Hitti Fríðu við Streym í telefonini og spurdi hana, hvussu stendur til at manna bátar í Sundalagnum. Har eru Sunda róðrarfelag, Hósvíkar róðrarfelag og Hvalvíkar/Streynesar róðarfelag. Hon segði mær, at tað er Sunda Róðrarfelag, sum mannar 6-mannafarið Hvessing við kvinnum og 5-mannafarið Hvassa við gentum.
Í fjør var øll manningin umborð á Hvessingi úr Sunda róðrarfelag, men í ár er rógvari komin úr Vestmanna, ein úr Klaksvík og ein rógvari eru Hvalvík. Tær fýra kvinnurnar úr Sunda róðrarfelag hava allar róð við 5-mannafarinum Hvassa. Tað er Hvalvíkar/Streymnesar róðrarfelag, sum eigur Hvessing.
Fríða veit bara um eina manning aftrat har á leiðini, og tað er 5-mannafarið Falkur mannaður við kvinnum, men sum eg skilti, so miðaðu hesar kvinnur ikki eftir so nógvum í summar. Tað kann tykjast løgið, at tað ikki eydnast teimum trimum róðrarfeløgunum at útvega eina barnamanning, tí einaferð var nógv kappróðrarvirksemið í Sundalagnum. Vit minnast sigurrøðina hjá Hvessingini við monnum, og bátar hjá Hòsvíkar róðrarfelag hava eisini verið frammalagi. Kanska er so stórur áhugi fyri fótbólti í Sundalagnum, nú EB/Streymur stendur seg so væl, at pláss er ikki fyri kappróðri í hvørfall millum dreingir og menn.
Veit ikki, um eg fari skeivur, men fái bara eygað á trý 6-mannafør við kvinnum, sum vit kunnu rokna við í summar. Rádni úr Fuglafirði, Páll Fangi úr Klaksvík og Hvessing úr Sundalagnum. Havi frætt, at 6-mannafar við kvinnum úr Róðrarfelagnum Knørri eisini eru við á norðoyastevnu, men hetta eru eldri kvinnur, sum tú ikki kanst rokna við kappast um fyrsta plássið. Alt hetta fáa vit at vita týsdagin, tá ið Róðrarsambandið boðar frá endaliga startlistanum. (Vagnur)
