
Tá eg fyri nú tjúgu árum árum síðani var í farloyvi sum lærari í eitt ár, arbeiddi eg í Plantajuni í Havn. Áhugvert arbeiði, sum eg minnist aftur á við gleði. Partur av arbeiðinum var hvønn mogun at rudda millum trøini og framvið gøtunum.. Nógvar vóru fløskurnar, vit funnu, eisini fullar ølfløskur og einstakar brennvínsfløskur. Har vóru eini trý hasjstøð, og vit funnu av og á hasjpípur ella rættari sagt hasjfløskur, har slanga var í bjølginum. Tá gav eg mær ikki far um nógvu hundalondini millum trøini, men í morgun rópti maður frá Skógrøkt meg. Vit fóru inn millum nøkur trø, og har visti hann mær stórt litfagurt hundaland.

Ikki hevði eg myndatólið við mær, men seinni fór eg niðan aftur í Plantasjuna, tí mynd mátti eg hava av vakra hundalandinum. Lítið og einki veit eg um hundalond uttan tað, at summi hundalond kunnu etast, og onnur er so eitrandi, at tú kanst doyggja, um tú etur tey. Eg sá á telduni, at 6000 ymisk sløg av hundalondum eru bara í Danmark, og at fáast við hundalond er ein “vitinskapur”. Eg eri komin til, at hundalandið omanfyri eitur á latíni Amanita Muscaria og á donskum “fluesvamp” og er eitrandi. Tó ikki so eitrandi, tí tú skalt eta eitt kilo av honum, skalt vera í vanda at doyggja.

Hundalondini vaksa úr jørðini serliga frá august til og við oktober mánað. Tað eru bara ávís hundlond, fólk eta, tí sjálvt um summi hundalond ikki eru eitrandi, smakka tey ikki væl. Maðurin frá Skógrøkt vísti mær eisini nøkur smærri hundalond. Við einum smíli segði hann, at tú knast fáa rús at eta hundalond, sum eisini vaksa í Føroyum. Eg sá á Google, at skrivaðar eru nógvar bøkur um hundalond úti heimi. Veit um ongan føroying, sum leitar eftir hundalondum í føroysku náttúrini, ja og eisini etur tey.
Eg hevði so ongantíð funnið uppá at etið eitt hundaland úr Plantasjuni í Havn, men vakurt og sjáldsamt er hundalandið. (Vagnur)