Kyndil-Neistin 21-18 (12-8) Satt bragd av kyndilskvinnum.

Tað verður spennandi at fylgja triðja finaludystinum.

Tað verður spennandi at fylgja triðja finaludystinum.

Eg skal vera tann fyrsti at taka í meg aftur tað, eg skrivaði um fyrra finaludystin millum Neistan og Kyndil. Har segði eg, at eg trúði ikki uppá, at Kyndil við mansverju av tveimum neistaspælarum megnaði at vinna á Neistanum, og at Kyndil mátti skjóta minst 25 mál, skuldi Neistin basast. Hesi orðini má eg taka í meg aftur, tí kyndilskvinnur hava prógvað júst tað mótsatta í kvøld. Og eingin ivi er um, at Kyndil hevur gjørt sítt heimaarbeiði til dystin nógv betur enn neistalegan, og í kvøld lumpaði tann klóki tann minni klóka. So einfalt er tað. Kyndil vildi meira og hevði nógv betri stríðsanda.

Tí samstundis, sum Kyndil helt fram at mansverja Barbaru Braur og Báru Hansen, so legði Kyndil serliga taktik mótvegis Marjuni Danberg, sum skeyt sjey mál í fyrra dystinum. Og tá ið so Tomma Petersen stendur sin lívsins dyst, og Kyndil megnar at halda Neistanum niðri á átjan málum, so er hetta sama slag bragd, sum tá ið føroyska landsliðið í fótbólti vann á Eysturríki. Neistakvinnur taptu sálarliga dystin í kvøld, og hóskvøldið skrivaði eg, at eg beit merki í, at Neistin tapti seinastu tíggju minuttirnar 7-3 í fyrra finaludystinum, og eingin ivi er um, at tað eru júst hesir tíggju minuttirnar, sum hava sett eld í bakendan á kyndilskvinnum.

Vit kunnu til stuttleika nevna, at í grundspælinum vann Neistin allar fýra dystirnar trygt ímóti Kyndli. 38-26, 33-22, 31-21 og 33-18. Og so vann Neistin eisini trygt fyrra finaludystin og hevði fyri dystin í kvøld ikki tapt nakran dyst í kappingini. Nú eri eg ikki venjari hjá neistakvinnum, men neistavenjararnir skifti málverja ov seint í kvøld, og Ása á Neystabø, sum spældi væl fyrra finaludystin, skuldi sjálvandi byrja dystin í dag. Marjun Danberg spældi frálíkt fyrra finaludystin, men í kvøld dugdu kyndilskvinnur ótrúliga væl at lesa Marjuna av. Hinvegin vardi neistakvinnur eisini alt ov illa vongspælararnar hjá Kyndli, sum skutu fleiri mál, og so átti Jacklin at vera roynd sum vinstri bakkur eina løtu. Heldur ikki riggaðu skjótálopini, har nakrar neistakvinnur runnu fram, meðan nakrar hingu eftir.

Hvat kunnu vit vænta í triðja finaludystinum. Fær Neistin ikki loyst álopstrupulleikan, so er vandi á ferð. Kyndil skjýtur hesi vanligu um tjúgu málini, men megnar Neistin ikki at skjóta fleiri enn átjan mál, so er FM-heitið í vanda ella rættari sagt gloppið av hondum. Viðmerjast kann, at Barbara Brauer skjýtur bara trý mál í kvøld. Stórt herðaklapp til Geir Wardum fyri takstiskt snildi, sum Neistin ikki megnaði at loysa. Tá ið hetta er sagt, so rokni eg við einum øðrum triðja finaludysti, har Neistin mansverjir spælstýran hjá Kyndli. Men hetta er sjálvandi alt gitingar. (Vagnur)

Málskjúttar Kyndils: Simona Petersen 6, Turið Arge 4, Anja Heinadóttir 4, Anna Brimnes 3, Simona Iacob 2 og Jórun Ludvig 1 og Birita Mortansdóttir 1

Málskjúttar Neistans: Nicloleta R. Hansen 4, Jacklin Durhuus 4, Bára Hansen 3, Marjun Danberg 3, Barbara Brauer 3 og Rakul Augustinussen 1

Dómarar: Tummas Juul Thomsen og Arnar Dam

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *