Tjaldur fer at styrka Sunset liðið komandi kappingarár

Adina Petrea spælir eisini við Tjaldri kappingina komandi.

Kvinnuliðið úr Runavík hevði løgið farna kappingarár, tí liðið fekk bara seks stig, men megnaði tó at fáa onnur hampulig úslit, men síðani eisini nøkur stórtap. Orsøkin var óivað, at liðið var ikki nóg væl fyri á málmanspostinum, og liðið toldi ikki, at lyklaspælarar blivu skaddir. Sama manning heldur fram, men liðið skal styrkjast við málkvinnu og útispælara, sigur formaðurin Niels Petur Bech.

Vit kunnu øll fegnast um, at tey royna at menna hondbóltin í Runavík. Felagið hevur fleiri góð yngri lið, millum annað dreingir 10 ár, sum vunnu steypakappingina í vár.

Besta kvinnuliðið úr Runavík fór veruliga at bíta frá sær í 2009, tá ið liðið kom í steypafinaluna, men tapti 25-23 fyri Stjørnuni. Tjaldur vann FM-heitið í 2009, og er hetta einasta meistaraheitið í søgu felagsins. Í 2011 kom Tjaldur í steypafinaluna, og mótstøðuliðið var aftur Stjørnan, men hesuferð vann Tjaldur 26-22 og harvið steypafinaluna.

Síðani er nógv hent í Runavík, tí millum annað fór Simona Petersen aftur til Klaksvíkar og Annika Thomsen fór aftur at spæla við barndómsfelagnum Neistanum. Heldur ikki var málkvinnan Guðrun á Løgabø til at taka. Liðið var tí viknað munandi.

Eg havi spurt formannin í Tjaldri, hvør kósin er næsta kappingarár.

-Hjá okkum verður mest sum alt tað sama komandi kappingarár. Zoran skal framhaldandi venja liðið, og Desjan skal venja málverjarnar. Eingin ivi er um, at vit muga styrkja málmansplássið, og hava vit roynt at fingið málverja í Føroyum, men hetta er ikki eydnast. Tí eru vit noydd at fara uttanlands eftir einum málverja og einum útispælara. Tað er ikki gjørt av, um hann kemur úr Danmark ella Rumenia, sigur Niels Bech at enda í stuttari viðmerking.

Sum omanfyri sagt, so fekk Tjaldur seks stig farnu kapping, og fýra av stigunum var ímóti VÍF. Ein sigur og tveir javnleikir. Og so vann Tjaldur á Neistanum í Runavík 25-24. Harafrat fekk liðið hampulig úrslit ímóti Stjørnuni og VB, sum blivu nummar tvey og trý í kappingini.

Hevur Tjaldur somu spælarar sum farnu kapping, og liðið fær góðan útlendskan málverja í hópin  pluss ein útlendska útispælara, so er Tjaldur við aftur í oddastríðnum, eingin ivi um tað. Adina Petrea spælir jú eisini komandi vetur, og fleiri góðir ungir spælarar eru í hópinum.

Føroysku bestu kvinnuliðini er viðbrekin, tí tey standa og falla mangan við nøkrum fáum lyklaspælarum. Tá ið so nógvar ungar kvinnur fara uttanlands í lestrarørindum, so er torført hjá feløgunum at halda tørn. Ein møguleiki er útlendskur styrkur, og henda møguleika brúka nøkur av feløgunum. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *