Um hesa tíðina í 2011 skrivaði eg niðanfyri grein á heimasíðuna hjá Neistanum, og nú er hóskandi at leggja greinina á www.hvannrok.fo, sum hevur nógvar nýggjar lesarar. Jacklin Durhuus spældi ótrúliga væl í FM-finalunum, og tá ið hon í 2011 sigur, at hon vil gerast meistari enn einaferð, og tað eydnaðist, so vóru tankarnir júst teir somu fyri triðja finaludystin, sigur Jacklin. – Eg var ótrúliga kedd eftir tapið fyri Kyndli og svav næstan ikki um náttina. Men eg visti, spældu bara nakrar av okkum hampuliga væl í seinasta finaludystinum, so vunnu vit FM-heitð, og tað eydnaðist, sigur Jacklin, sum førdi Neistan til sigurs við nýggju málum í triðja finaludystinum og hevur nú vunnið sekst meistaraheiti í bestu deildini. Lesið greinina niðanfyri um Jacklin frá 2011.
Jacklin Durhuus vildi gerast meistari enn einaferð, og tað eydnaðist
Jacklin hevur vunnið FM-heitið fýra ferðir. Tvær ferðir við VÍF, eina ferð við Kyndli og nú eina ferð við Neistanum. 31 ára gamla Jacklin hevur óivað spælt sítt allar besta kappingarár í vetur, og hon var við sínum stríðsanda ein av høvuðsstuðlunum, at tað eydnaðist neistaliðnum at vinna FM-heitið. Vit hava spurt Jacklin, hvussu lagið var í vetur í spælarahópinum, tí neistaliðið byrjaði væl kappingina, men eftir jól fór liðið í myrk hol, og tað vóru Tjaldur og Stjørnan sum hildu kósina í FM-finalurnar? Men fyrst nøkur orð um hondbóltsleiðina hjá Jacklin
– Eg er uppvaksin í Vestmanna og spældi við VÍF, men tá ið eg skuldi til Havnar í handilsskúla, fór eg at spæla við Kyndli, har eg var við at vinna FM-heitið kappingarárið 1997/98. Eg fór so aftur at spæla við VÍF, har tað eydnaðist okkum at vinna greipuna kappingarárini 2000/2001 og 2001/2002. Spældi eisini í Vestmanna kappingarárið 2005/2006.
Eftir at eg átti sonin Berg í 2005 og fekk familju í Havn, kom eg at spæla við Kyndli í trý ár. Hetta vóru kappingarárini 2006/2007, 2007/2008 og 2008/2009, har vit bara vunnu seinasta dystin, og kyndilsliðið mátti úr Sunset-deildini og í 1. deild. Hett var ikki hugaligt. Seinastu tvey árini havi eg spælt við Neistanum.
– Kyndil skuldi byggja upp nýtt lið, men eg helt meg vera ov gamla at vera við at byggja upp nýtt kyndilslið, tí var ætlanin aftur at spæla við VÍF. Men so vóru boð eftir mær úr Neistanum, og eg helt málið hjá Neistanum vera so mikið spennandi, at eg tók av, sigur Jacklin.
Eg og abbabørnini eru komin í túnið hjá Berg Hestum í Magnagili. Her er nossligt, og børnini er skjót inn til teir nítjan hestarnar, sum standa í boksum. Níggju ára gamla abbadótturin fekk ein vetur ríðuundirvísing hjá Berg Hestum, so hon kendi leiðina til hestarnar og fór yvir til hestin Juni, sum hon oftast reið á. Tríggir hundar halda mest sum vakt uttan fyri hjá Jacklin og teimum. Hundarnir, Judy ein labrador, Ronja ein border collie og Bessie ein stórur Berner Sennen goyðu, tá ið vit komu, men teir blíðkaðust.
Berg Hestar er arbeiðsplássið hjá Jacklin og manninum Leif Berg. Tey skipa fyri vanligari ríðuundirvísing og ríða við rørslu- og menningartarnaðum børnum í Havn og í Eysturoynni. Hvønn fríggjadag fara tey í Eysturoynna við fýra hestum.
– Tú spyrt meg um kappingarárið í vetur, sum endaði ótrúliga væl? Vegurin til FM-heitið var langur og strevin. Sum omanfyri sagt tímdi eg ikki vera við at byggja upp ungt kyndilslið, men tá ið eg hoyrdi um ætlanina hjá Neistanum við Barbaru Braur, so var hetta júst uppgávan fyri meg. Eg vildi vera meistari enn einaferð, og avgerðina havi eg ikki angrað. Stuttligt at minnast aftur á, tá ið eg kom til Havnar at spæla við Kyndli. Tá var ikki hugsingurin um at fara í Neistan. Tað var bara so, men nú trívist eg væl í Neistanum og ætli mær eisini at spæla næsta ár.
– Sjálvandi var keðiligt, at Barbara varð mansvard hvønn dyst, men at spæla fimm ímóti fimm passaði mær ógvuliga væl, tí her komu míni fótskifti og gjøgnumbrot til sín rætt, og eg haldi, at hetta riggaði ógvuliga væl. Tó er sagt, at vit hava ikki spælt væl allan vetur. Vit byrjaðu ógvuliga væl at vinna á Tjaldri og Stjørnuni í Havn, men so fór liðið aftur eftir hali. Serliga vóru januar og februar mánaðirnir myrk hol, og finaluplássið var eitt skifti langt úti í havsbrúnni. Haldi, at tá ið Nicolote kom aftur í Neistan, og at spælarar fingu sálarliga hjálp, vendi gongdin. Hugburðurin broyttist. Fleiri spælarar fóra at bíta frá sær og breiddin bleiv størri á liðnum. Og ikki at gloyma Fríðu í málinum, so bleiv betur og betur seinastu dystirnar, sigur Jacklin.
Nú fer í Jacklin í einu av boksunum eftir greðinginum hjá sær, sum eitur Jón forseti eftir fyrsta forseta Íslands. Hesturin bleiv folaður tjóðardag Íslands 17. Juni í 2002. Jón forseti er hesturin hjá Jacklin, sum hon ríður kapp á. Greðingurin Jón forseti er eitt sindur óróligur og spelkin, tá ið hann verður leiddur út í tún. Vit taka myndirnar, og verður hesturin síðani leiddur aftur í boksina. Nú fara Jacklin og abbabørnini at geva hestunum, sum fáa turt íslendskt hoyggj úr 500 kg tungari ballu. Fyrst eitt sindur í part, so hestarnir gerast róligir, meðan Jacklin fer við hoytjóvrinum til allar hestarnar. Abbabørnini taka hoygg í kneppið og hjálpa til.
– Eg haldi, at neistakvinnur í vetur hava spælt allar best, tá ið vit hava havt ryggin ímóti múrinum. Hetta kom fyrst serliga til sjóndar ímóti Tjaldri í Havn, har allar kvinnurnar vóru meira enn til reiðar at vinna dystin og koma fram um Tjaldur á stigatalvuni. Síðani var tað fyrsti finaludysturin í Havn, har tað gekk væl hjá mær, men so brendi eg allar týdningarmiklasta bóltin í seinastu sekundunum, og vit taptu við einum máli. Eg var knúst og langt niðri eftir dystin. Men seinni hugsaðu vit, at neistaliðið spældi ikki væl, og sjálvandi høvdu vit møguleikan í Klaksvík, tá ið Stjørnan helt seg hava spælt væl og vann bara við einum máli.
– So komu báðir dystirnir í Klaksvík, og tað var ótrúligt at vinna fyrra dystin. Neistaspælarar vóru uppsettir at fáa ein dyst aftrat, og eg haldi, at tú sást á stjørnuspælarunum, at tær vóru troyttar og summir smáskaddar. Ikki er neyðugt at siga nógv um seinasta finaludystin, har alt hjá okkum serliga í seinna hálvleiki gekk ógvuliga væl, og Stjørnan var runnin um koll. Allar neistakvinnurnar vóru bara so ótrúliga fegnar um meistaraheitið, har alt liðið at enda tók við ábyrgd. Stuttligt og spennandi kappingarár, og eg spæla aftur við Neistanum næsta kappingarár. Í ár var málið at gerast meistari aftur, men nú havi eg fingið blóð upp á tonnina, so nú er málið at gerast greipuvinnari næsta kappingarár, sigur Jacklin at enda.
Ferðin í Marknagili er liðug, myndin tikin, samrøðan gjørd og abbabørnini nøgd at hitta teir nítjan hestarnar, tríggjar hundar og kettuna Kleyna, sum fekk navn av Kleynisvarða, ti hon varð funnin har . Vit takka Jacklin fyri ótrúliga gott avrik í vetur, og tankarnir leita til 16-16 dystin ímóti Kyndli, tá ið hon orsaka av alt ov harðari takling small í gólvið og var borin av vøllinum. Men hon kom við vilja og ágrýtni aftur á neistaliðið og var ein av grundstuðlunum, tá ið neistakvinnur í seinastu dystunum komu heilt upp á tindin og vunnu meistaraheitið. (Vagnur)



