Eg havi onkuntíð fylgt betur við í politikki, enn eg geri nú. Tað var tann tíð, at mangt politiskt lesarabræv varð skrivað, men hetta er farin tíð. Tó so, oyrini eru opin, tá ið okkurt áhugavert politiskt tilfar verður borið fram í fjølmiðlunum. Fyri fáum árum síðani var Landssjúkrahúsið hvønndags gestur í fjølmiðlunum, tí stovnurin hevði brúkt ov nógvan pening, og nú skuldi sparast. So gingu eitt, tvey ár, nú skuldi enn einaferð sparast á Landssjúkrahúsinum. Eg hugsaði mítt: – Hvussu mangar ferðir kanst tú fremja stórar sparingar á stovni, áðrenn hann liggur í skeljasori. Nú er tíbetur hvirt um sparingar á Landssjúkrahúsinum, men nú eru tað eldraøkið og fólkaskúlin, sum skulu spara. Men nógv hongur ikki saman politiskt í mínum hugaheimi.
Tí samsamstundis, sum kommunur og landið spara, og stovnar lagdir saman, so tosa somu fólk um, at unga ættarliðið ikki má rýma av landinum, og at unga ættarliðið eftir lokna útbúgving má koma aftur til Føroya. Í míni verð merkja sparingar, niðurleggingar og samanleggingar av stovnum kring landið færri arbeiðspláss. Besta dømi er Krinvarpið, sum fyri kortum segði fleiri fólkum úr starvi. Eisini hevur Posta og bankarnir sagt nógvum fólkum úr starvi, og fleiri almenninir stovnar eru niðurlagdir kring landið.
Politikkararnir tosa um, at vit mugu framleiða okkum burturúr kreppuni, og tí komu teir við flatskattinum. Men hvar skal framleiðslan økjast? Ikki í fiskivinnuni. Tí vit hoyra hvønn dag í fjølmiðlunum, hvussu vánalig støðan er hjá heimaflotanum, og at hundrað smáir útróðrarbátar eru til sølu, tí menn fáa ikki at hanga saman fíggjarliga. Tað kann tykjast løgið, at samstundis, sum tú hoyrir í fjølmiðlunum, at landið gjørdi kvettið í dag, tí landið fekk 30 milliónir í vinningsbíti fra Føroya Tele, hoyrir tú í sama viðfangi, at sparast skal tvær milliónir á eldraøkinum, og nakrar milliónir í skúlaverkinum næsta ár. Keðiligt “signal” at senda út til fólkið.
Sjálvandi flyta tey ungu av landinum, um arbeiðsumøguleikar, íbúðarmøguleikar og aðrar almenna veitingar eru betri uttanlands. Her eru tað krónurnar, sum telja. Tey ungu koma sjálvandi ikki aftur til Føroya, uttan tey fáa arbeiði bæði maður og kona og fáa okkurt at búgva í. Arbeiðsloysið veksur í løtuni, og stovnsfæið hjá ALS er minkað heilt nógv seinnu árini. Tó eru glottar, tí uppisjóvarvinnan er væl fyri, og stóru trolararnir fiska væl í Barentshavinum. Løgmaður boðar frá, at 700 milliónir skulu brúkast meira til víðari lestur í Føroyum næstu árini. Menr hetta er ikki nógmikið, at tey ungu støðast í Føroyum ella koma aftur til Føroya eftir lokna útbúgving. Her skal meira munagott á tingborðið.
Og løgið at hugsa sær, at samstundis, sum spart verður inn á bein á eldraøkinum í Eysturoynni, og starvsfólk rópa varskó og kæra sína neyð fyri landsstýriskvinnuni í almannamálum, eru røddir frammi at byggja undirsjóvartunnil til Havnar fyri milliarda upphædd, sjálvt um frálíkt vegasamband er millum Havnina og tildømis Runavík. Fjarstøðan er 75 kilometrar, og ein tími at koyra. (Vagnur)
