Neistamenn missa Boga Henriksen og Eirik Magnussen

Bogi og Eirikur vóru góðir fyri neistamenn. (Mynd Vagnur)

 

Øll lið, sum ætla sær upp á tindin, mugu umframt venjara og hjálparvenjara, eisini hava góðan leiðleiðara og málmansvenjara. Og tað hava neistamenn havt. Bogi hevur framt frálíka málmansvenjing bæði hjá neistamonnum í tvey ár og seinasta ár eisini hjá kvinnunum. Eirikur, sum hevur ótrúliga nógv at týða fyri ein bólk, fer nú frá neistamonnum aftur til neistakvinnur sum liðleiðari.

Eg havi ongantíð á hondbóltsleið míni hitt ein málmansvenjara, sum gongur so nógv upp í málmansvenjingina, sum Bogi Henriksen. Hann hevur seinastu árini sett seg væl inn í málmansvenjingar, sjálvur hevur hann vart málið í bestu deildini.

Alt, sum málverjarnir fremja av rørslum í málinum í dysti, førir Bogi fyrst á serligt skjal fyri síðani at leggja tilfarið á telduna. Málmenninir fáa eftirmeting við hagtølum eftir hvønn dyst. Bogi leggur seg nógv eftir ymsu hagtølunum til tess at menna málverjarnar.

Bogi segði mær, at tá ið hann byrjaði at venja neistamálverjarnar, dugdu málverjarnir ikki allar vanligar málmansrørslur, og teir vóru í alt ov vánaligari málmansvenjing. Teir orkuðu væl at renna, men teir orkaðu ikki væl at gera strævnu serligu málmansvenjingarnar, tí teir vóru ikki vanir við slíkt.

Taki ikki munnin ov fullan, tá ið eg sigi, at Bogi hevur fingið Bartal Kamban og Ára Egason Dam til nógv betri málmenn. Serliga sást hetta hjá Bartali Kamban, sum er ungur og í menning, meðan Ári var frálíkur málverji, áðrenn Bogi tók við sum málmansvenjari.

Seinasta heyst vóru eisini boð eftir Boga at venja Sunset málverjarnar hjá Neistanum. Annar málverjin Maria Mikkelsen hevur á heimasíðuna róst Boga fyri dygdar avrik. Og fyrsti málverjin Erla Eliasen, sum ikki var so stinn fyrstu dystirnar, mentist ótrúliga nógv, sum kappingin leið. Erla toppaði rætta tíðarskeið, tí hon stóð tveir brand FM-dystir fyrst í Havn og síðani avgerandi FM-dystin í Klaksvík.

Nú hevur Bogi boðað frá, at hann eftir tvey ár vil hava steðg sum málmansvenjari í hvørfall í eitt ár, tí hann hevur rætt og slætt ikki nóg mikið av tíð at venja málverjarnar.

Eirikur Magnussen, sum er trúgvur og frálíkur liðleiðari, fer nú aftur til neistakvinnur sum liðleiðari. Eirikur bleiv liðleiðari hjá neistakvinnum í 2001 og helt fram til og við 2006, tá ið neistakvinnur við Inga Olsen sum venjara vunnu steypakappingina. Árið eftir í 2007 bleiv Ingi venjari og Eirikur liðleiðari hjá neistamonnum. Eirikur er nú  liðleiðari hjá neistakvinnum undir venjaraleiðslu av Kára Horn.

Tað verður spennandi at fylgja neistamonnum undir leiðslu av Áka Mørk og Ára Rouch. Vit kunnu øll vera samd um, at neistamenn í farna kappingarár slett ikki høvdu somu styrki sum undanfarin ár. Menn tyktiskt ikki at vera  í nóg góðari venjing, og spælstýrarin vantaði, men manningin á pappírinum var nóg góð til FM-heitið.

Haldi, at tað var ikki rætt at fáa Andriasi Nielsen úr KÍF, tí hann spældi á sama plássi sum Heini. Andris fór í kappingarárinum aftur til KÍF. Einasti útlendingur á neistaliðnum komandi er linjuspælarin Jugoslav, sum í vetur var langt frá dygdini, hann var næstseinasta kappingarár. Tá ið neistamenn hava tríggjar ungar linjuspælarar Jón Ludvig, Herbjørn Lava og Beinir í Òlavstovu, og neistamenn fara í nýggja tíð við egnum fólk, so ivist eg stórliga í, um tað er rætt at endunýggja sáttmálan við Jugoslav. Men kunnu Áki og Ári fáa Jugoslav aftur á gamla lagið, so er Jugoslav besti linjuspælarin í landinum. (Vagnur)

Bogi vegleiðir málverjarnar Erlu Eliasen, Ruth Heen og Mariu Samuelsen. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply