Um hesa tíðina í 2011 skrivaði eg niðanfyri grein á heimasíðuna hjá Neistanum, og nú er hóskandi at leggja greinina á www.hvannrok.fo, sum hevur nógvar nýggjar lesarar. Jacklin Durhuus spældi ótrúliga væl í FM-finalunum, og tá ið hon í 2011 sigur, at hon vil gerast meistari enn einaferð, og tað eydnaðist, so vóru tankarnir júst teir somu fyri triðja finaludystin, sigur Jacklin. – Eg var ótrúliga kedd eftir tapið fyri Kyndli og svav næstan ikki um náttina. Men eg visti, spældu bara nakrar av okkum hampuliga væl í seinasta finaludystinum, so vunnu vit FM-heitð, og tað eydnaðist, sigur Jacklin, sum førdi Neistan til sigurs við nýggju málum í triðja finaludystinum og hevur nú vunnið sekst meistaraheiti í bestu deildini. Lesið greinina niðanfyri um Jacklin frá 2011. Læs resten
Úr myndasavninum – Hannis Jacobsen spældi fyrst í Neistanum – Í 1956 stovnaði hann og onnur losjufólk Kyndil

Kyndil vinnur fyrsta FM-heitið í 1958. St.f.v: Hendrik Rubeksen, Petur Sigurd Rasmussen og Torbjørn Mikkelsen. Húkandi fr.v. Hannis Jacobsen, Poli Jacobsen og Jógvan A. Joensen. Fremst Dia Jacobsen. (Myndaeigari: Hannis Jacobsen)
Altíð havi eg vitað, at Hannis Jacobsen, Torbjørn Mikkelsen, sáli, Poli Jacobsen, sáli og Petur Sigurd Rasmussen spældu í Neistanum fyrst í 1950-árunum, áðrenn teir vóru millum ungu fólkini í Losjuni, sum stovnaðu Kyndil 10. mars 1956. Hannis havi eg altíð kent, síðani eg byrjaði at spæla hondbólt í 1963. Hannis var altíð har, hann sá allar dystir, og tað var hann, sum legði grundina til høgtølini í Kyndli, sum er fullfíggjað øll árini. Eg havi hitt trúgva og fyrikomandi kyndilsmannin, sum á ungum árum eisini var nevndarlimur í Neistanum, og sum umframt at vera við at vinna tólv meistaraheiti við Kyndli, eisini í tjúgu ár var skrivari í nevndini í felagnum. Hannis spældi mest linjuspælari og vongspælari. Læs resten
Ingi Olsen og synirnir hava vunnið meistaraheiti í Grønlandi

GSS úr Nuuk vinnur meistaraheitið bæði fyri menn og kvinnur. Ingi uttast høgrumegin, og sonurin Julian miðskeiðis aftast. (Mynd Sermitsiaq)
Ingi Olsen úr Vestmanna, og sum vit kenna sum frálíkan hondbóltsspælara og venjara, arbeiðir hjá BankNordik í Nuuk í Grønlandi. Og bæði Ingi og synirnir Sjúrður og Julian spæla hondbólt, Ingi tó mest sum venjari í hondbóltsfelagnum GSS í Nuuk. Fjarstøðan millum bygdir og býir eru so stór á Grønlandi, at ikki er møguleiki at hava eins landskapping eins og í Føroyum við úti- og heimadystum. Í Grønlandi hittast øll liðini eina ferð um árið, har tey í eina viku spæla um meistaraheitini. Í ár var kappingin í Sisimiut. Og Ingi og synirnir fingu upp í posa og sekk. Ingi spælir ikki nógv longur, men er virkin venjari, og tað dámar honum væl. Eg havi fingið heilsu frá Inga, og hann sigur soleiðis: Læs resten
Durita Christophersen spælir við VÍF/Tjaldri næsta kappingarár
Gongur tað, sum Durita Christophersen vil og ætlar, so spælir VÍF/Tjaldur um hesa tíðina næsta ár um FM-heitið í bestu kvinnudeildini. VÍF/Tjaldur var um at koma í FM-finalurnar, men fleiri skaðar og tapt stig serliga í fyrru helvt av kappingini gjørdi, at hetta ikki eydnaðist. Men nú skal broyting koma í, sigur Durita.
Umframt somu spælarar sum farnu kappingarár, koma Durita og Agnas Olsen aftur á liðið. Agnas hevur átt barn, og góði spælskiparin er aftur í hópinum. Í míni hugaheimi hevur VÍF/Tjaldur manning til eitt topplið, og sum eg skilji á lagnum, skal Jan Ottosen venja samansetta liðið. Eg havi hitt Duritu. Læs resten
Góðir og harvið skilagóðir spælskiparar eru fáir av í Føroyum
Fyri tveimum árum síðani sá eg Báru Hansen spæla í dysti, og tá hugsaði eg:”Hevði handa unga gentan vant miðvísa styrkivenjing og annars verið í toppvenjing, so gjørdist hon ein av bestu spælarum í landinum.
Tá ið eg so í FM-finalunum hoyrdi í útvarpi, at Kyndil mansvardi Báru, tí hon var “heilin” á neistaliðnum, tá hugsaði eg mítt. Tað eru so fáir spælarar í føroysku kappingini, sum hava slík eygu fyri spælinum og duga at lesa spælið so væl, sum júst Bára ger. Bára er frálíkur spælskipari, sum øll lið tráða eftir og hava brúk fyri. Eg havi hitt evnaríka spælaran. Læs resten
Mín allar størsta hondbóltsuppliving var at spæla FM-finalurnar
Frágangurin av ungum gentum í besta hondbóltsaldri er stórur. Summar fara fyrst á eftirskúla úr 9. flokki, og eftir loknan miðnámsskúla fara nógvar fyrst at fjakka og síðani av landinum til víðari lestur. Tí mugu feløgini mangan dúva á ungar spælarar í bestu deildini, onkur sigur mangan ov ungar spælarar. Spælarar frá tjúguárum og uppeftir eru alt ov fáir í føroysku kappingini. Tí eru liðini mangan mannað við ungum spælarum, nøkrum útlendingum og so nøkrum eldri føroyskum spælarum. Lættari er sagt enn gjørt hjá ungum spælarum um átjan, tjúgu ára aldur at fóta sær í bestu deildini. Royndirnar vanta, teir eru ov kropsveikir, og so er tað sálarligi parturin, tá ið gongur minni væl á vøllinum. Eg havi hitt átjan ára gamla kyndilsspælaran Turið Arge, sum kláraði seg ótrúliga væl øllum trimum FM-finaludystinum. Læs resten
Eftir trý kappingarár fer Barbara Brauer nú úr Føroyum
Neistaspælarin Barbara Brauer er ikki at síggja á neistaliðnum komandi kappingarár, og tað er við sorgblídni, at eg og onnur siga Barbaru farvæl, tí umframt, at hon hevur vunnið trý FM-heiti og eina steypakapping við neistakvinnum, so hevur hon við sínum “professionella! hugburði givið neistakvinnum vinnaramentalitetin, sum skal til til tess at koma upp á tindin í føroyskum hondbólti.
Neistin var heilt aftur til 1997 í skugganum av hinum liðunum, tá ið talan var um FM-heiti, tí tað eydnaðist hinum liðunum at útvega góðar útlendskar spælarar, sum gjørdu so stóran mun í føroyskum hondbólt. Læs resten
Neistin-Kyndil 26-19(13-9) Neistin vann uppbornan sigur

Neistin FM-vinnari 2013. St.f.v: Eirikur Magnussen, liðleiðari, Barbara Johannesen, Jenny Kragesten, Eir Berg, Nicoleta R. Hansen, Ása á Neystbø, Daniella Joensen, Birita Jacobsen, Jacklin Durhuus, Bára Hansen, Jákup Hanusson, hjálparvenjari, og Kári Horn venjari. Fremst f.v: Marjun Danberg, Unnur Danielsen, Friða Petersen, Maria Samuelsen, Barbara Brauer, Silja í Liða, Kristina Griksaite og Rakul Augustinussen. (Mynd Vagnur)
Tað er einki dulsmál, at neistaspælarar, neistaáskoðarar og øll, sum stóðu um neistakvinnur, fingu ein hvøkk leygarkvøldið, tá ið kyndilskvinnur vunnu uppiborið á neistakvinnum. Kyndilskvinnur vildu meira, høvdu meira stríðsanda enn Neistin, og høvdu annars viðvind í dystinum við Tommu Petersen á odda í kyndilsmálinum. Kanska høvdu neistakvinnur vunnið dystin, áðrenn tær fóru á vøllin. Kyndilsvenjarin Geir Wardum segði um Neistan við fjølmiðlarnar, at nú var “fuglurin særdur”, og rætt hevði hann. Men neistafuglurin var ikki so mikið nógv særdur, at hann ikki kundi lekjast aftur, so hann var til reiðar at spæla triðja og seinasta FM-finaludystin. Og vit sóu ein heilt annan dyst, har Neistin hevði heilt annan hugburð og stríðsandi, har allir spælarar vildu vinna dystin. Læs resten
Kyndil-Neistin 21-18 (12-8) Satt bragd av kyndilskvinnum.
Eg skal vera tann fyrsti at taka í meg aftur tað, eg skrivaði um fyrra finaludystin millum Neistan og Kyndil. Har segði eg, at eg trúði ikki uppá, at Kyndil við mansverju av tveimum neistaspælarum megnaði at vinna á Neistanum, og at Kyndil mátti skjóta minst 25 mál, skuldi Neistin basast. Hesi orðini má eg taka í meg aftur, tí kyndilskvinnur hava prógvað júst tað mótsatta í kvøld. Og eingin ivi er um, at Kyndil hevur gjørt sítt heimaarbeiði til dystin nógv betur enn neistalegan, og í kvøld lumpaði tann klóki tann minni klóka. So einfalt er tað. Kyndil vildi meira og hevði nógv betri stríðsanda. Læs resten
KÍF-H71 27-22 (11-12) Uppiborið og søguligt meistaraheiti

KÍF við FM-steypunum. St.f.v: Regin Petersen, Tony Weyhe, Fríði Weihe, Poul Finnur Egholm, Ernst Johannesen, Rúni Joensen, Ási Dam, Andrias Nielsen, Pætur Johannesen, Óla Kristian Djurhuus, Jakob Jónsson og Zeljko Jotic. Fremst f.v: Rógvi Weyhe, Jákup Trygvasson, Hans Eli Sigurbjørnsson, Nicklas Selvig, Emil Dam, Teitur Joensen og Jaspur Joensen. (Mynd Christian Johannessen)
Vit eru nógv hondbóltsfólk og onnur fólk, sum inniliga ynskja KÍF hjartaliga til lukku FM-heitinum, tí KÍF hevur í tvey ár ligið á odda í grundspælinum, og tað hevði ikki verið at borið hjá KÍF spælarum og allari bygdini, um tað ikki eydnaðist í ár. Søguliga og fyrsta meistaraheitið til Kollafjarðar Ítróttafelag er uppiborið, men KÍF spælararnir skuldu ígjøgnum sat ódnarveður fyrsta korterið, har Ári Dam vísti meistaraspæl í H71 málinum, og sum førdi til, at KÍF var aftanfyri við seks málum eftir korter spæl. Læs resten





