Høllin á Hálsi varð tikin í nýtslu í 1970, men tað vísti seg skjótt, at eftirspurningurin eftir hallartímum var ov lítil í Havn, áðrenn fyrsta høllin í høvuðsstaðnum var liðug. HB, B36, Havnar Badmintonfelag, Kyndil og Neistin høvdu rættin til hallartímarnar. Tí tóku Fleyr, Kyndil og Neistin stig at byggja Gundadalshøllina, sum læt upp fyri fyrstu venjingum í 1984. Høllin kostaði ellivu milliónir krónur. Læs resten
Kategoriarkiv: Óbólkað
Tey arbeiða saman um kappróðurin í Sundalagnum
Hitti Fríðu við Streym í telefonini og spurdi hana, hvussu stendur til at manna bátar í Sundalagnum. Har eru Sunda róðrarfelag, Hósvíkar róðrarfelag og Hvalvíkar/Streynesar róðarfelag. Hon segði mær, at tað er Sunda Róðrarfelag, sum mannar 6-mannafarið Hvessing við kvinnum og 5-mannafarið Hvassa við gentum. Læs resten
Neistamenn missa Boga Henriksen og Eirik Magnussen
Øll lið, sum ætla sær upp á tindin, mugu umframt venjara og hjálparvenjara, eisini hava góðan leiðleiðara og málmansvenjara. Og tað hava neistamenn havt. Bogi hevur framt frálíka málmansvenjing bæði hjá neistamonnum í tvey ár og seinasta ár eisini hjá kvinnunum. Eirikur, sum hevur ótrúliga nógv at týða fyri ein bólk, fer nú frá neistamonnum aftur til neistakvinnur sum liðleiðari.
Eg havi ongantíð á hondbóltsleið míni hitt ein málmansvenjara, sum gongur so nógv upp í málmansvenjingina, sum Bogi Henriksen. Hann hevur seinastu árini sett seg væl inn í málmansvenjingar, sjálvur hevur hann vart málið í bestu deildini. Læs resten
Tey stovnaðu Suðuroyar kappróðrarfelag
Í fyrsta umfari umfatar nýggja felagið bara um nýggja 10-mannafarið Suðuroying, men kanska verður samarbeiðið millum Vág og Tvøroyri víðkað seinni, sigur Johan Sofus Müller formaðurin í Vágs kappróðrarfelag. Tað eru fyrst og fremst rógvarar, sum hava róð við 6-mannaførunum Smyrli og Tvørabátinum, sum manna nýggja 10-mannafarið. Læs resten
Hondbólturin fekk ongan møguleika í Gøtu – har er ísakalt.

Teir vóru nógvir til venjingar, men hondbóltsátakið var ikki væl móttikið í kommununi og av leirvíkingum.
Í 2010 var ein av sólsskinsøgunum í føroyskum hondbólti, at tey aftur vóru farin at spæla hondbólt í Gøtu. Ein av eldsálinum Rani Hentze segði við undirritaða á heimasíðuni hjá Neistanum í 2010, at nýstovnaða hondbóltsfelagið hevði nógvar ætlanir. Nógvir spælarar vóru tá til venjingar, eisini nógvir fótbóltsspælarar, sum vildu spæla hondbólt, tá ið fótbóltskappingin liggur still. Nú tvey ár seinni havi eg aftur hitt Rana Hentze og spurt hann, hví aftur kølnaði við hondbóltinum í Gøtu? Læs resten
6-mannafarið Sundabáturin er aftur mannaður við monnum
Norðdepils-og Hvannasunds Róðrarfelag varð mest sum stovnað av nýggjum í 2002 eftir at hava verið óvirkið í nógv ár. Og tey løgdu bragdliga fyri, tí longu í 2004 vann 6-mannafarið Sundabáturin við monnum FM-heitið. Sundabáturin vann eisini FM-heitið í 2007 og 2008, men báturin var ikki við í 2010 og 2011. Læs resten
Úr róðrarsøguni – Terji Reinert Jacobsen smíðað trý 5-mannafør
Tað var ein stórhending í føroyskari kappróðrarsøgu, tá ið bátasmiðurin Niclas í Koltri í 1957 smíðaði 8-mannafarið Miðving. Hesin báturin royndist so væl, at Niclas fekk nógvar bíleggingar frá feløgum um nýggjan bát. Bátarnir vóru gongubátar við vøkrum sniði og bygdir av einum bátasmiði við sjáldsama góðum listagávum og handverkarahegni.
Niclas smíðaði flestu kappróðrarbátarnar í Føroyum, men nú eru eingin bátar við í FM-róðrunum, sum Niclas smíðaði. Læs resten
Forvitnislig uppliving í Haldarsvíkar kirkju
Kristi himmalsferðardag gekk leiðin til Haldarsvíkar at fylgja neistavininum Kristiani Samuelsan til gravar. Umframt at hetta var sorgblíð løtu, har 700 fólk fylgdu Kristiani, so gjørdist hetta eisini minnilig løta í aðrar mátar. Minni enn helvtin av fólkunum sluppu í kirkjuna, og tí vóru hátalarar settir uttanfyri, og vit hoyrdu væl orðini frá prestinum í kuldanum. Læs resten
Gongur væl at manna kappróðrarbátar í Miðvági
Miðvágs Róðrarfelag er virkið róðrarfelag, og tað er eydnast felagnum útvega fimm manningar til bátarnar í summar. 8-mannafarið Miðvingur er mannaður, tað sama 6-mannafarið Riddarin við monnum, 5-mannafarið Frúgvin við dreingjum og gentum og ein barnamanning við dreingjum. Jógvan Hans Hansen er formaður í felagnum, og tað hevur hann verið í nógv ár. Í ein mansaldur hevur hann verið ein av eldsálunum í felagnum. Havi hitt formannin og spyrji hann, hvussu gongur at manna bátarnar. Læs resten
FM-róðrar kunnu síggjast á stórskíggja á norðoyastevnu.
Tey brynja seg nú við fyrireikingunum til fyrsta FM-róðurin í Klaksvík 2. juni. Stóru tíðindini frá Klaksvíkar Róðrarfelag eru, at tey arbeiða á øllum alvi at seta upp stórskíggja í bryggjuni, so áskoðarar kunnu fylgja FM-róðrunum. Kappróðurin skal gera meira áskoðaravinaligur. Klaksvíkar Róðrarfelag hevði herfyri aðalfund. Læs resten








