Neistaspælarin Barbara Brauer er ikki at síggja á neistaliðnum komandi kappingarár, og tað er við sorgblídni, at eg og onnur siga Barbaru farvæl, tí umframt, at hon hevur vunnið trý FM-heiti og eina steypakapping við neistakvinnum, so hevur hon við sínum “professionella! hugburði givið neistakvinnum vinnaramentalitetin, sum skal til til tess at koma upp á tindin í føroyskum hondbólti.
Neistin var heilt aftur til 1997 í skugganum av hinum liðunum, tá ið talan var um FM-heiti, tí tað eydnaðist hinum liðunum at útvega góðar útlendskar spælarar, sum gjørdu so stóran mun í føroyskum hondbólt.
Við teimum fýra í kvinnubólkinum Høgna Hansen, Duritu Hansen, Káru á Dunga og Jógvani Højgaard við róðrið, eydnaðist at fáa Barbaru Brauer til Føroya, og nú bara til. Neistakvinnur vantaðu ein góðan høgrabakka, sum umframt at skjóta fleiri mál, eisini gjørdu hinar spælararnar góðar. Barbara Brauer og Iona Rapa úr Vestamanna er bestu útlendingar, sum nakrantíð hava spælt í Føroyum. Tað serliga við teimum báðum er, at tær halda javnt gott støði alt kappingarárið.
Onkur kundi spurt, hvat nú neistakvinnur? Høgni Hansen, Durita Hansen og Kára á Dunga eru ikki longur í kvinnubólkinum, og Jógvan Højgaard hevur einsamallur staðið við endan í vetur. Eingin ivi er um, at ætlar Neistin at varðveita oddasessin í føroyskum kvinnuhondbólti ella bara koma í FM-finalurnar næsta kappingarár, so má góður vinstrahentur bakkar finnast ístaðin fyri Barbaru Brauer. Nú fáa vit at síggja, hvussu leikur ferð. Góða Barbara: Takk fyri tíðina í Føroyum og góðan byr víðari á lívsleiðini. Tú vart ófør øll trý árini. Tá ið Barbara kom til Føroya fyri trimum árum síðani skrivaði eg niðanfyri samrøðu, eg hevði við Barbaru.
Mær dámar væl í Føroyum – Síggja sjógvin, skipini og fjøllini, og ikki at gloyma kavan, luftina og ljósið
Barbara Brauer hevur roynt mangt á hondbóltsleiðini, síðan hon sum trettan/fjúrtan ára gomul byrjaði at spæla hondbólt í Jugoslavia. Hon hevur spælt sum yrkisspælari í Jugoslavia, Portugal, Spania, Týskandi og nú er hon í Føroyum. Á leiðini hevur vunnið fleiri meistaraheiti, steypakappingar og aljtóða kappingar. Boð vóru framvegis eftir Barbaru í Týsklandi, men hon valdi Neistan. – Eg eri ótrúliga væl móttikin í Neistanum, fólk eru hjálpsom og vinarlig, eg leingist ikki, sigur Barbara.
Barbara er fødd býnum Novi Sad í Vojvodina í táverandi Jugoslavia. Hon byrjaði at spæla hondbólt sum trettan/fjúrtan ára gomul, tá gekk hon í sjeynda flokki. Barbara byrjaði í málinum, sum altíð hevði verið hennara dreymur. Eftir nøkur ár sá venjarin Miso Milosevic, at Barbara eisini hevði sera góð evni sum útispælari. Hann vildi hava vinstrahenta spælaran út at spæla sum høgri bakkur, og hetta var ikki nøkur skeiv avgerð. Hvussu upplivdi hon at fara úr málinum?
– Sjálvandi var torført hjá mær at fara úr málinum og út at spæla. 2. deildarliðið RK Mladost var fyrsta felagið eg spældi fyri sum vaksin spælari, og var hetta sum amatørur. Eftir stutt tíð í felagnum vóru boð eftir mær at gerast yrkisspælari í Spartak Sobutica, sum spældi í bestu deildini. Hetta var fýra ára sáttmáli.
– Eg var ógvuliga fegin um sáttmálan, men tað var eisini stórur munur at fara frá at vera amatøtur og gerast yrkisspælari, har vant varð tvær ferðir um dagin. Eg var nú nítjan ára gomul og hevði tikið eina útbúgvin innan marknaðarføring. Nógva venjingin var ógvuliga trupul fyri meg, og fleiri ferðir ætlaði eg at gevast at spæla hondbólt.
– Hondbóltur er hørð ítróttagrein, og eg vigaði tá bara 65 kilo. Felagið vildi hava meg at viga í minsta lagi 70 kilo, men hetta ynskti eg ikki, tí eg vildi ikki gerast ov vøddamikil. Eg var nøgd við mína kropsligu útsjónd, sum eg ikki vildi broyta.
– Men so fingu vit nýggjan venjara Vuk Roganone, sum var frálíkur venjari og var ógvuliga stinnur á sálarliga økinum. Hetta broytti alt, hugurin kom aftur. Honum dámdi meg væl, tí eg var ikki hon, sum rópti upp, men gjørdi tað, hann borðreiddi við í venjingini. Hann rópti mangan dótturin eftir mær.
Landsliðið og Portugal
– Boð vóru eisini eftir mær til Jugoslaviska landsliðið, og tað bleiv til ellivu landsdystir. Í Jugoslavia spældi eg eisini við feløgunum Napredak Kruscvac og Radinski Bajmor. Í ár 2000 vóru boð eftir mær frá Madeira Sad úr Portugal, men áðrenn leiðin gekk til Portugal var eg tvær vikur í Ungarn og hugdi at umstøðunum í Dunaafer. Men í Ungarn vildi eg ikki vera. Í Madeira Sad vóru trý ótrúliga góð og hendingarík ár. Vit vunnu trý meistaraheiti, tríggjar steypakappingar og tríggjar supar cup.
– Í 2003 gekk leiðin til Spania til felagið Valensia Villegas, sum júst var komið upp í bestu deildina og bara vildi vera verandi í deildini. Síðan gekk leiðin til felagið Elda Prestigio, sum eisini var ein ótrúliga góð tíð. Vit hesum felag vann eg tríggjar kappingar. Í Spania spældi eg eisini við feløganum Cementos la union, og hetta var eisini ein ótrúlig góð tíð. Vit vunnu meistaraheitið og kappingarárið 2006/2007 vunnu vit altjóða kappingina fyri steypavinnarar.. Eg kom síðani til Týsklands, har eg spældi við VFL Wolfsburg og Markranstadt Piranas. Ja, og nú eri eg so í Føroyum.
Buha kom eftir mær á flogvøllinum
Tú spyrt Barbaru, hví ein so góður hondbóltsspælari kemur til Føroya, tá ið týskt felag vildi leingja sáttmálan við hana. Men Barbara valdi Føroyar, tí hon vildi sleppa undan stórum verksmiðjum og harvið luftdálking. Hon valdi lítla landið Føroyar og harvið friðsælununa.
– Eg kendi einki til Føroyar, áðrenn eg stóð á flogvøllinum í Vágum. Veit av royndum, at tað tekur tríggjar mánaðir at finna seg til rættis í nýggjum stað. Eg hevði bara samskift eitt sindur við Høgna Hansen, men eg kann siga beinanvegin, at mær dámar ótrúliga væl i Føroyum og eri ógvuliga fegin um, at eg valdi at koma til Føroyar. Mær dámar væl føroysku náttúrna, síggja sjógvin og skipini, serliga ljósið í vetrarhálvuni og merkja reinu luftina.
– Sum yrkisspælari havi eg lært meg at skilja ímillum meg sum privatpersón, arbeiði og meg sum hondbóltsspælara. Tá ið eg fari til venjingar, leggi eg møguligar persónligar trupulleikar og aðrar tankar eftir við hús. Í høllini venji eg hondbólt av fullum huga, og tá ið eg so komi heim, fari eg í annan hatt. Hetta er so týdningarmikið, skalt tú fáa nakað burtur venjingini og harvið dystunum.
– Áðrenn leiðin gekk til Føroya fekk eg eitt sindur at vita um føroyskan kvinnuhondbólt, men eg má ásanna, at hondbóltsstøðið er hægri, enn eg fekk at vita frá byrjan. Her eru fleiri evnaríkir og góðir spælarar. Men sum eg skilji, missir føroyskur hondbólt nógvar ungar spælarar, sum fara uttanlands í lestrarørindum, sigur Barbara at enda.
Barbara nevndi eisini fyri mær, hvussu stóran stuðul hon hevur í Guðruni, Claus og teimum. Hon er ógvuliga fegin um, tá ið hon sleppur við teimum í náttúruna, og so hevur hon lagt merki til, hvussu nógv føroyingar gleða seg til jóla. Fólk hanga upp ljósperur og pynta við stórum smíli. Og so dámar henni væl at síggja kavan. “Eg elski kava”, sigur hon.
Barbara hevur stóran áhuga at læra seg føroyskt og fær undirvísing. Hon skilir mest sum alt, tá ið tosað verður um hondbólt, og hon gav mær hondina, at um tríggjar mánaðir, so práta vit saman á føroyskum. Barbara bara smíltist, tá ið eg spyrji hana, hvussu langur steðgurin verður í Føroyum. (Vagnur)




