Neistin-Kyndil 26-19(13-9) Neistin vann uppbornan sigur

Neistin FM-vinnari 2013. St.f.v: Eirikur Magnussein, liðleiðari,

Neistin FM-vinnari 2013. St.f.v: Eirikur Magnussen, liðleiðari, Barbara Johannesen, Jenny Kragesten, Eir Berg, Nicoleta R. Hansen, Ása á Neystbø,  Daniella Joensen, Birita Jacobsen, Jacklin Durhuus, Bára Hansen, Jákup Hanusson, hjálparvenjari, og Kári Horn venjari. Fremst f.v: Marjun Danberg, Unnur Danielsen, Friða Petersen, Maria Samuelsen, Barbara Brauer, Silja í Liða, Kristina Griksaite og Rakul Augustinussen. (Mynd Vagnur)

Tað er einki dulsmál, at neistaspælarar, neistaáskoðarar og øll, sum stóðu um neistakvinnur, fingu ein hvøkk leygarkvøldið, tá ið kyndilskvinnur vunnu uppiborið á neistakvinnum. Kyndilskvinnur vildu meira, høvdu meira stríðsanda enn Neistin, og høvdu annars viðvind í dystinum við Tommu Petersen á odda í kyndilsmálinum. Kanska høvdu neistakvinnur vunnið dystin, áðrenn tær fóru á vøllin. Kyndilsvenjarin Geir Wardum segði um Neistan við fjølmiðlarnar, at nú var “fuglurin særdur”, og rætt hevði hann. Men neistafuglurin var ikki so mikið nógv særdur, at hann ikki kundi lekjast aftur, so hann var til reiðar at spæla triðja og seinasta FM-finaludystin. Og vit sóu ein heilt annan dyst, har Neistin hevði heilt annan hugburð og stríðsandi, har allir spælarar vildu vinna dystin.

Meðan Kyndil byrjaði dystin nógv best leygarkvøldið, byrjaði Neistin nógv best í dag. Longu tá ið ellivu minuttir vórðu spældir, var Neistin á odda 5-2 og á odda 9-5, tá ið tjúgu minuttir vóru spældir. Hálvleikstøðan var 13-9 til Neistan. Fyrst í seinna hálvleiki var munurin trý mál 14-11, men Neistin dró frá og var á odda 18-13, tá ið korter varð spælt. Og meðan Kyndil endaði bæði fyrsta og næsta finaludystin best, so følnaði kyndilsliðið seinasta korterið í dag, og Neistan vann tryggan sigur 26-19.

Áhugavert, at neistaverjan læt Rakul spæla mest sum allan dystin.

Áhugavert, at neistavenjarin læt Rakul spæla mest sum allan dystin.

Uttan at skriva so nógv um dystin, sum var útvarpaður í Rás 2 og Kringvarpinum, so roknaði eg alla tiðina við, at Neistin fór at vinna FM-heitið. Men stórt herðaklapp til Kyndil, at liðið megnaði veruliga at seta dám á FM-finalurnar. Tú kanst skriva nógv um ymsar spælar, tó vil eg hesuferð nevna fýra neistaspælarar, sum veruliga bitu frá sær í dag. Barbara Brauer var aftur í essinum og skeyt tíggju mál, Jacklin Durhuus spældi eina av sínum bestu dystum nakrantíð og skeyt níggju mál, Rakul Augustinussen, sum ikki hevur spælt so nógv í vetur, fekk møguleikan frá byrjan og spældi væl. Og meðan Maria Samuelsen stóð ótrúliga væl í málinum í fyrsta finaludystinum, og neistamálverjarnir ikki stóð nóg væl leygardagin, so fekk Kristina Griksaite møguleikan í dag, og uppgávuna loysti hon væl.

Ikki var sami broddur í álopsspælinum hjá Kyndli í dag, sum leygarkvøldið, men Tomma Petersen í kyndilsmálinum helt Kyndli inni í dystin allan fyrra hálvleik við frálíkum bjargingum, og Jórun Ludvig var stór hóttan, og enn einaferð var Turið Arge í essinum, tíl hon fekk sína triðju útvísing og mátti sita uttanfyri.

Neistaáskoðararnir fingu ein hvøkk leygardag, men sunnudagin vóru teir aftur til reiðar.

Neistaáskoðararnir fingu ein hvøkk leygardag, men sunnudagin vóru teir aftur til reiðar.

Eingin ivi er um, at vit fingu rætta FM-vinnaran, tí Neistin hevur bara tapt ein dyst í hesum kappingarárinum, og tað var tapið leygarkvøldið fyri Kyndli. Takk øll fyri spennandi FM-finalur og gott kappingarár. Til lukku neistakvinnur við FM-heitinum. Karstin Joensen og Tummas Juul Thomsen dømdu triðja og seinasta finaludystin. (Vagnur)

Málskjúttar Neistans: Barbara Brauer 10, Jacklin Durhuus 9, Bára Hansen 2, Rakul Augustinussen 2, Nicoleta R. Hansen 2 og Marjun Danberg 1

Málskjúttar Kyndils: Jórun Ludvig 4, Turið Arge 4, Simona Petersen 3, Anja Heinadóttir 2, Anja Eliasen 2, Simona Iacob 2 Anna Brimnes 1 og Birita Mortansdóttir 1

Marjun Danberg við FM-steypinum.

Marjun Danberg við FM-steypinum.

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *