19 ára gamli kyndilsspælarin Anna Brimnes gongur í 3. g í Hoydølum og er júst í aldursbólkinum, tá vit missa okkara góðu hondbóltsspælarar, tí fleiri antin fara út at fjakka ella fara uttanlands í lestrarørindum. Umframt at spæla á besta kvinnuliðnum hjá Kyndli, spældi Anna eisini fótbólt og var heilar seks ferðir uttanlands við ymsum U-fótbóltslandsliðum. Men nú hevur hon valt fótbóltin frá: – Mær dámar betur at spæla hondbólt enn fótbólt, og so er hondbólturin eisini meira “seriøsur”, sigur Anna, sum er í A-landsliðshópinum. Eg hitti Annu og spurdi hana, hvat hon ætlar vi hondbóltsspælinum, tá hon í summar er liðug í 3. g.
Eg kom at kenna Annu eitt sindur, tí vit koma í sama føðingardag á Velbastað hjá systkinabørnunum hjá Annu. Vit hittust seinnapartin fríggjadagin í Gundadalshøllini, beint eftir, at Anna hevði verið í venjingarhølinum og vant kropsvenjingar. Næst seinasta kappingarár beit Anna seg veruliga fastan í oddin í føroysku kvinnukappingina. Hon spældi væl og skeyt nógv mál, sum endaði við, at Kyndil vann bæði landskappingina og steypakappingina.
Anna hevur so mikið nógvar hondbóltsdygdir, at hon kann spæla á fleiri plássum á kyndilsliðnum. Hon hevur millum annað gott hoppskot og langskot, hon hevur gott fótskifti og er eisini gjøgnumbrotsspælari. Hon spælir mest vinstri bakkur, men hon er eisini frálíkur miðspælari. Men nær byrjaði hon at spæla hondbólt?
– Eg byrjaði longu at spæla minihondbólt í Kyndli. Síðani hava vit nakrar spælt á sama liði øll árini. Skipanin í yngri deildum var soleiðis, at tær yngru spældu saman sum b-lið, og tær eldru spældu saman sum a-lið. Tildømis havi eg altíð spælt undir liðini á Báru K. Hansen, og tað gera vit enn. Umframt at spæla hondbólt, spældi eg eisini fótbólt, og tað riggaði væl saman, tí vit spældu hondbólt um veturin og fótbólt um summarið. Men seinni bara hetta ikki til, tí partar av kappingunum fullu saman, og venjarar hálaðu í okkum spælarar. Tí valdi eg velja fótbóltin frá.
Nógvar vóru tó upplivingarnar í fótbóltinum, tí heilar seks ferðir var eg uttanlands við ymsum u-landsliðum. Var til U17 kapping í Russland, U-17 kapping í Moldova, U-19 kapping í Kroatia, U19 kapping í Finnlandi og við A-landsliðnum í Svøríki og Skotlandi og Norðurírlandi, sum var í somu fótbóltsferð. Hondbóltur var altíð nummar eitt ítróttur hjá mær, meðan fótbóltur kom aftrat. Tú spyrt, hvat eg ætli mær við hondbóltinum, nú tíðin í Hoydølum er um at enda?
– Sjálvandi ætli eg at fáa mær eina útbúgving, men eg spæli í hvørfall næsta kappingarár og kanska eitt ár aftat, áðrenn støða verður tikin til, hvør lestrarleiðin verður. At fara út at fjakka sigur mær ikki so nógv, at men tað kann freistast at fara uttanlands at vera við í onkrum hjálpararbeiði. Sum tú skrivar omanfyri, so gekk heilt væl hjá mær frá byrjan næstseinasta kappingarár. Tað gekk eisini væl fyrru hálvu farna kappingarár, men bæði árini er ikki hilnast eins væl og í seinnu hálvu.
– Skalt tú halda støðið, mást tú mennast alla tíðina sum spælari. Nakað, sum riggar væl eina tíð, riggar kanska ikki longur, tí mótstøðuliðini hava lúrt teg av. Men so mást tú finna aðrar møguleikar og verða til reiðar at taka við avbjóðingunum. Menna títt hondbóltsspæl alla tíðina. Kyndilskvinnur hava havt tvey góð kappingarár. Vit vunnu jú greipuna næstseinasta kappingarár, og í vetur vóru vit í steypafinaluni og FM-finalunum, sum Neistin vann, sigur Anna.
At enda spyrji eg Annu, hvussu alt rumblið ávirkaði kyndilsspælið seinast í landskappingini. Her hugsi serliga um nógv umrødda dystin í Vági, og tá kyndilskvinnur fingu tvey stig á skriviborðinum, tí neistamálverji spældi uttan undantaksloyvi. Sjálvur haldi eg, at kyndilskvinnur komu undir óneyðugt trýst av báðum heindingunum, sum ávirkaði spælið skeiva vegin.
– Eg haldi, at málið um dystin í Vági fór av kós, tí vit spælarar vóru klárir at fara til Vágs at spæla eitt mikukvøld. Onkur nevndi í skiftingarrúminum okkurt um barnagentur, og orðini fóru sum ylur í fjølmiðlarnar. Nógv fólk gjørdu gjøldur burturúr málinum. Í sambandi við klaguna, so visti eg einki um klaguna fyri einar tríggjar dagar eftir dystin ímóti Neistanum. Jú, hetta ávirkaði sjálvandi í spælarahópinum. Vit taptu jú við heili tíggju málum fyri VÍF í Havn og taptu eisini steypafinaluna. Tvey keðilig mál, sum ikki áttu at komið fyri, sigur Anna at enda.
Sum eg skilji á Annu, verður kyndilsliðið mannað við somu kvinnum næsta kapppingarár. Møguliga onkur broyting. Nú er A-landsliðið á skránni hjá Annu, sum skal til kapping í Bulgaria. Anna er við í bruttohópinum. Sekstan spælarar skulu manna A-landsliðið á ferðini. (Vagnur)



