Somu bátar hava vunnið allar róðrarnar bæði í Klaksvík og Runvík, men í dag hevði eg roknað við, at drekadreingirnir fóru at taka Jallin, men enn vantar eitt sekund í. Hevði ikki roknað við so spennandi 10-mannafarsróðri, tí sjálvt um Vestmenningur hevur ligið fram við, so metti eg Klaksvíking at hava tak á støðuni. Men tá ið avtornaði var Vestmenningur bara hundrðapartar av sekundi at taka Klaksvíking, ella rættari sagt, Vestmenningur tapti á stokkinum, meðan Suðuroyingur hevur ikki sama stev sum í Klaksvík.
Tað kom óvart á, at genturnar umborð Hvassa fóru avstað við sigrinum seinnapartin, tí Erla Kongsdóttir var tryggur vinnari á seinastu tveimum stevnunum. Tríggjar stevnur eru farnar, og vit hava somu vinnarar á øllum stevnunum uttan 5-mannafør við gentum, har Erla Kongsdóttir vann í Klaksvík og Runavík, og Hvassi vann í dag. Nú rógva allir bátarinr 1000 metrar í Vági. Lít á meg, tað kemur eitt ella tvey óvæntað úrslit í Vági. Eirikur á Kletti, sum stýrir Sílinum mannaður við gentum, tók nakrar myndir seinnapartin, tá ið hann var komin úr bátínum. Øll úrslit og støður eru at síggja á www.drekin.fo Eirikur fekk onga mynd av Havfúnni við kvinnum.
Fjóðri FM-róðrarnir eru í Vági leygardagin, og eg havi hoyrt, at Gongurólvur við monnum er við í Vági, og at Gongurólvur við kvinnum eisini rør nakrar av seinastu róðrunum. Seinastu tríggjar róðrarnar fara old boys og old girls at kappast um FM-heitið. Fleiri myndir longur niðri. (Vagnur)

5-mannafarið Jallurin dreingir vunnu triðja róðurin á rað við Drekanum beint í hølinum. (Mynd Eirikur)

Miðvingur verður óivað ikki tikin í summar, men kanska verður javnari á 1000 metrum í Vági. (Mynd Eirikur)









