Úr myndasavninum – Góð ungdómsminni í Konradsbrekku

Konradsbrekkan er einki broytt, síðani myndin varð tikin fyrst í 1950-árunum. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Eg kann sita góða løtu og hyggja at myndini omanfyri í bókini Havnin – fólk og yrki. Havi so nógv góð vetrarminni í hesi gøtu, tí Konradsbrekka var skræddaraseymað at skreiða á. Sjálvt um vit vóru uppvaksnir uppi við Landavegin, so leitaðu vit um veturin oman í Konradsbrekku ella Sigmundargøtu at skreiða. Har savnaðust nógvur ungdómur. Serligt við Konradsbrekku var, at hon hevði hetta serliga “svingið”, og tú fekst nógva ferð á sparkaran ella stýrisletuna. Ja, so var kioskin hjá Eileri Dam beint við hondina. Fantastisk mynd og góð minni.

Birgar skrivar, at tað var gamli Jørgen Frands Jacobsen, sum við familju flutti til Føroyar í 1877. Ein av døtrunum æt Fanciska, og tá húsini høgrumegin vóru liðug í 1884, byrjaði Franciska privatskúla har. Franciska gavst við skúlanum í 1908. Í Havn vóru húsini tá tjørað svørt við hvítari grund, men Jørgen Frands vildi tað øðrvísi og málaði húsini reyð. Havnarfólk róptu húsini “Reyða húsið”. Á myndini síggja vit Valdemar Lützen og konuna spáka niðan Konradsbrekku. Haldi meg minnast Valdemar (1878 – 1957), men eg var bara sjey ára gamal, tá hann doyði. Tað er hetta at minnast í veruleikanum, og so minnast frá myndum. Reyðu húsini til høgru eigur Amalia  Danielsen.

Fara vit aftur til Konradsbrekkuna, so kom fyri, at vit fóru við stýrisletunum helt niðan til húsini hjá Tummas Rubeksen (hyrdin) ovast uppi á Dalavegnum. Hetta kundi vera vandamikil skeiðing, tí so nógv ferð kom á stýrisleturnar. Onkur fekk smásnuddir, tá sletan fór av grúsvegnum. Langa ferðin endaði niðri í Kondrandsbrekku ella rættari sagt niðri í Vágsbotni, tí var ferðin nóg stór, sluppu vit framvið gamla Danmark. Eisini minnist eg, tá sletan ella sparkarin endaði í laðaða garðinum hjá Grími á Dul.

Onkur spyr kanska, hvussu við øllum bilunum? Í 1960 var eg tíggju/ellivu ára gamal. Í 1960 vóru bara 1023 akfør skrásett í Føroyum , og tá eru motorsúkklur taldar við. Í 1960 vóru fáir vanligir persónbilar bara 111 av teímum 1023 akførunum. 208 hýruvognar, 450 vøru- og lastbilar, 236 motorsúkklur, ein brandbilur og ein sjúkrabilur. So um kvøldarnar vóru heilt fáir bilar at síggja í gøtunum. Haldi eisini, at bilarnir hildu seg burtur frá gøtunum, har bileigararnir vistu, at nógv børn skreiddu.

Nógv góð minni í Konrandsbrekku frá barna- og ungdómsárunum. Vit vóru útibørn og ikki innibørn, sum flest børn eru nú á døgum. Haldi eisini, at meira av kavi og frost var hesi árini, men kanska minnast vit bara tær góðu løturnar. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply