Vit kunnu ikki takka Birgar Johannessen, sála, ov nógv

Myndin tikin í 1895 og niðan Skansabrekku. Húsini ovast eru tey hjá Jens Mohr, sum var ættaður heiman av Garði í Hoyvík. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Vit, sum eru fødd og uppvaksin í Havn og onnur við, hava so nógv at takka Birgar Johannessen, sála, fyri. Birgar savnaði tilfar um Havnina, sum ikki kann virðismetast nokk og ikki kann roknast út í peningi. Tað er bara at hyggja í báðar bøkurnar Havnin – fólk og yrki. Hvussu Birgar hevur borið seg at at útvega so nógvar virðismiklar myndir og savnað tilfar um Havnini, er torført at ímynda okkum. Birgar hevði eginleika sum savnari, ein eginleiki, sum vit onnur fáa gleði av. Stóra hjálp fekk hann frá konuni Elsu, sum heldur kki er millum okkum longur.

Myndin omanfyri er tikin umleið í 1895, tað vil siga “bara” fyri 125 árum síðani. Vit síggja Skansabrekkuna og húsini, sum Jens Mohr bygdi sær í 1887. Jens Mohr undirvísti navigatørum heima hjá sær sjálvum. Nógv er broytt við Eystaruvág síðani 1895, og 125 ár er ikki so nógv ár, tá hugsað verður um, at nøkur fólk í Havn eru farin um tey 100 árini. Húsahagi heilt oman í klettin. Nevnast kann, at í 1901 búðu 1656 fólk í Havn og 15.230 fólk í Føroyum. Um hetta mundið góð 10% av fólkatalinum búðu í Havn, nú búgva útvið 40% av fólkunum í Føroyum í Havn. Jens Mohr livdi frá 1855-1931. Hugnalig mynd og friðarligt, eingir bilar og eingir motorbátar. Haldi, at tíðin er komin. Saknur er í Birgari.  (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply