Føroyskt met – um starturin á 2000 metrum ikki slitnaði

Jallurin vann dreingjaróðurin í harðari kapping við Drekan. (Mynd Róar Dalsgaard)

Tey í Rúnavík hava verið best at avgreitt FM-róðrar, tá skiftast skal millum 1000 metrar, 1500 metrar og 2000 metrar startirnar. Í dag var eg klárur við yvirskiftini “føroyskt met”, tí skiftið frá 1000 metrum og út á 1500 metrar gekk so mikið skjótt, at allir róðrarnir kundu verið avgreiddir klokkan 17.15, og hetta hevði heilt vist verið føroyskt met, so langt aftur eg kann minnast, og tað eru hálvhundrað ár. Hannis Joensen og Suni Merkistein frá Kringvarpinum høvdu júst róst teimum í NSÍ kappróðri fyri altíð at avgreiða róðrarnar skjótt og væl, tá ið starturin á 2000 metrum slitnaði, og vit mistu 40 minuttir. Hóast óhappið, so fóru 10-mannaførini um málið klokkan 17.45.

Bara í dreingjaróðurin var spennandi, tá ið drekadreingirnir løgdu hart út og vóru á odda líka til endaspurtin, men megnaðu ikki at halda tørn í spurtinum. Annars vóru úrslitini tey somu sum á norðoyastevnu, bara tað at drekadreingir blivu nummar tvey í dag og nummar trý í Klaksvík, og at Suðuroyingur mátta lata annað plássið til Vestmenning. Vit kunnu ikki rokna við, at tær stóru broytingarnar verða í Kollafirði um eina viku, men heldur skulu vit bíða til á jóansøku í Vági um tvær vikur, har bara verður róð 1000 metrar. Í Vági eru altíð óvæntaði úrslit. Róar Dalsgaard var í dag við myndatólinum á mállinjuni, og niðanfyri síggja vit, hvussu stórur munurin er á bátum í flestu róðrunum. (Vagnur)

10-mannafør: Klaksvíkingar i serflokki, meðan Suðuroyingur má lata annað plássið til Vestmenning. (Mynd Róar Dalsgaard)

8-mannaførini: Miðvingur vinnur tryggan sigur, meðan tað gekk nógv betur hjá Gullbrandi i dag. (Mynd Róar Dalsgaard)

6-mannafør menn: Dysturin stendur millum Lóm og Riddaran og langt aftur er til Skúgv. (Mynd Róar Dalsgaard)

 

6-mannafør kvinnur: Man Hvessingur gera nakað við Páll Fanga í summar? (Mynd Róar Dalsgaard)

5-mannafør kvinnur: Størri munur millum Havfrúnna og Blík, men Firvaldur kláraði seg nógv betur. (Mynd Róar Dalsgarð)

5-mannafør getnur: Erla Kongsdóttir var fyrst allan vegin og fer her um málið. (Mynd Róar Dalsgaard)

Barnaróður dreingir
1 Junkarin 02:38.01
2 Fípan Fagra 02:41.08
3 Pílur 02:45.02
4 Jomfrúgvin 02:45.10
5 Kollur 02:48.06
6 Frúgvin 02:50.22
7 Sílið 02:52.11
Støðan
1 Junkarin 14
2 Fípan Fagra 12
3 Pílur 10
4 Jomfrúgvin 7
5 Frúgvin 6
6 Kollur 5
7 Sílið 1
Barnaróður gentur
1 Jallurin 02:42.01
2 Hulda 02:45.21
3 Royndin Fríða 02:48.06
4 Teistin 02:48.12
5 Jomfrúgvin 02:49.11
6 Pílur 02:55.08
7 Tambar 02:56.08
8 Svanur 02:57.06
Støðan
1 Jallurin 14
2 Hulda 12
3 Royndin Fríða 10
4 Teistin 8
5 Jomfrúgvin 6
6 Pílur 4
7 Tambar 2
8 Svanur 0

5-mannafør dreingir

1 Jallurin 04:58.05
2 Drekin 04:58.19
3 Teistin 05:02.00
4 Erla Kongsdóttir 05:05.14
5 Royndin Fríða 05:05.15
6 Havfrúgvin 05:05.24
7 Firvaldur 05:07.22
Støðan
1 Jallurin 14
2 Teistin 11
3 Drekin 11
4 Havfrúgvin 6
5 Royndin Fríða 6
6 Erla Kongsdóttir 5
7 Firvaldur 3

5 mannafør gentur
1 Erla Kongsdóttir 05:20.11
2 Hvassi 05:21.24
3 Blikur 05:25.02
4 Sílið 05:25.05
5 Fípan Fagra 05:27.12
6 Ørnin 05:28.00
7 Royndin Fríða 05:28.13
8 Tjaldrið 05:28.22
9 Pílur 05:46.04
Støðan
1 Erla Kongsdóttir 14
2 Hvassi 12
3 Blikur 9
4 Sílið 9
5 Royndin Fríða 4
6 Ørnin 3
7 Fípan Fagra 3
8 Tjaldrið 2
9 Pílur 0

6 mannafør kvinnur
1 Páll Fangi 05:04.18
2 Hvessingur 05:10.14
3 Rádni 05:12.10

Støðan
1 Páll Fangi 14
2 Hvessingur 12
3 Rádni 10

5-mannfør kvinnur
1 Havfrúgvin 05:18.20
2 Blikur 05:22.17
3 Firvaldur 05:25.07
4 Strípan 05:30.00
5 Falkur 05:31.21
Støðan
1 Havfrúgvin 14
2 Blikur 12
3 Firvaldur 10
4 Strípan 8
5 Falkur 6

6-mannafør menn
1 Lómur 07:18.05
2 Riddarin 07:20.14
3 Skúgvur 07:26.04
Støðan
1 Lómur 14
2 Riddarin 12
3 Skúgvur 10
4 Sundabáturin 4

8 mannafør
1 Miðvingur 06:58.06
2 Argjabáturin 07:02.15
3 Gullbrandur 07:04.03
4 Heiðabáturin 07:16.11
Støðan
1 Miðvingur 14
2 Argjabáturin 12
3 Gullbrandur 10
4 Heiðabáturin 4

10-mannaførini
1 Klaksvíkingur 08:53.07
2 Vestmenningur 08:58.07
3 Suðuroyingur 08:59.15
4 Havnarbáturin 09:07.19
Støðan
1 Klaksvíkingur 14
2 Suðuroyingur 11
3 Vestmenningur 11
4 Havnarbáturin 8

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

En tanke om “Føroyskt met – um starturin á 2000 metrum ikki slitnaði

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *