Politiska hornið – Hvørji eru fátækafólkini í Føroyum?

Børn mugu eins møguleikar á lívsleiðini. (Mynd: Tilvildarlig mynd frá Sunhed.dk)

Børn mugu fáa eins góðar møguleikar á lívsleiðini. (Mynd: Tilvildarlig mynd frá Sunhed.dk)

Seinasta árið er nógv kjak farið fram um um fátækamark og fátækafólk í Føroyum. Vit hoyra um átakið “Í menniskjum góður tokki”, sum stuðlar fátækum barnafamiljum á jólum. Um dagarnar endaði átakið “Meðan vit bíða”, eisini átak at stuðla somu familjum. Vit sóu fyri vikum síðani frálíka sjónvapssending, sum lýsti, hvussu einstøk herberga sær í okkara landi. Sjálvur kenni eg ikki til fátækar familjur, men heldur gongur tú millum stórar bilar í havnargøtum, har ikki sýnist, at nakað fátækdømi er. Alt gott um øll átøkini at stuðla, men eg haldi, at vit á síðulinjuni eiga at fáa at vita, hvørjar hesar barnafamiljur eru. Fáa sett í verk eina almenna kanning, sum nágreiniliga lýsir støðuna, sum vit sum samfelag ikki kunnu liva við.

Nú er tað soleiðis á okkara lívsleið, at vit hava sjálvi ábyrgd av okkara vaksna lívi. Børnini er nakað heilt annað. Fara vit fyrst eitt sindur aftur í tíðina, so var eingin arbeiðsloysistrygging at taka um endan, tá fólk mistu arbeiðið. Almannaverkið var júst byrjað virksemið. Tá høvdu stórar barnafamiljur torført at fáa endarnar at røkka saman. Fekst ikki arbeiði í Føroyum, fóru menn og kvinnur í hundraðtali til íslands at arbeiða fisk. Hetta vóru tey noydd til til tess at lívbjarga sær. Hetta var í mínum ungdómsárunum í 1950 og 1960 árunum.

Tá stóra kreppan var í Føroyum fyrst í 1990-árunum, rýmdu 6000 føroyingar frá húsi og heimi til Danmarkar, tí tey høvdu mist arbeiðið, og tað fíggjarliga fór um koll. Eg havi ta áskoðan, at ikki eigur at vera neyðugt, at privatfólk og felagsskapir skulu tryggjað, at føroyingar ikki enda í fátækadømi. Hetta má og skal vera uppgávan hjá landinum og kommununum.

Alt gott um ymisk átøk at hjálpa, men eg siti eftir við kensluni, at her vantar nakað? Hava fólk kannað, hvørji hesi fólkini eru, sum eru farin niður um fátækumarkið? Nøvnini skulu sjálvandi ikki á borðið, men tað er ógvuliga týdningarmikið at fáa kannað og fáa at vita, hví støðan hjá hesum fólkum er soleiðis. Sjálvandi vita vit, at nógvar eru orsøkirnar, at fólk koma illa fyri. Hjúnarskylnaður, sjúka, arbeiðisloysi, rúsevndi bara at nevna nøkur dømi.

Tiltakið “Meðan vit bíða” gav nakað av peningini, men í míni verð løtuvinningur, tí tá peningurin er uppi, so má nýtt átak fyriskipast. Tí er so umráðandi, at landsins mynduleikar taka um rótina á trupulleikunum, tí eingin føroyingur ynskir, at summi fólk hava ring kor á lívsleiðini. Hvørt mansbarn sær, at sosialur ójavni er broyttur seinnu árini. Torført er at ímynda sær eitt samfelag við ongum sosialum ójavna, men vit mugu royna at bera so í bandi, at óneyðugt er at skipa fyri átøkum til tess at lætta um okkara ringu samvitsku. Tí eina ella aðra staðni í sálargangini fært tú ringa samvitsku at hoyra um barnafamiljur, sum eru farin niður um fátækamarkið.

Høvdu vit bara havt møguleikan at banka á dyrnar hjá teimum mongu ella okkum mongu, sum hava ríkiligt, og fingið javna eitt sindur út, so orðið fátækamark bleiv burtur í okkara samfelag. Hvussu var tað nú tað stóð í Bíbliuni um júst tað sama? (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *