Dunnurnar í Plantajuni missa mest sum allar ungarnar (e)

Hóskvøldið hevið bøgan tríggjar ungar, kvøldið eftir vóru bara tveir ungar. (Mynd Vagnur)

Hóskvøldið hevði bøgan tríggjar ungar, kvøldið eftir vóru bara tveir ungar. (Mynd Vagnur)

Fyri tíggju árum síðani var eg í farloyvi sum lærari og arbeiddi í Plantasjuni, og hetta var frálíkt og spennandi arbeiði. Millum annað fóðraðu vit hvønn dag smáfuglarnar og svanirnar, men serligt var at fóðra nógvu villdunnurnar um veturin, sum hildu til í báðum stóru hyljunum. Var frálíkt veður, fingu dunnurnar nóg mikið eta frá fólki, sum við børnum komu í Plantasjuna. Men var vánaligt veður, komu fá fólk til hyljarnar, og tá máttu vit geva dunnunum og svanunum. Eg var ikki sørt argur inn á likkurnar, sum komu um várið og nógvu krákurnar, sum halda til í Plantajuni alt árið. Alskurin til villdunnurnar var serligur, tí eg helt tað vera so synd, at likkur og krákur fóru avstað við dunnuungunum. Bara hendinga dunna megnaði at fáa ungarnar undan. Nú reiðrast dunnurnar, og hóskvøldið sá eg fyrstu dunnuna við trimum nýútkomnum ungum. Í gjár vóru bara tveir ungar, og spennandi at vita í kvøld, um báðir ungarnir enn eru á livi.

Í Fuglabókini stendur millum annað um villdunnuna: Villdunnan er hjá okkum alt árið. Steggin er mestu tíðina á árinum av litfagrastu fuglum. Høvd og hálsur hava ein glitrandi grønan lit, snøgt avmarkaður við einum hvítum ringi niðast um hálsin. Bringan brúnlig. Mitt á vonginum er ein glitrandi bláur fyrhyrntur litur, kallaður “spegilin”, avmarkaður við einari svartari og hvítari striku. Steggin rýmir, meðan bøgan liggur á og heldur til í einum steggjaflokki, meðan hann missir flogfjaðrarnar. Bøgan er brún og ikki eins litføgur og steggin.

Eini ungin fór alla tíðin nakað langt frá bøguni, og tað er óivað hann, sum nú er burtur. (Mynd Vagnur)

Eini ungin fór alla tíðin nakað langt frá bøguni, og tað er óivað hann, sum nú er burtur. (Mynd Vagnur)

Fyri tað mesta eigur villdunnan tætt við eina á ella eitt vatn, oftast undir vatnbakkanum. Eggini er vanliga átta til tíggju egg, og tá ið bøgan fer av, breiðir hon oftast dún aftur yvir eggini, so tey kunnu vera verri at fáa eigu á. Eftir fýra vikur koma ungarnir út. Og so skjótt teir eru turrir , fer mamman við teimum at vatninum, og tað er ótrúligt, sum ungarnir eru kvikir til fóts. Eftir sjey, átta vikur eru ungarnir floygdir, stendur at lesa í Fuglabókini.

Trupulleikin í Plantasjuni er, at har eru bæði kettur, krákur og likkur. Steggin er ikki stór hjálp hjá bøguni at ansa ungunum, og fáir ungar koma undan. Í verpingartíðini, sum er í mai mánað og út í september mánað, minka villdunnurnar í Plantasjuni, og tá eru bara ein tretivu dunnur. Hetta er gamlar dunnur, sum eru ov gamlar at reiðrast.

Onkur leggur óivað til merkis, at eg brúki navnið Plantasja og ikki Viðarlund. Ein viðarlund er plantaður skógvøkstur sambært orðbókini, men síðani eg var smádrongur, fóru vit niðan í Plantasjuna, og hetta navnið kemur altíð at vera í mínum hugaheim. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *