Søguligir old boys og old girls FM-róðrar í Vestmanna

Vestmanna er í ár karmur um kappróðurin á fjarðastevnu. (Mynd Vagnur)

Vit skriva søgu í Vestmanna á fjarðastevnu, tí nú fara old boys og old girls rógvarar at kappast um FM-heitið. Áður var soleiðis, at stevnurnar sjálvar bjóðaðu gomlum bátum at rógva á nøkrum stevnum. Vit kenna gomlu 6-mannaførini Greivan úr Kollafirði og Falkin úr Hósvík, sum millum annað vóru fúsir hvørt ár á serliga ólavsøku. Eisini hava nýggjaru bátar mannaðir old boys og old girls áður róð á summum stevnum. Men nú brýtur Róðrarsambandið upp úr nýggjum og bjóðar FM-róðrar til tey eldru. Kappast verður um FM-heitið seinastu tríggjar stevnurnar á árinum. Læs resten →

Seks neistalið og onnur 1100 hondbóltslið spæla hondbólt í Partille cup í Gøtuborg

Partille cup er størsta altjóða hondbóltskapping í verðini.

Neistin hevur nú í tjúgu ár sent hondbóltslið til Partille cup í Svøríki, sum er størsta altjóða hondbóltskapping í verðini. Í ár eru neistaliðini seks í tali, dreingir 11 ár, gentur 11 ár, gentur 12 ár, gentur 14 ár, gentur 15 ár og dreingir 17 ár.  Kappingin byrjaði mánadagin 2. juli og endar í morgin leygardagin 7. juli. Læs resten →

Ungfólkini kunnu velja og vraka millum bátarnar

Sum í grind á ólavsøku í 2004. (Mynd Vagnur)

Stóra søgan í føroyska ítróttaheiminum í gjár var, at Havnarbáturin var lagdur, og manningin farin umborð á Nólsoying. Í kjalavørrinum á søguni komi eg at hugsa um, at nógv er broytt í føroyskum kappróðri, tí á mínum ungum døgum var torført bara at sleppa umborð á kappróðrarbát í Havn, tí bátarnir vóru so fáir, og so nógv vildu rógva. Men nú er vent í holuni.  Læs resten →

Havnarbáturin lagdur – Manningin farin umborð á Nólsoyingin

Alt sá so gott út í vár, tá ið nýggi Havnarbáturin varð flotaður. (Mynd Vagnur)

Heimasiðan hevur júst fingið at vita, at manningin umborð á Havnarbátinum hevur fyri seinastu ferð sett 10-mannafarið í neystið í Álakeri, manningin rør ikki longur við Havnarbátinum. Eg havi spurt bátsformannin Rúna Jacobsen, hví manningin heldur er farin umborð á Nólsoyingin? Læs resten →

Fótbóltsáhugað eru veruliga ovfarin av EFFO-liðnum úr Klaksvík

Liðformaðurin Hjalgrim Elttør slóðar fyri. (Mynd Álvur)

Fótbóltsfeløg hava seinnu árini verið í fíggjarligum andróðri, og hetta hevur havt stóra ávirkan á lønirnar hjá spælarum. Røddir hava sagt, at føroyskir fótbóltsspælarar fáa ov høga løn í mun til avrikið á vøllinum og inntøkurnar hjá feløgnum, og tí koma feløgini í trupulleikar. Spælarar fara flestir til feløg, sum samsýna best. Feløg hava repað seglini fíggjarliga. KÍ kom í trupulleikar í 2009, besta mansliðið flutti niður í lægri deild, men nú trý ár seinni er liðið knappliga á ovastu rók í EFFO deildini. Fólk høvdu ikki roknað við hesum og eru ovfarin.

Eg ætlaði ikki at skriva nógv um fótbólt á heimasíðuni, tí fótbóltur fyllir nógv í øðrum fjølmiðlum. Men eg haldi, at góðu úrslitini hjá EFFO liðnum úr Klaksvík skulu fáa nøkur orð á leiðini, nú fótbóltsspælarar eru farnir í summarfrí. Kappingin er meira enn hálvrunnin, og spældir eru 15 av 27 dystum. EB/Streymur og KÍ eru á odda við 30 stigum og Víkingur á øðrum plássi við 29 stigum. Læs resten →

Grein nummar hundrað farin á heimasíðuna

21. apríl skrivaði eg fyrstu greinina. (Mynd Vagnur)

21. apríl legði eg fyrstu greinina út á nýggju heimasíðuna. Hevði leingi spælt mær við tankunum um egnu heimasíðu, men visti ikki rættiliga, hvør kósin skuldi vera. Vildi royna at finna tilfar, sum aðrir fjølmiðlar ikki skriva um. Eg eri ótrúliga væl nøgdur við undirtøkuna, tað má eg siga, og arbeiðið hevur verið stuttligt og spennandi.

Serliga havi eg lagt stóran dent á myndirnar, sum fáa gott pláss á heimasíðuni. Eg havi roynt at fylgt við kappróðrinum, sum hevur mín stóra áhuga, og annars skriva um ymist, sum ikki er at finna á øðrum heimasíðum. Hondbóltur fyllir nógv í mínum hugaheimi. Læs resten →

Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni – Vit mistu næming í ferðsluvanlukku í 1999

Eva doyði  15. desembur 1999. (Mynd Vagnur)

Í dag sunnudagin 1. juli er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Tá kunnu fólk steðga á og minnast tey sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum. Henda dagin verða blómutyssi løgd út, har ferðsluvanlukkur hava kravt mannalív. 15. desembur í 1999 var dapur dagur hjá okkum í 4. flokki í Eysturskúlanum, tá ið næmingur í flokkinum doyði í ferðsluvanlukku í R.C. Effersøesgøtu.

Vit vóru komin til næstaseinasta skúladag fyri jólafrítíðina. Allir næminginarnir í Eysturskúlanum høvdu verið í kirkju henda mikudagin, og nú var bara jólahaldið eftir morgunin eftir, áðrenn farið varð í jólafrí.

Um seks tíðina 15. desembur kom eg út í gongina hjá okkum og síggi øgiliga blinkan av politibilum og sjúkrabili uppí á R.C. Effersøesgøtu nær tá Føroya Banka. Har stóð ein reyður bussur nakað tvørs av vegnum, og lítla løtu seinni kom øll ferðslan oman við hjá okkum eftir Hoydalsvegnum. Tey høvdu stongt R.C. Effersøesgøtu, tí ógvuslig vanlukka var hend. Læs resten →

Tjaldur fer at styrka Sunset liðið komandi kappingarár

Adina Petrea spælir eisini við Tjaldri kappingina komandi.

Kvinnuliðið úr Runavík hevði løgið farna kappingarár, tí liðið fekk bara seks stig, men megnaði tó at fáa onnur hampulig úslit, men síðani eisini nøkur stórtap. Orsøkin var óivað, at liðið var ikki nóg væl fyri á málmanspostinum, og liðið toldi ikki, at lyklaspælarar blivu skaddir. Sama manning heldur fram, men liðið skal styrkjast við málkvinnu og útispælara, sigur formaðurin Niels Petur Bech.

Vit kunnu øll fegnast um, at tey royna at menna hondbóltin í Runavík. Felagið hevur fleiri góð yngri lið, millum annað dreingir 10 ár, sum vunnu steypakappingina í vár. Læs resten →

Róðrarveðrið hevur verið frálíkt fyrstu fýra FM-stevnurnar

Róðrarlíkindini vóru vánalig á jóansøku í Vági í 2004. (Mynd Álvur)

Eingin FM-stevna í kappróðri er um vikuskiftið, gott tað sama, tí róðrarveðrið er alt annað enn gott. Tað hevur gingið frálíkt at avgreiða róðrarnar higartil, tí róðrarveðrið var til vildar, og bátarnir ikki so nógvir í tali, sum onkuntíð áður. Komi at hugsa um FM-róðrarnar í Vági í 2004, tá ið høvuðsdómarin kravdi, serliga fyrstu róðrarnar, at rógvarar skuldu rógva í vesti. Læs resten →

Trettan 8-mannafør róðu á sundalagsstevnu í 2000

Argjabáturin, Kvívíkingur, Ørvur, Knørrur og Nevið Reyða á norðoyastevnu í 2004. (Mynd Álvur)

Tað er ógvuliga áhugavert at hyggja at hagtølum á heimasíðuni www.drekin.fo . Umframt at síggja, hvørjir bátar hava róð á øllum stevnum aftur til 1973, eru øll úrslit og bestu tíðir at síggja. Til stuttleika havi eg hugt at “søguni” hjá 8-mannaførunum aftur til 1973, og í tveimum umførum hava trettan bátar róð. Á jóansøku í 1988 og á eystanstevnu í 2000.  Læs resten →