Heðin Winther Olsen, sáli, úr Vestmanna brendi fyri VÍF (e)

Heðin var føddur 7. mars 1945.

Heðin var føddur 7. mars 1945. (Myndasavn:´Páll Hellu)

Heðin Winther Olsen var 67 ára gamal, tá hann andaðist í 2012. Heðin var ein av teimum heitastu eldsálinum í føroyskum ítrótti, sum eg kenni. Hann brendi fyri øllum virksemi í Vestmanna, tað veri seg kappróður, hondbóltur, talv, sjónleikur ella annað virksemi í bygdini. Heðin var í dagliga yrkinum vinnulívsmaður og handilsmaður. Tí hesi orðini um hondbóltsvinin úr Vestmanna, sum var verulig eldsál av tí gamla slagnum.

Heðin var vestmenningur, og bæði foreldrini, Jona og keypmaðurin Niels Winther Olsen, vóru úr Vestmanna. Familjan hevði handil niðri við sjóvarmálan, og pápin og seinni Heðin vóru avgreiðslumenn hjá Skipafelagnum Føroyum í Vestmanna. Tá Niels doyr í 1987, reka Heðin og mamman handilin víðari.

Heðin var sum ungur eitt ár í skúla í Danmark, men hann kom aftur í Vestmanna skúla at gera seg lidnan við preliminerskúlan. Tey vóru fimm systkin, tríggjar gentur og tveir dreingir, nú er bara beiggin Sølvi eftir av teimum fimm. Ein systir doyði á heilt ungum árum av tuberklum bara fimm mánðir gomul, og hinar báðar systrarnar eru farnar seinnu árini.

Eg hevði nógv samband við Heðin, tá ið hann var formaður í Vestmanna Ítróttafelag, antin sum spælari, venjari ella formaður í Neistanum. Tú merkti altíð, at Heðin brendi fyri VÍF og gekk upp í formansyrkið við lív og sál. Líka síðani eg fyrstu ferð var í Vestmanna og spældi hondbólt, var Heðin altíð har. Til tess at koma eitt sindur nærri at fyrrverandi eldsálini úr Vestmanna, havi eg hitt Kára Durhuus, Kára á Posthúsinum, vinmann Heðin og spurt hann, hvussu stóran týdning Heðin í veruleikanum hevði fyri VÍF og annað virksemi í bygdini.

Heðin umboðaði Hummel ítróttaklæði Føroyum. F. Heðin, Lilla Arge Johannesen og Jógvan Páll Johannesen.

Heðin umboðaði Hummel ítróttaklæði Føroyum. F. Heðin, Lilla Arge Johannesen og Jógvan Páll Johannesen. (Myndasavn. Páll Hellu)

– Fyrst er at siga, at Heðin gjørdist heiðurslimur í VÍF, og hetta talar fyri, at hann hevur havt ótrúliga stóran týdning fyri Vestmanna Ítróttafelag. Heðin spenti so víða, tí hann hevði áhuga og fylgdi sum fáur við øllum virksemi í bygdini. Hann var íðin í kappróðri, spældi sjálvur hondbólt, spældi sjónleik, fylgdi við í talvi, sat eitt skifti í bygdarráðnum, og so var hann vinnulívsmaður, har hann setti pening í skip, sum komu til bygdina.

– Heðin byrjaði longu sum smádrongur at hála í orgulpumpuna í kirkjuni, og seinni bleiv hann klokkari í kirkjuni. Hann spældi høgri vongur á besta mansliðnum, har hann mangan kláraði seg heilt væl, men hansara alla størstu evni vóru at skipa fyri. Hann spældi eisini sjónleik, og eg minnist væl, tá ið hann spældi Onkel Tom í kenda sjónleikinum. Heðin var eisini eitt skifti vikarur í Vestmanna skúla.

VÍF vinnur FM-heitið í 1975. Aftast f.v: Kári Mortensen, Kári Durhuus, Òlavur Højgaard, Johnny Joensen og Peter Sigurd Rasmussen, venjari. Fremst f.v: Palli Joensen, Heðin Winther Olsen, Gunnar Streymoy, Dánjal Jákup Andreasen og Kristin Johansen.

VÍF vinnur FM-heitið í 1975. Aftast f.v: Petur Pauli Poulsen,  Kári Mortensen, Kári Durhuus, Òlavur Højgaard, Johnny Joensen og Peter Sigurd Rasmussen, venjari. Fremst f.v: Palli Joensen, Heðin Winther Olsen, Gunnar Streymoy, Dánjal Jákup Andreasen og Kristin Johansen.

– Heðin var vitugur og klókur maður, hevði evnini skjótt at læra fólk at kenna og hevði ógvuliga lætt at tosa við fólk. Hann var forvitin maður og visti alt millum himmal og jørð, tí hann fylgdi so væl við á øllum mótum. Heðin var ótrúliga fittur og vinsamur maður. Hann var ein rættur vinur, og tú visti altíð, hvar tú hevði hann. Hann var eisini góður frásøgumaður og dugdi væl at undirhalda. Heðin var ærukærur og stoltur maður, sigur Kári at enda.

Umframt at vera vanligur handilsmaður, umboðaði Heðin eisini Hummel-ítróttaklæði í Føroyum. VÍF hevði gott samband við hondbóltsfelagið Skovbakken í Danmark, sum eisini spældi í gulum troyggjum, og tað var henda vegin, at Heðin fekk samband við kenda fyrrverandi landsliðsspælaran Jørgen Vodsgaard, sum umboðaði Hummel í Danmark.

Tað er torført hjá Vestmanna Ítróttafelag at finna eitt fólk, sum gongur so høgt upp í virksemið í felagnum, sum Heðin gjørdi. Hann hevði ikki konu og børn, og tí fór øll hansara frítíð til ymist virksemi í bygdini. Við tíðini fánaði virksemið í handlinum, sum endaði við, at handilin læt aftur. Heðin viknaði eisini seinnu árini, til hann 13. mars í fjør varð funnin deyður heima. Ein av teimum gomlu eldsálunum var slóknað. (Vagnur Michelsen)

Heðin millum góðar vinir úr Vestmanna.

Heðin millum góðar vinir úr Vestmanna. (Myndasavn: Páll Hellu)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *