
Í løgtinginum miðskeiðis í 1970-árunum. Jákup Fredrik Øregaard hevur orðið. (Mynd myndabókin Tórshavn)
Í sambandi við veljarakanningina, sum júst er almennakunngjørd, havi eg kagað eitt sindur í valsøguna og valt nøkur tilvildarlig løgtingsval seinastu hálvthundrað árini. Niðurstøðan er ógvuliga einfald. Føroyingurin er ógvuliga torførir at flyta politiskt, og missir ein flokkur við eitt val nakrar atkvøður og kanska tingfólk, so koma atkvøðurnar næstan altíð á pláss aftur einaferð seinni. Eg havi valt løgtingsvalini í 1962, í 1978, í 1990 og 2011. Men fyrst leita tankarnir aftur í barnaárini, tá ið serligur dagar var heima hjá okkum, tá ið pápin mín fylgdi løgtingsvalinum og skrivaði niður valtøl lisin upp í Ùtvarpinum.
Eg síggi fyri mær pápa mín Helga í Smæruni sita við stovuborðið við stórari Dimmu, sum var dupult so stór í ummáls, sum hon er nú, og skriva niður valtøl. Altíð var hann spentur og hevði sínar viðmerkingar, og vit ungu sótu eisini við borðið og eygleiddu pápa okkara við brillunum niðri á nøsini og roykti hesa løtuna meira enn vanligt. Og so hevði hann sinar viðmerkingar, tá ið hann sammetti valtølini frá seinasta løgtingsvali. Hetta eru áhugaverdar løtur at minnast aftur á.
Pápin mín er farin, men enn er áhugavert at fylgja politisku gongdini í Føroyum. Nú fari eg fyrst aftur til løgtingsvali 8. november 1962, tá ið eg var tólv ára gamal. 15100 fólk vóru á vali hetta árið, og valúrslitið var hetta: Fólkaflokkurin 3046 atkvøður og 20,2 % av atkvøðunum, Sambandsflokkurin 3077 atkvøður og 20,4 %, Javnaðarflokkurin 4053 atkvøður og 26,8 %, Tjóðveldisflokkurin 3261 atkvøður og 21,6 %, Sjálvstýrisflokkurin 889 atkvøður og 6,9 % og Framburðsflokkurin 674 atkvøður og 4,5 % av atkvøðunum. Hetta árið fingu Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin seks tinglimir hvør, Javnaðarflokkur fekk átta tinglimir, Sjálvstýrisflokkurin tveir tinglimir og Framburðsflokkurin ein tinglim. Valaldurin í 1962 var tjúgu ár.

Stóra kravgongan vísti, at fólk vilja broyting, og tað vísir nýggja veljarakanningin eisini.. (Mynd Vagnur)
Síðani fara vit til løgtingsvalið 7. november 1978. 22662 fólk vóru á vali, valaldurin var framvegis tjúgu ár, og úrslitið var hetta: Fólkaflokkurin 4062 atkvøður og 17,9 % av atkvøðunum, Sambandsflokkurin 5950 atkvøður og 26,9 %, Javnaðarflokkurin 5079 atkvøður og 22,4 %, Tjóðveldisflokkurin 4604 atkvøður og 20,3 %, Sjálvstýrisflokkurin 1624 atkvøður og 7,2 % og Kristiligi Fólkaflokkur og Framburðsflokkur 1393 atkvøður og 6,2 % av atkvøðunum. Sum vit síggja, so eru Sambandsflokkurin størsti flokkur hetta árið og Javnaðarflokkurin næststøstu flokkurin.
So gera vit eitt lop til løgtingsvalið 17. november 1990. Tá er valaldurin broyttur til átjan ár og heili 28371 vóru á vali í 1990. Valúrslitið var hetta: Fólkaflokkurin 6227 atkvøður og 21,9 % av atkvøðunum, Sambanbsflokkurin 5360 % av atkvøðunum og 19,9 %, Javnaðarflokkurin 7787 atkvøður og 27,4 %, Tjóðveldisflokkurin 4171 atkvøður og 14,7 %,. Sjálvstýrisflokkurin 666 atkvøður og 5,9 %, Kristiligi Fólkaflokkurin 1677 atkvøður og 5,9 % og Sosialistiski Loysingarflokkurin 666 atkvøður og 2,3 % av samlaðu atkvøðunum. Her síggja vit, at Sambandsflokkurin er tødnaður nakað, meðan Javnaðarflokkurin er vaksin við 2700 atkvøðum siðani 1978. Fólkaflokkurin er eisini vaksin, meðan Tjóðveldisflokkurin eisini er tødnaður nakað síðan í 1978.
Síðani er tað seinasta løgtingsval 29. oktober í 2011, har 30713 fólk vóru á vali. Ùrslitið var hetta: Fólkaflokkurin 6883 atkvøður og 22,6 % av atkvøðunum, Sambandsflokkurin 7546 atkvøður og 24,6 %, Javnaðarflokkurin 5428 atkvøður og 17,7 %, Tjóðveldi 5589 atkvøður og 18,2 %, Framsókn 1933 atkvøður og 6,3 og Miðflokkurin 1883 atkvøður og 6,1 % av samlaðu atkvøðunum. Her er vert at nevna, at Fólkaflokkurin í nýggjastu veljarakanningini hevur mist eina 1600 atkvøður, um val var i´dag.
Ein veljarakanning er ein støðumynd, men eg visti fullvæl, at Fólkaflokkurin fór at missa nógvar atkvøður, og orsøkin er ikki Eysturoyartunnilin, sum Jørgen Niclassen ségði í Kringvarpinum. Fólkaflokkurin var slett ikki partur í tunnilsmálinum, har Jørgen var púra kvirrur í vikur. Eg eri vísir í, at Fólkaflokkurin missir atkvøður orsaka av flatskattinum, har tey ríkaru í samfelagnum fingu meira, meðan láglønarbólkurin fekk einki. Eisini var eg vísir í, at løgmaður fór at missa undirtøku, sjálvt um hann “bagatelliserar” veljarakanningina í Kringvarpinum.
Sambandsflokkurin hevur altíð havt nógvar tryggar veljarar, hetta eru mest eldri fólk, sum velja tryggu loysnina saman við Danmark. Sambandsflokkurin missir atkvøður, tí løgmaður snarar flokkin alt ov nógv til høgru og gevur Fólkaflokkinum alt ov nógv vald. Heldur løgmaður fram við somu kós, so missir flokkur hansara enn meira um tvey ár.
At løgmaður missir persónliga undirtøku er ikki so løgið, tí Kaj Leo taklaði ikki væl tunnilsmálini, og hann sýnist meira ótryggur á nógvum økjum í mun til fyri bara nøkrum fáum árum síðani. Eg hevði roknað við, at Sambandsflokkurin fór at missa enn meira, og at Miðflokkurin fór at halda tørn við tíðini tryggu veljaraskaranum. Javnaðarflokkurin fekk lítla framgongd í veljarakanningini, men tað tekur tíð at snara flokkin aftur á vinstra borðið, eftir at flokkurin við Jóannis Ejdesgaard á odda snaraði flokkin burtur frá verkafólkunum. Tjóveldi og Framsókn kunnu vera nøgd við veljarakanningina. (Vagnur)
