Fekk um dagarnar áhugaverda og forvitnisliga mynd frá reiðmanni, mynd sum vekir góð minni um persónar, sum tú kendi og kenni. Vit eru stødd úti á Velbastaðvegnum, og á myndini eru Tommy Arge, Helga Hermansen, Tórstein Holm, Edvard Niclasen og Kalmar Lindenskov.
Hjá okkum mongu unglingum við Landavegin vóru hæddarpunktini á ólavsøku kappróðurin ólavsøkuaftan og kappríðingin ólavsøkudag úti á Velbastaðvegnum. Við Landavegin bíðaðu vit eftir skrúðgonguni við nógvu rossunum, sum vóru ávegis av Vaglinum út á Velbastaðvegin. Tommy Arge og Edvard Niclasen eru farnir, og fari eg at hugleiða nøkur orð um teir báðar.
Edvard Niclasen (1942–2000) kendi eg væl, tí hann og systirin Ebba vóru tvíburar. Chirstin, systir mín, og Ebba vóru vinkonur frá ungum árum. Foreldrini hjá Edvardi og Ebbu vóru Niels Petur og Anna Niclasen, sum høvdu sett búgv úti á Heygnum Mikla, har tey áttu stóra trøð og høvdu nógv kríatúr og flogfenað.
Niels Petur (1903-1992) var úr Hvalba og Anna (1901-1995) var frá Norðskála. Tilvildin vildi tað soleiðis, at Anna sum ung fór til Suðuroyar at arbeiða fisk. Í 1920 og 1930-árunum vóru nógvar sluppir í Suðuroy og harvið nógv virksemi. Teimum vantaðu arbeiðsmegi at vaska og hagreiða fiskin. Niels Petur var einkjumaður við tveimum smábørnum, Jonnu og Oluf, eftir at konan var deyð av havhestasjúku..
Niels Petur og Anna funnu saman og fluttu úr Hvalba við báðum børnunum út á Heyggin Mikla, og mær er sagt, at sakførari hevði átt stóru trøðna, sum Niels Petur og tey ognaðu sær. Niels Petur og Anna fingu tvíburarnar Ebbu og Edvard. Eg kom mangan við systur míni í heimið á Heygnum Mikla. Hetta dámdi mær væl, tí har var mangt spennandi hjá einum smádreingi. Um summarið var hoyggjað, og vit koyrdi eisini gras við hestavogni í súrhoyggjabrunn. Børnini sluppu altíð upp í part.
Niels Petur og Anna vóru góð við okkum ungu, og meg minnist, at Anna arbeiddi eisini fisk í Turkihúsinum í grannalagnum. Tey vóru adventistar og arbeiddu ikki leygardag. Síggi fyri mær Niels Petur og Annu fara oman Landavegin fram við hjá okkum vælklødd heim í Bethel í Fransabrekkuni.
Edvard var lærdur bilmekanikari og arbeiddi hjá Johannes Berg, sum helt til í bygningi skamt frá Turkihúsinum, sum nú er niðurtikið. Verkstaðsbygningurin stendur har enn. Minnist, tá Edvard, Karin, sum var skrivstovukvinna hjá Johannes Berg, Kurt Dal Christiansen og uttan iva onkur aftrat fóru til Týsklands eftir Rambler bilum at koyra til Danmarkar og um borð á skip til Føroya. Hetta vóru ”luksus” bilar, sum ikki vanliga vóru at síggja í Havnar gøtum. Minnist, at Edvard eitt skifti var á rækjuveiðu við Suðurvarða hjá John Dam, og hann búði eitt skifti í Danmark.
Tá Ebba var farin til Danmarkar at arbeiða á Skodsborg, og systir mín niður at læra til sjúkrasystir, kom eg framvegis eina tíð út á Heyggin Mikla. Hevði áhuga í rossum, ja, so kom Niclas í Koltri bátasmiður at búgva í grannalagnum. Niclas smíðaði eisini kappróðrarbátarur, sum hevði mín áhugi. Edvard Niclasen fór ungur bert 58 ára gamal.
Tommy Arge fór alt ov ungur einans 36 ára gamal.
Thomas Arge (1942-1978) róptur Tommy var sonur Ewald (1900-1974) og Kaju (1912-2004) Arge. Ewald og Kaja áttu børnini Turid, Odd, Gudny, Sverra og Tommy, og barnaheimið var í J.C. Svabosgøtu 13 við Rættará. Tommy var útbúgvin húsasmiður, og tað er í hesum sambandi eg serliga minnist Tommy. Lærumeistarin hjá Tommy var mammubeiggi hansara Símun Poulsen, sum seinni bleiv brandmeistari. Vit vistu tíðliga, at Tommy eisini var evnaríkur listamálari.
Tommy byrjaði longu sum smádrongur at tekna og mála, og longu sum tjúgu ára gamal í 1962 hevði hann málningar við á ólavsøkuframsýningini. Í 1964 gekk leiðin til Keypmannahavnar á ”Det Konglige Danske Kunstakademi”. Tommy búði á Hoyviksgarði síni seinastu ár.
Í 1972 fekk Tommy heiðurin at prýða uppgongina í Heiminum á Sýnini í Miðvági. Heimið var vígt 2. juli í 1972 og fylti hálvt hundrað ár í summar. Har búgva tretivu búðfólk, og eisini koma fólk til uppvenjingar og umlættingar á heiminum. Boð eru eftir listaverkum eftir Tommy, og Listasavnið hevur eisini lánt listaverkið frá Heiminum á Sýnini. Myndina omanfyri fekk eg frá heiminum.
Hini trý á reiðmyndini eru Helga, Tórstein og Kalmar – kend andlit í Havnargøtum. Kalmar kendur myndamaður, sum var við í nógvum kappríðingum, Tórstein uppvaksin í Hoyvík, sum í langt lív hevur virkað sum tannlækni á Sandi. Síðani Helga, sum eg tá bert kendist við, tí hon var systir Karl, sála, sum var vinnmaður beiggja mín. Tey búðu við Landavegin ávegis út á Fløtur. Í barna- og ungdómsárunum kendu vit meira og minni øll fólk í Havn. Vit vistu, hvørjar býlingar fólk hoyrdu til eisini uppi í Hoyvík og á Argjum (Vagnur – skrivað 22. oktober 2022)