
Søgulig mynd av mansliðnum hjá VB í 1991. VB flytir upp í bestu deildina. St.f.v: Kim Quist, spælandi venjari, Jens Sivar Djurhuus, Niels Petur Jacobsen, Rúni Nolsøe og Egil Steintórsson. Fremst f.v: Magni Jaoobsen, Eyðun Jacobsen, Bogi Mortensen, Bjarni Johansen og Bjartur Nolsøe. (Myndaeigari VB)
Nógv tos var um F.C. Suðuroy og TB, nú fótbóltskappingin lækkaði ímóti endanum. FC. Suðuroy fór úr EFFO-deildini, meðan eydnan var við TB í seinasta dystinum ímóti B68. Eitt mál bjargaði TB at vera verðandi í deildini. Í hondbólti hava bæði TB og VB spælt í bestu deildini. Meðan TB í nógv ár spældi í bestu deildini, og summi ár hevði frálíkt manslið, so hevur VB bara einaferð í søgu felagsins spælt í bestu deildini, og tað var kappingarárið 1991/1992. Eg havi hitt formannin í VB Egil Steintórsson og spurt hann, hví ikki eydnast at fáa manshondbólt at trívast í Vági, tá ið VB kvinnur, alt eg veit, hava hildið tørn millum tey bestu liðini í landinum. Læs resten








