
Alexsandur er frálíkur hondbóltsspælari.
Í Stranda skúla ganga 170 børn, men fara vit aftur til ár 2003, gingu 256 børn í skúlanum. 86 færri skúlabørn í 10 ár ávirkar sjálvandi eisini tilgongdina av ungdómi til Stranda ítróttafelag. – Vit megna at manna eitt lið í hvørjari deild tó í einstakari deild tvey lið, sigur nýggi formaðurin.
Strendur er gomul hondbóltsbygd, og bítið á vestara armi á Skálafjørðinum er, at Skála tekur sær av fótbóltinum og Strendur av hondbóltinum. Í vikuni hevði Stranda ítróttafelag aðalfund, og mest sum øll nevndin fór frá og nýggj nevnd við sjey fólkum vald. Bara Andrass Danielsen, sum hevur verið formaður í felagnum í fimtan ár, tók við afturvali, men hesuferð sum vanligur nevndarlimur. Í nevndini eru Alexsandur Johansen, formaður, Anna Jacobsen, Paula Høgnesen, Jón Rasmussen, Hans Jacob Olsen, Johannus Berthelsen og Andrass Danielsen. Eg spyrji nýggja formannin, hvør nýggja kósin er sett í felagnum?

- Andrass var formaður í næstan fimtan ár. (Mynd Vagnur)
– Gamla nevndin vildi sleppa frá, og vit vóru nøkur, sum vildu fara í nevnd, men striltið gekk at fáa nóg nógv fólk í nevndina. Fyrsta royndin eydnaðist ikki væl, men at enda fingu vit sjey fólk at koma í nevnd. Gamla nevndin við Andrassi Danielsen sum formanni hevði virkað í nógv ár, men einaferð er hugurin og orkan uppi, tí mugu onnur traðka til. Læs resten →