Ein veljarakanning skal altíð takast við fyrivarni, men hon er tó ein ábending, hvat rørir seg politiskt í samfelagnum. Mína egnu veljarakanning geri eg, tá eg hoyri útvarp, sjónvarp, lesi bløðini og portalar. Tú merkir eisini politiska landslagið, tá tú tosar við fólk. Seinasta veljarakanning kemur ikki óvart á meg. Heldur ikki kemur óvart á meg, at Javnaðarflokkurin veksur, meðan Sambandsflokkurin minkar. Talan er um somu atkvøður, sum bara flyta seg. Hetta sigur politiska søgan.
Tá Jóannes Eidesgaard á sinni snarari Javnaðarflokkin til høgru og kom í hóslag við fagfeløgini, minkaði Javnaðarflokkurin, og Sambandsflokkurin vaks. Nú hevur Javnaðarflokkurin ein formann, sum einki poliskt lík hevur í lastini, og sum snarar flokkinum miðvíst aftur til vinstru og boðar frá, at Javnaðarflokkurin fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin. Tí streyma atkvøður í løtuni úr Sambandsflokkinum í Javnaðarflokkin.
Sambandsflokkurin gongur í løtuni í fleiri bólkum. Løgmaður er í trupulleikum, tí nógv sambandsfólk er ónøgd við, at flokkurin spælir aðru violin í eini samgongu, har Fólkaflokkurin ræður og hevur alla maktina. Løgmaður roynir at hála flokkin í eina ætt ella rættari sagt á pláss, og serliga Bárður Nielsen roynir at slætta sjógvar og hálar flokkin í aðra ætt. Men so er tað Edmund Joensen, sum ikki er hvør sum í helst í sambandshøpi, sum niðri á fólkatingið roynir at flyta flokkin í sína egnu ætt. Sambandsfólk eru í løtuni ørkymlað, eingin ivi um tað.

Eingin ivi um, at formaðurin í Javnaðarflokkinum fer í Tinganes eftir næsta løgtingsval. (Mynd Vagnur)
Heldur ikki kemur óvart á meg, at Fólkaflokkurin missur, og Framsókn veksur. Her er eisini talan um nógvar at teimum somu atkvøðunum. Framsókn fær atkvøður frá Fólkaflokkinum og uttan iva eisini nakrar flýggjaðar sambandsatkvøður.
Tjóðveldi stendur í stað. Her haldi eg, at flokkurin ikki dugur nóg væl at selja sína vøru í løtuni. Flokkurin vantar eitt “slagorð”, sum veljarar kunnu vera felags um. Orðið fullveldið kann ikki brúkast í hesum døgum, tí næsta løgtingsval fer fyrst og fremst at snúgva seg um gerandisdagin hjá fólki, stættarmun, og hvussu ríkidømi í havinum skal býtast.
Eitt valár er eitt óvanligt politiskt ár. Nú bjóðar flokkur tildømis ókeypis barnaansing, annar flokkur bjóðar ókeypis ferðaseðlar við Strandferðsluni, og upp aftur annar flokkur bjóðar ókeypis koyring gjøgnum undirsjóvartunlarnar. Hugskotini at tekkjast veljarunum eru óteljandi í løtuni.
Ringa samvitskan hjá núverandi samgongu eru tey einstøku við børnum, og familjur, sum eru farin niður um fátækamarkið. Her haldi eg, at Miðlahúsið er farið ov langt. Alt gott um at savna inn pening, men hví skulu øll hasi fólkini á forsíðuna á Sosialinum? Havi varhugan av, at onkur av teimum vilja fáa sær ein politiskan vinning at fara inn í slíkt átak. Ì okkara samfelag skuldi ikki verið neyðugt við slíkum átøkum, tí politiska skipanin átti sjálvandi at “loftað” hesum fólkum, so eingin føroyingur fór niður um fátækamarkið.
Ì nýggjari tíð hevur ongantíð verið so stórur stættarmunur í okkara samfelag, sum júst nú. Hygg bara í Havnargøtu. Bilarnir gerast bara dýrari og størri takkað verið flatskattinum, sum kom í gildið eftir seinasta løgtingsval. Núverandi samgonga slóðar fyri stættarmuni í Føroyum, og tað ynskja flestu føroyingar ikki. (Vagnur)
