Mín allar størsta hondbóltsuppliving var at spæla FM-finalurnar

Turið spældi væl i FM-finalunum. (Mynd Vagnur)

Turið spældi væl i FM-finalunum. (Mynd Vagnur)

Frágangurin av ungum gentum í besta hondbóltsaldri er stórur. Summar fara fyrst á eftirskúla úr 9. flokki, og eftir loknan miðnámsskúla fara nógvar fyrst at fjakka og síðani av landinum til víðari lestur. Tí mugu feløgini mangan dúva á ungar spælarar í bestu deildini, onkur sigur mangan ov ungar spælarar. Spælarar frá tjúguárum og uppeftir eru alt ov fáir í føroysku kappingini. Tí eru liðini mangan mannað við ungum spælarum, nøkrum útlendingum og so nøkrum eldri føroyskum spælarum. Lættari er sagt enn gjørt hjá ungum spælarum um átjan, tjúgu ára aldur at fóta sær í bestu deildini. Royndirnar vanta, teir eru ov kropsveikir, og so er tað sálarligi parturin, tá ið gongur minni væl á vøllinum. Eg havi hitt átjan ára gamla kyndilsspælaran Turið Arge, sum kláraði seg ótrúliga væl øllum trimum FM-finaludystinum.

Turið Arge kenni eg sum smágentu í Eysturskúlanum, ein genta, sum altíð var á ferð og rokalig í fríkorterinum. Ikki var eg lærari hennara, men eg legði merki til gentuna, tí hon fylti nógv, har hon var. Seinni síggi eg hana aftur á hondbóltsvøllinum sum gentuspælara, og framvegis er nakað serligt við hesu gentu, sum er kropssterk, skjót og hevur sjálvsálit at fáa nakað burtur úr á vøllinum. Eg legði til merkis fyrst í kappingarárinum seinasta heyst, at hon spældi væl fyrstu dystirnar, men so var hon burtur, sat nógv á beinkinum, men síðani kom hon sterkt aftur í FM-finalunum, har hon saman Jóruni Ludvig var besti álopsspælarin á liðnum. Eg spyrji hana fyrst, um hon um jóltíðir hevði mist hugin at spæla hondbólt?

Turið í dysti ímóti StÍF. (Mynd Álvur)

Turið í dysti ímóti StÍF. (Mynd Álvur)

– Eg eri átjan ára gomul og havi longu spælt trý ár í bestu deildini umframt at hava spælt í 1. deild og gentum 17 ár. Fyrstu tvey árini var eg mest sum ókendur spælari á liðnum, har eg kundi gera, hvat eg vildi, og at mótstøðuliðini ikki ansaðu so væl eftir mær. Men í ár havi eg veruliga følt, at mótstøðuliðini leggja taktikk ímóti mær, tí tey verja meg nú nógv betur á vonginum, og tí er nógv torførari hjá mær at gera tað, sum eg vil á vongplássinum. Eg bleiv ørkymla miðskeiðis í kappingarárinum, steðgaði upp og fekk alt ov lítið burturúr. Hugurin at venja og spæla hondbólt var allatíðina har, men ørkymla var, sigur Turið Arge.

Kyndil hevur ongan vinstrahentan høgra vong, tí spælir Turið á høgra vongi, sjálvt um hon følir, at hennara rætta pláss er vinstri vongur, og har hon kann fáa enn meira burturúr.

Eftir nýggjarár legði hon á annan bógv og fór at arbeiða meira við einmansavrikum. Hon slapp av og á at spæla vinstri vongur, og hon føldi alla tíðína, at sjálvt um tað gekk minni væl, so trúði venjarin á hana. Men hvar fann Turið orkuna og góða stríðsandan í øllum trimum FM-finalunum. Tí fólk løgdu merki til hesa stríðshugaðu ungu gentuna, sum vildi so nógv á vøllinum?

Turið er álopssinnaður spælari. (Mynd Álvur)

Turið er álopssinnaður spælari. (Mynd Álvur)

– Eg gekk leingi og hugsaði um, at nú mátti tað vera, tí eg vildi enda kappingarárið væl, og eg var ikki heilt nøgd við avrikini higartil. Við hjálp frá øðrum megnaði eg at taka meg saman. Nú var størsta uppliving í mínum hondbóltslívi fyri framman, og eg havi mangan klárað meg væl í trongari støðu.

– Nú eru FM-finalurnar spældar, og eg eri ótrúliga væl nøgd við mítt avrik. FM-finalurnar er mín allar størsta uppliving á míni hondbóltsleið higartil. Bara stemningurin í høllini við nógvum áskoðarum, og at dystirnir vóru útvarpaðir í Rás 2 og Kringvarpinum. Alt hetta ber okkum spælarar fram á vøllinum. Eg var í kjallaranum eitt skifti í vetur, men nú havi eg lært at taka meira ábyrd og havi veruliga merkt, hvussu væl tú skalt vera fyri bæði sálarliga og kropsliga, skalt tú fóta tær í bestu deildini.

– Málið hjá mær er, at steðgurin í summar skal ikki vera so langur, sum undanfarin ár. Gentur 18 ár hjá Kyndli fara til kapping í Dronninglund í summar, og tað gleði eg meg til. Ja, og so herja vit á aftur venjingina til næsta kappingarár. Sjálvt um tað gekk væl í FM-finalunum, so veit eg, at enn er nógv at læra, og at tú mást venja og stríðast til tess at náa úrslitum, sigur Turið Arge at enda.

Sjálvur fylgi eg við donskum hondbólti, og heilt sjáldan eru átjan til tjúgu ára gamlir spælarar á bestu liðunum. Hyggi eg aftur í tiðina sum venjari, so var betur ógjørt at flyta summar ungar spælarar ov tíðliga á bestu liðini, tí nógvir fáa afturstig, tí teir eru ikki vanir at sita so langa tíð á beinkinum og tola ikki, tá ið gongur minni væl á vøllinum.

Flestir hava teir verið “stjørnur” á ungdómsliðum, har teir mest sum spældu alla tíðina. Tí duga teir mangan ikki at takla nýggju “rolluna”. Og mangan fáa ungu spælararnir skaða, tí kroppurin er enn moyrur og kanska ikki tolir nógvu venjingina og nógvu dystirnar. Eisini tola summir spælarar ikki at fáa so nógva kropsliga mótstøðu, teir gerast tí bangnir á vøllinum og tora ikki at gera tað, sum teir tordu á ungdómsliðunum. (Vagnur)

Tað krevst nógv hjá undum spælarum at fóta sær í bestu deildini. (Mynd Álvur)

Tað krevst nógv hjá ungum spælarum at fóta sær í bestu deildini. (Mynd Álvur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *