Úr myndasavninum – Áhugaverd skrúðgongumynd frá 1963

Neistafólk og onnur ganga ólavsøkuskrúðgongu í 1963. (Mynd Chistian Holm Jacobsen myndasavn)

Altíð áhugavert at síggja hondbóltsmynd sum hana omanfyri. Myndin er frá ólavsøkuaftan í 1963. Fremst við neistaflagginum gongur málverjin Christian Jørgensen í reyðum málmansbúna, hann sum stóð fyri at byggja Neistahúsið um hetta mundið. Christian var í nevnd neistans og stóð í málinum á besta neistaliði. Síðani koma mansspælararnir Jákup Dahl (Bass), Gunnar Ihlen og Johnny Reinert. Gunnar var kassameistari í Neistanum í nógv ár. Kendi og góði neistamálverjin Anna dóttir Nigga undir Kletti gongur aftanfyri Johnny, og síðani kemur Rannvá Hanusardóttir, sum er trettan ára gomul á myndini. Minnist væl Onnu í neistamálinum, hesin lívsglaði málverjin altíð í góðum lag.

Ì 1963 vóru hondbóltskvinnur av Ísafirði og vitjaðu í Føroyum. Tær síggjast eisini í skrúðgonguni. Í 1962 kom besta kvinnuliðið hjá Fram til Føroya at spæla ímóti føroyingum. Aftanfyri Rannvá kemur undan kendi rógvarin Ingibjørg Samuelsen, sála. Ingibjørg var í nógv ár sjálvt akkerið í Havnar róðrarfelag, sum eg hoyri fólk enn tosa um í neystinum í Álakeri. Ein stríðskvinna, sum gav so nógv til felagsskapin.

Í 1963 spældu hondbóltsspælarar í løriftsskóm ella sum her á myndini í løriftsstylvum við knøttum undir botni. Neyðugt var at spæla í slíkum skóm, skuldi tú ikki glíða á grúsvøllinum. Í 1964 var grúsvøllurin í Gundadali asfaltteraður, og tá blivu hesir løriftsstylvar skifti út við flatbotnaðar løriftsskógvar. Vøllurin var asfaltteraður í sambandi við, at ÍSF fylti 25 ár, og at íslenska manslandslið kom at spæla ímóti føroyingum. Á asfaltvøllinum øktist ferðin á hondbóltsspælinum. Lættari var at dribla, og tú gleið ikki.

Stuttligt at síggja aftur hesar neistatroyggjur. Hetta vóru bomuldtroyggir, sum spælarar áttu sjálvir og vaskaðu sjálvir, tað vil hjá nógvum uttan iva mamman. Eingin lýsing er á troyggjunum, og fíggjarætlanin hjá feløgunum var ikki hon, sum vit eru vitni til í 2015. Tildømms eingir kostnaðarmiklir útlendingar. Sjálvur kom eg fyrstu ferð á besta liðið í 1968 og hevði nummar seks á rygginum á einlittari bláari troyggju, sum eg keypti mær sjálvur. Haldi, hon er til enn. Fantastisk tíð á uttanduravøllinum í Gundadali. Ì 1968 spældu vit fyrstu ferð inni í høll í Klaksvík, og seinast í 1970 spældu vit fyrsta dystin í høllini á Nabb, sum vit royptu høllina tá.

Ja, so er tað Kommunuskúlin, sum á myndini bara er sjey ára gamal. Hesin skúlin fekk løgna lagnu og átti at verið tikin niður. Ì løtuni er hann so illa røktur og harvið farin, at hann minnir um fólkatómu, niðurslitnu og gomlu íbúðarbygningarnar í gamla Eysturtýsklandi. Skúðgongan í 1963 byrjaði sum nú í Kommunuskúlagarðinum niðan Tróndargøtu, síðani eftir Sjúrðargøtu, oman Niels Finsensgøtu og oman á Vaglið. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply