Hvussu langt aftur í barnarárini minnast vit í veruleikanum?

Mynd av mær frá 1951 og eri millum eitt og tvey ár gamal. Minnist einki frá hesi tíð.
1951 eri eg millum eitt og tvey ár gamal. Minnist einki frá hesi tíð.

Tá eg ein dagin í myndagoymsluna hjá mammu sá nakrar myndir frá barnaárunum, kom eg at hugsa um, hvussu langt aftur í tíðina vit veruliga minnast.

Ikki havi eg gott barnaminni, tí eg minnist tildømis ikki, hvørjar næmingar eg gekk í fyrsta flokki saman við í Nonnuskúlanum. Jú, kanska nakrar heilt fáar. Kenni fólk, sum minnast alt millum himmal og jørð frá barnaárnum sjálvt ymsar smálutir. Men hvat siga serfrøðingar á økinum.

Í veruleikanum er ikki tann stóri munurin, hvussu langt aftur vit minnast. Kanningar vísa, at vit í miðal minnast aftur til vit vóru 3,5 ár í miðal. Tó minnast summi aftur, tá tey vóru 2,5 ára gomul, meðan onnur minnast bara aftur til um 4 ára aldur. Evnini at minnast og hugsa eru ikki ment hjá børnum fyrr enn um henda aldur.

Tey kønu brúka tveir hættir at kanna, hvussu fólk minnast aftur í barnaárini. Fyrsti hátturin er bara at tosa við fólk, hvat tey minnast. Hin hátturin er taka fram serligar hendingar, har foreldrini eru við sum stuðul. Tildømis, nær børnini lærdu at súkkla ella um tey minnast, nær eitt barn varð føtt í familjuni. Myndir kunnu eisini brúkast. Víst verður eisini á, at um foreldrini í gerandisdegnum tosa vanliga um farnu barnaárini við børnini, so koma tey seinni í lívinum at minnast meira og longri aftur enn onnur børn. Hetta at stimbra børnunum at minnast.

Og so eru tað familjur, sum hava størri áhuga í fortíðini enn aðrar familjur. Mangan verður sagt, at vit minnast, tað vit vilja minnast. Serfrøðin sigur, at fólk velja hendingar frá hvønn dag, og tað gera børn eisini, tí vit kunnu jú ikki minnast alt. Men eingin ivi er um, at serligar hendingar seta seg fast í minnið. Mangan er torført at skilja í millum, um vit hava fingið eina hending fortalda, ella um vit í veruleikanum minnast hendingina.

Eg kenni fólk í familjuni, sum minnast smálutir frá barnaárinum. Tey minnast, hvørjar troyggjur floksfelagir gingu í fyrstu skúlaárini. Komi júst at hugsa um, tá eg um fimm seks ára aldur var í Danmark við mammu míni. Vit vóru í djóragarði, men áðrenn eg kom til djórini, gjørdist eg bergtikin av eini blandimaskinu, har tveir mans blandaðu betong. Henda mynd stendur klár í minninum, men djórini minnist eg ikki.

Minnist aftur á spurnakappingirnar í Ùtvarpi Føroya í 1970 og 1980-árunum, tá fólk sótu við oyrunum langt inni í útvarpstólinum og lurtaðu eftir fólki, sum mintust so nógv á øllum økjum. Vit sóu upp til hesi fólk. Nú tosa vit ikki um børn, men um fólk, sum minnast so væl í vanliga gerandisdegnum. Tey lesa nógv, og tað, tey lesa, situr í minninum. Vit tosa eisini um at hava stutt minni og longri minni. Tú minnist eisini betur tað, sum tú hevur áhuga í.

So er tað uppalingin fyrstu kanska tvey árini. Sagt verður, óhepnar hendingar fyrstu árini kunnu seta djúp sár í sálini hjá børnum. Tey minnist ikki hesar hendingar, men tær eru har einastaðni í sálini og órógva seinni í lívinum. Myndin oman fyri er frá 1951, tá eg eri millum eitt og tvey ára gamal. Minnist einki til hesa tíð heldur ikki klæðini eg eri í, sum mamma bant. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply