H71 og Neistin melda ikki FM- liðini til “Europa cup”

Esbern Patursson og H71 fara heldur á venjingarlegu uttanlands

Mansliðið hjá H71 og kvinnuliðið hjá Neistanum vunnu FM-heitið í vár, og seinast í hesi vikuni er seinasta freist at melda liðini til altjóða kappingina. Men longu nú er greitt, at hvørki mansliðið hjá H71 ella kvinnuliðið hjá Neistanum halda seg til. – Tað kundi verið stuttligt at at roynt seg í “Europa cup”, men luttøkan er alt ov kostnaðarmikil. Mansliðið fer heldur á eina venjingarlegu. Tað er spurningur um at raðfesta í felagnum, sigur forkvinnan í H71 Sunneva Jacobsen. Jógvan Højgaard, sum hevur ábyrgd av neistakvinnum, váttar, at neistakvinnur melda ikki til “Europa cup”

Í Neistanum kenna fólk til, hvat tað kostar at spæla “Europa cup” dystir uttanlands, tí mansliðið hjá Neistanum hevur seinastu fýra árini spælt “Europa cup” dystir. Tú skalt rokna við, at ein altjóða luttøka kostar 250.000 krónur, og spælir liðið seg víðari, kostar hetta 250.000 krónur aftrat, tað vil siga hálva millión krónur fyri tvey umfør. Men tað velst sjálvandi um, hvørjum liði tú spælir ímóti og úr hvørjum landi.

Stóru útreiðslarnar eru fyrst og fremst flogferðin úr Føroyum og uppihaldið. Aftrat koma aðrar útreiðslur. Føroysku liðini plaga at bjóða mótstøðuliðunum at spæla báðar dystir í Føroyum ella spæla báðar dystir uttanlands, tí tá er peningur at spara.

Neistamenn hava í fýra ár spælt í” Europa cup”, tvær ferðir valdi felagið at spæla báðar dystirnar uttanlands og tríggjar ferðir var annar dysturin spældur í Føroyum. Í fjør vetur spældu neistamenn ímóti liðið av Kypros og í øðrum umfari ímóti Madeira úr Portugal.

Tað eru meistarar og steypavinnarar, sum kunnu melda til altjóða kappingarnar. Kvinnuliðið hjá Stjørnuni og mansliðið hjá Neistanum vunnu steypakappingina í februar mánað, og sum skilst á lagnum, meldar hvørki av liðunum til “Europa cup” í heyst.

Neistakvinnur hava mest sum somu manning. (Mynd Álvur)

Líka síðani í 70 árunum hava føroyskt lið við jøvnum millumbilum spælt í altjóða kappingum. Mansliðið hjá Kyndli spældi nógvar “Europa cup” dystir í 70 árinum og 80 árunum, og mansliðið hjá VÍF fekk okkurt árið góð úrslit í “Europa cup”. Kvinnuliðið hjá Neistanum fylti høllina á tremur við áskoðarum í 1979, tá ið neistakvinnur spældu tveir dystir ímóti polsku meistarunum og seinni ímóti svenskum, íslendsku og norskum meistaraliði. Neistamenn spældu í 1979 “Europa cup” dystir ímóti svenskum liði, kvinnurnar úr Stjørnuni hava meira enn einaferð spælt í “Europa cup”.

Tað vísir seg, at í hesum døgum er torført at útvega fígging til kostnaðarmiklu “Europa cup” dystirnar, hetta er spell, tí tað er týdningarmikið, at spælarar at sleppa at royna seg ímóti øðrum liðum enn bara teimum í føroysku kappingini, og at føroyskir áskoðarar síggja útlends lið í Føroyum.. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *