
Fyrsta almenna myndin av 8-mannafarinum Tofta Regin úr Vági. Frálíkt, at Vágs róðrarfelag tók hetta stigið.
Eg gjørdist bilsin, tá eg hoyrdi, at Havnar róðrarfelagið hevði latið 8-mannafarið Ørv til Vágs róðrarfelag. Ørvur var í góðum standi, men eingin manning var til bátin. Og tá trongt er í neystinum í Álakeri, og eldri bátar ikki longur kunnu goymast á Saltsøluni, so fóru bæði nýggi- og gamli Ørvur til Vágs. Tá hesar kenslur høvdu lagt seg, gjørdist eg fegin um, at Vágs róðrarfelag ætlaði at geva bátinum navnið Tofta Regin, sum er gamalt bátanavn í Vági. Á bátastevnuni Í Vestmanna leygardagin klokkan 17.00 leggja vágbingar í Tofta Regin til brots í ódnartakinum á fyrsta sinni. Eg havi tosað við Dánjal Martin Hofgaard, sum rør við ný umvælda 8-mannafarinum. Men fyrst eitt sindur um gamal Tofta Regin. Læs resten








