Úrslitini hjá U-19 landsliðnum kom ikki óvart á Kára Horn

Vit mugu hjúkla nógv meira um U19 kvinnurnar í heimligu kappingini, sigur Kári.

Vit mugu hjúkla nógv meira um U19 kvinnurnar í heimligu kappingini, sigur Kári.

Hondbóltsfólk vóru sera fegin um U17 kappingina, sum var í Føroyum í mars mánað. Føroyska U17 kvinnulandsliðið vann á Íslandi, tapti tepurt fyri Kekkia og spældi frálíkan dyst ímóti Russlandi. Føroysku spælararnir megnaðu at fylgja við. U19 landsliðið hevur júst verið í Litava og spælt ímóti Litava, Kekkia og Norra, og nú eru úrslitini heilt øðrvísi ella rættari sagt ræðandi, tí Føroyar tapti heili 18-45 fyri Norra, sum er meiri enn vanligur avsmurningur. Kári Horn, sum skal venja U17 liðið hjá Neistanum næsta kappingarár, fylgir væl við U17 og U19 kvinnulandsliðunum, og hansara niðurstøðu um óhepnu úrslitini í Litavia eru púra greið. Kári sigur:  

– Úrslitini hjá føroyska U 19 landsliðnum kom ikki ávart á meg, tí liðið er mannað við fleiri spælarum, sum slett ikki eru í nóg góðari dystarvenjing. Fleiri spælarar hava í vetur sitið á beinkinum í bestu kvinnudeildini. Og tá  1. deild kvinnur kappingin einki er verd, so spæla hesar kvinnur alt ov lítið og eru slett ikki “gearaðar” at møta hvørki Norra, Kekkia ella Litava. U17 kvinnulandsliðið kom væl frá dystunum í Føroyum í mars mánað, tí U17 kvinnurnar hava góða landskapping, meðan tað hava fleiri av U19 kvinnunum ikki.

Kári Horn.

Kári Horn.

– Eg vil siga tað soleiðis, at tá U17 kvinnurnar er vorðnar ov gamlar, so enda tær í ongamannalandi, tí vit ikki duga at lofta hesum kvinnum. Nakrar heilt fáar kvinnur sleppa at spæla í bestu deildini, meðan tær allar flestu sita á beinkinum, har tú ikki mennist sum hondbóltsspælari. Høvuðsorsøkin er, at nú er loyvt at hava sekstan spælarar á dómaraseðlinum, har minst fýra spælarar ongantíð sleppa á vøllin. Ja, tríggir málverjar eru mangan á dómaraseðlnum. Hetta líkist alt ongum.

– Ùrslitini í Litavia hjá U19 landsliðnum avspeglar heimligu landskappingina, og vit koma ikki víðari, uttan at okkurt munagott verður gjørt. Vit mugu fáa skil á 1. deild kvinnur kappingina, og hetta gera vit best, um bert tólv nøvn kunnu standa á dómaraseðlinum. Verður hetta gjørt, so fækkast ungir spælarar á útskiftisbeinkinum og koma at spæla fast í 1. deild, til tær eru klárar at spæla í bestu deildini.

– Tað ørkymlar eisini meg og sigur heilt nógv, at tvær 16 ára gamlir ungir spælarar skulu vera drívmegin á okkara U19 kvinnulandsliði. Í allar flestu førum er ein nítjan ára gomul kvinna nógv kropssterkari enn ein sekstan ára gomul kvinna. Og tá tildømis allar tær norsku kvinnurnar eru um átjan/nítjan ára gamlar, so hevur Føroyar ongan møguleika. Og úrslitið 18-45 kundi uttan iva verið enn størri, um Norra legði í, tí hálvleikstøðan var 9-24. Eg haldi, at tað er spill av orku at senda eitt U19 landslið til slíka kapping, uttan heimaarbeiðið er í lagi heima í Føroyum. HSF má fáa eyguni upp fyri trupuleikanum og gera nakað munagott, sigur Kári Horn.at enda. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *