum føroyingar á, at heimsins elsta ting lá her í Føroyum. Tit sita oman á forvitnisligastu fornlutum føroyinga, og tit eiga í hesum virðum tykkara eitt ovurstórt mentanarligt virði, sum vit øll eru takksom fyri, at tit fara vandaliga um.
Havgrímur varð jarðaður túsund ár eftir krossfestingina á Golgata og túsund ár áðrenn vit, ið her standa, vóru borin í heim. Um hann hevði frætt nakað um kristna gleðiboðskapin, vita vit ikki, men møguliga hevði hann tað, tí hovbingar kunnu eisini vísa á, at írskir munkar hava búleikast inni í Ergidali og havt bønarkráðir úti á Soyði. Ein smádrongur var hjástaddur sum eygleiðari til Dímunarbardagan, og hann sá, tá spjótið hjá Havgrími lendi inni í indrunum á pápa sínum.
Tá hesin drongur var vaksin til mans, fór hann eftir boðum frá norskum kongi við svørðinum á svíranum á føroyingum at tvinga teir til at sleppa Óðini, Tóri, asnum og jatnum, Valhøll og Vølvum og síðani at svørja Gudi trygdareið. Vit kundu staðið her í dagar og nætur og hugleitt um túsund ára gamla føroyska søgu, men tað verður av ongum. Søga føroyinga rýkur av bardaga og valdi – eisini eftir at Føroyar vóru kristnaðar – og politiska støða Føroya flutti seg so eisini ein og annan vegin, so sum tíðin gekk heilt upp at trúðbótini.
Meðan skúvoyarbrøðurnir og Havgrímur høvdu Føroyar í len frá norskum jalli og kongi, so svaraðu føroyingar aftur eini tveyhundrað ár seinni, tá ein teirra takka verið góðum skúlaskapi gjørdist kongur yvir Noregi.
J.P.Gregoriussen segði soleiðis um Sverra kong:
Í Kirkjubø ein skúli stóð,
á egnari grund var settur,
so mangan góðan mann uppdró.
var høgt í heimi mettur.
Og Gudmundur Bruun segði eisini í einum ørindi um henda merkismann, at skúli, mál og mentan vóru grundarlagið undir framburði og vøkstri:
»Forðum til kong
aldi tú Sverra, hin føroyska drong;
málið, ið beyð, so alt Noregi lýddi,
høvdingar skulvu, og fíggindar flýddu,
málið, ið háðaði páva og bál,
var hitt gamla føroyska mál.«
Mong onnur dømi eru um, at reystmenni vóru uppald og skúlaði í Føroyum upp gjøgnum tíðirnar, og at væl útbornir føroyingar hava gjørt vart við seg í øllum lutum bæði burturi og heima – líka úr fornøld og heilt fram at okkara døgum.
Enn eina ferð – takk fyri tit hovbingar, at tit varpa ljós á søgu okkara føroyinga, sum er sjálv fortreytin fyri, at føroyingar byggja land frameftir. R
Hergeir Nielsen 29.05.2014