
Fyrsta almenna myndin av 8-mannafarinum Tofta Regin úr Vági. Frálíkt, at Vágs róðrarfelag tók hetta stigið.
Eg gjørdist bilsin, tá eg hoyrdi, at Havnar róðrarfelagið hevði latið 8-mannafarið Ørv til Vágs róðrarfelag. Ørvur var í góðum standi, men eingin manning var til bátin. Og tá trongt er í neystinum í Álakeri, og eldri bátar ikki longur kunnu goymast á Saltsøluni, so fóru bæði nýggi- og gamli Ørvur til Vágs. Tá hesar kenslur høvdu lagt seg, gjørdist eg fegin um, at Vágs róðrarfelag ætlaði at geva bátinum navnið Tofta Regin, sum er gamalt bátanavn í Vági. Á bátastevnuni Í Vestmanna leygardagin klokkan 17.00 leggja vágbingar í Tofta Regin til brots í ódnartakinum á fyrsta sinni. Eg havi tosað við Dánjal Martin Hofgaard, sum rør við ný umvælda 8-mannafarinum. Men fyrst eitt sindur um gamal Tofta Regin.
Tá eg var ungur í Havn í 1950- og 1960- árunum var kappróðrarbátur úr Vági, sum æt Tofta Regin. Hetta var bátur, sum bátasmiðurin Símun Hammer smíðaði á sinni. Tofta Regin vann nógvar róðrar í 1930- og 1940- árunum og eisini seinni. Til gamla Tofta Regin, sum nú er ein av gitnu grindabátunum í Vági, hoyra nógvar silvur plátur, sum manningin fekk eftir sigrar. Seinast í 1950-árunum byggir Niclas í Koltri 8-mannafarið Miðving, sum var lættari bátur enn gomlu 8-mannaførini. Gomlu tyngru bátarnir høvdu ongan møguleika ímóti Miðvingi, og við tíðini smíðaði serliga Niclas í Koltri nýggjar bátar til róðrarfeløgini kring landið.

Her er fýra 8-mannafør klár til ódnartak. 31 bátsmanningar rógva í Vestmanna leygardagin. (Mynd Vagnur)
Eg havi ringt til Dánjal Martin Hofgaard, sum vit kenna frá inniróðrinum, og sum rør við Tofta Regin. Fyrsti spurningur er, hví júst at manna 8-mannafar, tá nýggjur Suðuroyingur varð bygdur. – Ætlanin var í fyrsta umfari at manna 10-mannarfarið, men tá so nógvir rógvarar vóru úr Vági og fáir av Tvøroyri, so valdi vit heldur at byggja upp kappróðurin í Vági og fáa so nógvar rógvarar sum gjørligt at seta seg við árarnar. Tí tóku vit stigið at finna okkum eitt 8-mannafar, og vit vóru hepnir at keypa Ørv. Havnar róðrarfelag ætlar at byggja nýtt 8-mannafar, tá manning er tøk til bátin.
– Umborð á Tofta Regin sita fýra royndir rógvarar, sum áður hava róð við Suðuroyingi og Smyrli. Hinir fýra eru ungir rógvarar, sum í 2010 og 2011 róðu við Royndi Fríðu. Síðani er 6-mannafarið Smyril mannað við ungum monnum, og 5-mannafarið Royndi Fríða mannað við gentum. Royndin Fríða er eisini mannað bæði við gentum og dreingjum barnaróður. Ì Vági eru góðar venjingarumstøður, men manningin umborð á Tofta Regin er í serliga støðu, tí fýra av manningini ganga í skúla í Havn og hini fýra búgva í Vági. Hvussu verður so vant?
– Mánakvøld venja vit hvør sær í maskinum og venja styrkivenjingar. Mikukvølið fara menn suður, har róð verður við bátinum. Hósmorgun fara menn aftur til Havnar í skúla. Síðan venja vit nógv um vikuskiftið í Vági, og hetta eru treytirnar hjá okkum, um skulu vit vera við. Annars er Tofta Regin pussaður inn á “bein”, er síðani spoytaður og hevur fingið litirnar hjá Vágs róðrarrfelag. Leygardagin gongur leiðin til Vestmannar at rógva ódnartak, sum eru tríggir spurtir. Eitt frálíkt róðrarátak, sum vit vilja stuðla og uppliva, sigur Dánjal Martin Hofgaard at enda.
Tá talan eru um 8-mannafør og FM-róðrar, kunnu vit rokna við kanska fimm/seks 8-mannaførum í summar uttan at hava kannað hetta endaliga.Tofta Regin, Miðvingur, Heiðabáturin, Knørrur, Argjabáturin og Kvívíkingur. Knørrur er mannaður við eldri rógvarum, sum róðu við Orminum seinasta summar. Nú manna ungir rógvarar bláa 10-mannafarið. 31 manningar hava boðað frá luttøku leygardagin í Vestmanna. Ódnartakið byrjrar klokkan 17.00 (Vagnur)
