Geir Wardum heldur fram at venja kyndilskvinnur

Geir Wardum stýrir uttanfyri, og Jórun Ludvig stýrir kyndilskvinnum á vøllinum.

Kyndilskvinnur endaðu farnu landskappingin við 21 stigum og blivu nummar fýra av sjey liðum. Liðið er sett saman av ungum evnaríkum spælarum og royndum spælarum, sum hava spælt á liðnum í nógv ár. Tað, sum sermerkti kyndilskvinnur kappingina farnu, var, at liðið kundi spæla upp ímóti toppliðunum, og so viku seinni snáva ímóti veikaru liðum. Ein av orsøkunum er, at ungu kvinnurnar hava ikki royndirnar, og tí ikki megna at halda dygdina allar dystirnar, sigur venjarin Geir Wardum.

Geir Wardum er venjari, sum vil nakað, hann livir seg veruliga inn í hondbóltsspælið, og kann hann  onkuntíð tykjast at fara eitt sindur ov langt, tá ið hann er ónøgdur við spælarar ella dómarar. Hetta er hansara máti at vera sum venjari. Vit kunnu vera samd um, at Geir hevur fingið ferð á aftur kvinnuhondbóltin í Kyndli, tí fá eru árini, síðani liðið fór í næstbestu deildina.

Havi spurt Geir, um kyndilsliðið verður mannað við somu spælarum kappingina komandi?

– Allir spælararnir halda fram uttan Súsanna Petersen, sum fer uttanlands. Eg kann nevna, at vit fyrireika okkum betur til kappingina komandi, vit venja nú styrkivenjingar tveir ferðir um vikuna og í høll eina ferð fram til ólavsøku. Eftir ólavsøku venja vit fleiri ferðir í høll, sigur Geir.

Kyndilskvinnur vóru ikki lættar at rokna út, tí liðið vann tildømis 11. mars í ár 26 -23 á Stjørnuni í Klaksvík og var um at vinna á neistakvinnum seinast í januar mánað, tá ið liðið tapti 29-27 fyri Neistanum. Men so var liðið kanska ikki at kenna aftur viku seinni, tá ið spælt varð ímóti veikaru liðum. Tað var, sum stríðsandin rakk mest til toppliðini. Hvat sigur Geir um hetta?

-Umberingin er ikki, at ungu kvinnurnar spældu ov nógvar dystir á yngru liðum, men heldur er orsøkin, at ungu kvinnurnar hava ikki royndirnar at halda høga støðið í øllum dystum. Kappingina komandi eru kvinnurnar eitt ár eldri og skulu nakrar ikki spæla longur í gentum 17 ár, sigur Geir at enda.

Enn vita vit ikki nágreinliga, hvørjar kvinnur manna liðini næsta vetur, men vanligt er, at nógvar ungir spælarar fara uttanlands. Veit eitt sindur um neistakvinnur, og har veit  eg bara um málverjan Erlu Eliasen, sum fer aftur til Danmarkar. Hvør skal verja neistamálið saman við Mariu Samuelsen er enn ógreitt.

Eg rokni við, at kyndilskvinnur koma longur fram á stigatalvuna í heyst og meti, at tað vantar ikki nógv í at røkka einum finaluplássi. Geir hevði ongan hjálparvenjara seinasta kappingarár. Málmansvenjari var Hákun Djurhuus, og Leif Kristoffersen var liðleiðari. (Vagnur)

 

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *