Í Stranda skúla ganga 170 børn, men fara vit aftur til ár 2003, gingu 256 børn í skúlanum. 86 færri skúlabørn í 10 ár ávirkar sjálvandi eisini tilgongdina av ungdómi til Stranda ítróttafelag. – Vit megna at manna eitt lið í hvørjari deild tó í einstakari deild tvey lið, sigur nýggi formaðurin.
Strendur er gomul hondbóltsbygd, og bítið á vestara armi á Skálafjørðinum er, at Skála tekur sær av fótbóltinum og Strendur av hondbóltinum. Í vikuni hevði Stranda ítróttafelag aðalfund, og mest sum øll nevndin fór frá og nýggj nevnd við sjey fólkum vald. Bara Andrass Danielsen, sum hevur verið formaður í felagnum í fimtan ár, tók við afturvali, men hesuferð sum vanligur nevndarlimur. Í nevndini eru Alexsandur Johansen, formaður, Anna Jacobsen, Paula Høgnesen, Jón Rasmussen, Hans Jacob Olsen, Johannus Berthelsen og Andrass Danielsen. Eg spyrji nýggja formannin, hvør nýggja kósin er sett í felagnum?
– Gamla nevndin vildi sleppa frá, og vit vóru nøkur, sum vildu fara í nevnd, men striltið gekk at fáa nóg nógv fólk í nevndina. Fyrsta royndin eydnaðist ikki væl, men at enda fingu vit sjey fólk at koma í nevnd. Gamla nevndin við Andrassi Danielsen sum formanni hevði virkað í nógv ár, men einaferð er hugurin og orkan uppi, tí mugu onnur traðka til.
– Nú fara vit til verka, og tað fyrsta er at seta venjarar til allar deildirnar komandi kappingarár. Um eina viku ella so skuldi verið klárt, hvør venur menninar, og hvør venur kvinnurnar. Sum tú skrivar omanfyri, so minkar barnatalið í Stranda skúla, og hetta ávirkar eisini tilgongdina av spælarum. Annar trupulleiki er eins og aðrastaðni, at ungfólk fara uttanlands í lestrarørindum, og tá ið spælararnir framman undan eru ov fáir, so uppstendur trupulleikin. Hetta merkist serliga á kvinnusíðuni.
-Mansliðið hjá StÍF verður mannað við somu manning sum í fjør, men Jóannes Prestá fer uttanlands, men Borgar Danielsen kemur aftur á liðið. Spurningurin eru málmenninir, tí Mariann er farin heimaftur, sigur Alexsandur at enda.
Tað hevur altíð verið nakað serligt við hondbóltsspælinum í StÍF, kanska ikki so nógv seinnu árini, men spælistílurin er skjótt álopsspæl við nógvum tekniskum skjótum spælarum. Stuttligt at hyggja at slíkum hondbólti. StíF hevur havt nógv góð manslið, og steypakappingina vann liðið í 2004, 2005, 2006 og 2007. Mansliðið vann meistaraheitið seinast í 2003.
Meira meira striltið hevur gingist kvinnuliðnum, sum roynir at halda tørn, men liðið missir ov nógvar ungar kvinnur, so liðið kann koma í oddin. Okkurt árið hevur liðið fingið útlendskan styrk, men í fjør var liðið mannað við nógvum ungum góðum spælarum. StÍF kvinnurnar spældu nógvar frálíkar dystir serliga á heimavølli, har liðið vann á VB, VÍF, Tjaldri og Kyndli og bara tapti við teimum málum fyri Neistanum og Stjørnuni.
Nú fer nýggja nevndin til verka, og vónandi fáa vit at síggja gott manslið og gott kvinnulið í bestu deildini, og at tað fer at eydnast at manna øll tey ungu liðini. Havi hoyrt, at Sveinur Justinussen kemur aftur til Føroyar, og fær StÌF góðan málverja ístaðin fyri Mariann, so hava vit eitt topplið. (Vagnur)



